týsdagur 25. februar 2020síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
32
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Við einari útbugving frá Heilsuskúlanum
latast nógvar hurðar upp á arbeiðsmarknaði
num. Útbúgvingin sum heilsuhjálpari tekur
15 mánaðir, og her lærir mann um likamliga
og sálarliga sjúkrarøkt við endurmenning,
heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum enda
mál.
– Sum heilsuhjálpari kann ein arbeiða
við fólki, sum krevja røkt ella stuðul. Tað
kann vera við eldri fólki á ellisheimi ella í
heiminum hjá teimum. Mann kann eisini
arbeiða við fólki, ið bera brek av onkrum
slagi og skulu hava praktiska hjálp í geradis
degnum, fortelur Jórun Petersen, leiðari á
Heilsuskúlanum.
Um mann vil útbúgva seg víðari, ber til at
taka útbúgvingina sum heilsurøktari. Hetta
er ein yvirbygningur til heilsuhjálpara
útbúgvingina, sum tekur 22 mánaðir.
– Her arbeiðir ein við sjúkrarøkt á sjúkra
húsi og innan fyri psykiatriska økið, ella á
ellisheimum, heimatænastu og aðrastaðni
innan almanna- og heilsuøkið, sigur Jórun
Petersen.
Fleiri møguleikar
Í heilsuhjálparaútbúgvingini er møguleiki at
byggja sína útbúgving upp, sum tað passar
einum best.
Útyvir vanliga longd á heilsuhjálpara
útbúgvingini kunnu arbeiðsroyndir á 1 ár
geva møguleika at taka stytta útbúgving. Tá
verður tú frítikin fyri eina starvsvenjing, og
tá eru tað tíðarskeið á 3 mánaðar mitt í út
búgvingini, har tú ikki skalt møta. Eisini ber
til at taka útbúgvingina á 11 mánaðir í mun
til 15 mánaðir, ið heilsuhjálparaútbúgvingin
vanliga varar.
Tað ber eisini til at útbúgva seg víðari frá
heilsurøktara til nakrar professiónsbachelor
útbúgvingar og aðrar útbúgvingar á øðrum
lærustovnum.
Nýggj útbúgving á veg
Komandi heyst er ætlanin at byrja eina
nýggja útbúgving, ið er útbúgvingin sum
námsfrøðihjálpari. Jórun Petersen greiðir
frá:
– Tú arbeiðir við námsfrøðiligum og
umsorganarligum uppgávum innan dag
stovna- skúla og almannaøkið við mennandi
og stimbrandi virksemi. Har fer eisini at vera
møguligt at fáa frítøku fyri starvsvenjing,
um ein hevur nógvar arbeiðsroyndir, fortelur
hon.
Útbúgvingin fer at taka tvey ár, og har
verður skift ímillum skúlagongd í Suðuroy
og starvsvenjing kring landið.
Leiðarin á Heilsuskúlanum heldur tað
hava stóran týdning, at vit í Føroyum kunnu
bjóða júst hesar útbúgvingar, sum Heilsu
skúlin bjóðar.
– Tað hevur stóran týdning, tí tørvurin er
so mikið stórur á hesum fakbólkunum, sigur
Jórun Petersen.
– Staðsetingin er
eingin trupulleiki
Nakað av kjaki hevur verið um staðsetingina
av skúlanum av tí, at skúlin er í Suðuroynni.
Men staðsetingin eigur ikki at vera nøkur
forðing, men heldur ein fyrimunur, meina
tey á Heilsuskúlanum.
Flestu næmingar flyta bert til Suðuroyar
ein part av útbúgvingini. Umleið helvtin av
útbúgvingunum er starvsvenjing runt alt
landið, og tá búgva næmingar ofta heima
aftur.
– Suðuroyingar, ið taka útbúgvingina,
skulu flyta seg norðureftir at taka partar av
starvsvenjingini. Fáir næmingar flyta suður
heilar 15 mánaðir ella 22 mánaðir, men eru
her bert í skúlaskeiðunum, ið eru 3 mánaðir
hvørt. Nøkur ynskja at flyta suður alla tíð
ina, um tey hava børn. Men tað eru ikki allir
næmingar, ið hava børn, sigur Jórun Peter
sen.
Yvirhøvur eru afturmeldingarnar frá
næmingunum á Heilsuskúlanum góðar,
leggja tey merki til.
– Tað, sum vit hoyra frá okkara næming
um, er, at tey halda, tað er ein fyrimunur at
vera burturi heimanífrá partar av útbúgv
ingini. Tey fáa betri tíð at gera síni skúla
ting, og næminga- og lesiumhvørvið verður
betri av, at næmingarnir møtast nógv
eftir skúlatíð. Tað er sum at fara á háskúla
ella líknandi. Samanhaldið og læringin í
flokkunum verður øðrvísi, enn tá øll fara
heim eftir skúlatið, fortelur Jórun Petersen.
– Nevnast skal eisini, at í Danmark eru
nógvir heilsuskúlar, har fáa næmingar løn
undir útbúgving, og kortini er støðan tann, at
eldraøkini har mangla nógv heilsustarvsfólk.
Har meta tey, at tað eru nógvar orsøkir til
tað, og ikki staðseting av skúlunum. Støðan í
samfelagnum við nógv útbygdum eldraøki og
lítlum arbeiðsloysi er uttan iva ein orsøk til,
at nógv starvsfólk mangla á økinum, eisini í
Føroyum, sigur hon
Fyrimunur at vera
burturi heimanífrá
Tá eitt lítið land sum Føroyar bjóðar út út
búgvingar, kann tað hava stóran týdning, at
ein flytur seg burtur frá, har ein er ov kendur,
hevur Jórun Petersen lagt merki til.
– Útbúgving er at flyta seg. Mentalt, fak
liga og sum oftast eisini fysiskt. Tann fysiska
flytingin ger møguleikan fyri at menna hini
økini enn størri, sigur hon og vísir á eina av
bjóðing.
– Tá næmingur skal dømast, um tey
"standa" eina útbúgving ella starvsvenjing,
kann tað vera ein stór avbjóðing, um man
kennir tey starvsfólk, ið ein skal metast av, ov
væl. Dømingin kann ávirkast av kennskapi,
og hetta kann ávirka dygdina í útbúgvingini,
sigur hon.
– Tað verður eisini undirbygt av, at vit
hava starvsvenjingarpláss, sum gera vart við,
at tað er óheppið, at tey kenna næmingar ov
væl, tí tað verður trupult at avbjóða tey og
seta ávís krøv. Eisini kann eitt ávíst fakligt
”innalv” blíva í útbúgvingunum. Nýggj vitan
kann hava trupult við at sleppa framat, sigur
Jórun Petersen.
– Tað er ein fyrimunur
at vera burturi
heimanífrá
Í Porkeri í Suðuroynni er Heilsuskúlin, har til ber at útbúgva seg til
heilsuhjálpara og heilsurøktara. Komandi heyst sær ein nýggj útbúgving
dagsins ljós, tí tá verður tað eisini møguligt at nema sær útbúgving sum
námsfrøðihjálpari á Heilsuskúlanum