týsdagur 25. februar 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 26. februar 2020
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Føroyskt,
Lívfrøði, Arkitektur,
Tannlækni, Jarðarmóðir,
Arkitekt og Design, Íverkseti,
El-verkfrøðingur, Fysioterapi
Orku- og umhvørvisverkfrøði, Løgfrøði,
Maskinverkfrøðingur, Alisfrøði, KT-verkfrøði,
Biokemi, Margmiðlasniðgevi, Elektroteknologi,
Evnafrøði, Sálarfrøði, Samfelagsfrøði, Lærari,
Støddfrøði, Robottøkni, Nano teknologi, Flogskipari,
Heilsuverkið, Námsfrøðingur, Verkfrøðingur,
Sjúkrarøktarfrøðingur, KT, Laborantur, Bioanalytikari,
Lækni, Skurðlækni, Tíðindafólk, Tyrluflogskipari,
Radiografur, Ljóðdesignari...
Tekniski Skúlin er ein stórur og nútímans
skúladepil í hjartanum í Klaksvík.
Skúlin varð tikin í nýtslu í 1953, og
í 1976 varð Skúlaheimið tikið í nýtslu.
Síðani tá hevur Tekniski Skúli verið bæði
lærustovnur og bústaður hjá næmingum
úr øllum landinum. Skúlin byrjaði við
maskin-, el- og timburlæru, men er í dag
ein nógv fjølbroyttari skúli.
Fleiri breytir
Afturat gymnasialu Tøknibreytini
eru Fyrireikingarbreytin, Klaksvíkar
HF-skeið, og Serbreytin partur av
skúlaumhvørvinum við Borðoyavík.
Matvøruútbúgvingin er eisini á Tekniska
Skúla, har nýggi skúlakøkurin man vera
hin størsti og vakrasti í øllum landinum.
Sostatt er Tekniski Skúli vorðin ein
fjølbroyttur depil, og næmingarnir eru ein
heild, har felagsnevnarin er lærdómur.
At sami skúli bjóðar gymnasiala
Tøknibreyt, umframt so nógvar aðrar
útbúgvingar, merkir, at næmingarnir
á ymsu útbúgvingunum kunnu njóta
ágóðan av umstøðunum hjá hvørjum
øðrum. Eitt nú kunnu næmingar á
Tøknibreytini brúka timburverkstaðin ella
toppmodernaða skúlakøkin í sambandi
við verkætlanararbeiði, har tey framleiða
lutir fyri at umseta frálæruna til veruleika.
Sermerki fyri Tøknibreytina er, at
næmingarnir arbeiða við verkætlanum:
Tað er stutt frá orði til borðið.
Umhvørvið størri og fjølbroyttari
– heimligi dámurin varðveittur
„Sálin í skúlaumhvørvinum á Tøknibreytini
hevur altíð verið heimlig og merkt
av góðum samanhaldi. Tað kemst av
Skúlaheiminum, haðani nógvir næmingar
koma í skúla í inniskóm, og av at Tekniski
Skúli hevur færri næmingar enn størru
miðnámsskúlarnir. Tí kenna øll hvønn
annan, og samanhaldið er avbera
gott, eisini millum árgangirnar, har
næmingar úr eldru árgangunum hjálpa
1. árs næmingum við góðum ráðum og
uppgávum,“ sigur Eyðgunn Samuelsen,
deildarleiðari á Tøknibreytini.
Nógvir møguleikar
við Tøknibreytini
Eitt prógv frá gymnasialu Tøknibreytini
letur nógvar hurðar upp, bæði til
arbeiðsmøguleikar og hægri útbúgving.
„Nógvir næmingar á Tøknibreytini eru
málrættaðir í mun til, hvat teir ætla sær at
lesa, og í stóran mun síggja vit næmingar,
ið vilja vera verkfrøðingar, læknar,
sjúkrarøktarfrøðingar og tannlæknar.
Harafturat fáa næmingarnir við prógvi
frá Tekniska Skúla aðrar tekniskar ella
nátttúruvísindaligar útbúgvingar,“ sigur
deildarleiðarin.
Fjølbroyttir møguleikar
í fjøltáttaðum umhvørvið