týsdagur 25. februar 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
12
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Sjónám leggur dent á eitt modernað
skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald
renna saman í eina náttúruliga eind. Á
stovninum eru umstøðurnar góðar, nýggj
høli og góðir og ágrýtnir lærarar.
Umframt fleiri vælumtókt styttri skeið,
so ber til at taka skiparaútbúgving og
útbúgvingarnar skipsatstøðari I, sum er
eitt 20 vikur grundskeið í útbúgving til
skipsatstøðara, og skipsatstøðari II, sum
er eitt 20 vikur endaskeið í útbúgving til
skipsatstøðara, á Sjónám.
Skipsatstøðari er tað, sum fyrr var
ófaklærd dekksfólk á handilsskipum. Tað
er nú vorðið altjóða krav, at dekksfólk á
haldisskipum
hava
hesa
útbúgvingina.
Kravið er eisini galdandi í Føroyum. Sjónám
bjóðar tvey skeið – eitt grundskeið og eitt
endaskeið, sum bæði taka fimm mánaðir. Til
ber at taka grundskeiðið og síðani sigla sum
ófulltikin skipsatstøðari og so taka seinna
skeiðið seinni.
Á Sjónámi finnur tú eitt sunt og livandi
skúlaumhvørvi, har undirvísingin er lagað
til altjóða sáttmálakrøv um upplæring av
sjófólki. Endamálið er at menna og veita
útbúgvingar og skeið á høgum áltjóða støði
har strembað verður eftir at halda uppi
eina mennandi og dagførda undirvísing til
sjófólkið.
Tíð til einstaklingin
Sjónám er ein lutfalsliga lítil skúli, og tað
gevur eisini lærarunum møguleika til at geva
hvørjum einstøkum næmingi ta uppmerk
semi, honum tørvar.
– Vit ganga ómetaliga høgt upp í, at tað
fakliga er á høgum støði, og sum ein lítil
skúli hava vit tann fyrimun, at vit koma tætt
uppat hvørjum øðrum. Næmingar ringja
ofta til mín, um teir ivast í onkrum í undir
vísingini. Tað dámar mær væl, sigur Hanus
Kjølbro, lærari á Sjónámi.
Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað,
sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og
Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnu
útbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska
skúla í Klaksvík. Skúlin liggur niðri við
havnarlagið í Klaksvík, og vindeyguni venda
móti vágni, har skipini koma og fara.
– Tað er einki at ivast í, at hetta eisini skap
ar heildarupplivingina. Onkur næmingur
hevur enntá fingið sjóverk, tá aldurnar frá
Sam koma inn á húsið, flennir hann.
Savnast um grýturnar
Inni í skúlanum er hýrurin góður, og teir, ið
hava sína dagligu gongd á Sjónám hugna sær
eisini saman millum undirvísingartímarnar.
– Her eru nógvir raskir ungir menn, sum
eisini dáma væl at gera mat. Skipararnir
ganga út og passa grýturnar síðsta undir
vísingartíman. Næstan dagliga eru teir
við grýturnar og matgera. Teir hava alt frá
havhestungum, fiski og røstum kjøti við, sum
teir síðani gera, borðreiða og eta saman. Tað
sosiala vigar nógv á Sjónám, sigur Hanus
Kjølbro.
– Tá eingin tímur at gera nakað, so keypa
vit okkum ein bita, leggur hann aftrat.
Fleiri skeiðir
Yvirhøvur er Sjónám væl umtókt. Hanus
Kjølbro greiðir frá, at tíðirnar skifta, og tað
altíð eru bygjur í samfelagnum.
– Vit hava aldutoppar viðhvørt og aldu
dalar viðhvørt. Vit eru eitt sindur undir
miðal fyri tíðina, og størsta orsøkin er, at
frálandavinnan kring heimin ikki hevur tað
so gott, sum hon hevur havt tað. Vit bíða eftir
at offshore vinnan skal koma fyri seg aftur,
og tá vaksur næmingatalið hjá okkum sam
svarandi, sigur hann.
Sjónam bjóðar eisini eina av rúgvu av
ymiskum skeiðum, so sum trygdarskeið,
fyrstahjálparskeið og sjúkraviðgeri fyri at
nevnja nøkur.
Hanus Kjølbro heldur, at Sjónám er eitt
gott val, tí bæði fakliga og sosiala støðið er
høgt.
Á Sjónámi er tíð til
einstaklingin
– Vit ganga ómetaliga høgt upp í, at tað fakliga er á høgum støði, og sum
ein lítil skúli hava vit tann fyrimun, at vit koma tætt uppat hvørjum øðrum.
Næmingar ringja ofta til mín, um teir ivast í onkrum í undirvísingini. Tað dámar
mær væl, sigur Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi
Mynd:Anton Højgaard