Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Nú hevur ein dani fingið staðfest coronavirus sum tann fyrsti í Danmark. Maðurin arbeiðir hjá miðlinum TV2 og fekk staðfest sjúkuna aftaná skíferiu í Norðuritalia Fríggjadagin 28. februar verður stóra finalan í SkúlaFM 2020, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring landið fara at kappast í íverksetan Av teim stívliga 37.100 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru eini 31.700 vinnuliga virkin ella í arbeiðsfjøldini, sum tað eisni verður kallað. Uttan fyri vinnu eru út við 5.500. Sostatt er føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa. Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt at lýsa nógv umtalaða økið í Saksun, har summarhúsætlanir eru, alment til sølu. Tríggir umsøkjarar eru til embætið sum prestur í dómkirkjuni, ið ætlandi verður sett 1. apríl Løgreglan hevur verið á Sandoynni og gjørt kanningar. 31 bilførarar vórðu tiknir og fingu bót fyri ymisk lógarbrot. Talan var eitt nú um uppslitin dekk, brostnar lyktir, umframt at bilførarar ikki høvdu koyri­ kortið uppi á sær. FMA - Faroese Music Awards MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Bank Nordik hevði 207 mió. í avlopi í fjør. Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr., og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Bankin væntar ein framhaldandi hóvligan útlánsvøkstur í 2020 207 207 7. mars verða ársins FMA- tónlistavirðislønir handaðar. Í vikuni gjørdist greitt, hvørji nøvn eru í uppskoti at vinna virðisløn. Eins og í fjør er talan um tveir flokkar: ein popp/rock flokk og ein opnan flokk, har allar aðrar sjangrur verða flokkaðar. Higartil eru níggju ymsar tilnevningar kunngjørdar, men fleiri tilnevningar eru eftir at kunngera, tí Ársins nýggja navn og Ársins videolag skulu í øllum førum leggjast aftrat listanum. "Kommunan má fara í gongd við at byggja íbúðir við golfvølli uppí á takinum, Tað skapar vøkstur og trivnað í kommununi" "Var á indiskari resturant í gjár, og ímeðan eg eti kemur tænarin yvir. "Curry OK?" Eg svari: "Ehm.. jú tað kann eg gott. Hvørjar sangir hava tit?"" Allur heimurin er raktur av tí beinkrími, sum herfyri tók seg upp í Kina. Fyrstu tíðindini vóru kanska ikki so ræðandi, men tað vísti seg rættuliga skjótt, at hóast Kina er langt burtur, so ger nýmótans samferðslan og ferðingarmynstrið, at smitta ferðast ómetaliga skjótt. Tá ið tað í gjár var staðfest, at smittan nú eisini er í Danmark, var tað 15.landið í Evropa, har smittan nú ger um seg. Enn hava myndugleikarnir ikki av álvara sagt, hvussu álvarsligt hetta beinkrímið er, men tað vísir seg, at tað basir fyri nøkrum fólkum. Tað sær út til, at heilsumyndugleikarnir í Danmark og í Føroyum taka málið í størsta álvara. Nógv meira kunnu vit ikki krevja. Ája! Føstan er byrjað og hóast tað enn er myrkt tíðliga um kvøldarnar, so ber hendan tíðin kortini boð um, at dagarnir leingjast. Tað er meira hugaligt um morgunin, tá ið alt ikki er kolasvart. Haldi kanska, at bæði januar og februar hava verið tveir mánaðir, har ferðin kanska ikki er so ógvuslig, sum hon annars hevur verið. Vinnan vísir á, at fleiri av teium stóru verkætlanunum, sum hava verið hesi seinastu árini, lækka móti endanum. Byggivinnan vísti í seinasta treystitalinum á at hon ikki sær so ljóst uppá framtíðina. Kortini siga nógvar fyritøkur, sum vit hava havt samband við í seinastuni, at tær kortini ikki síggja so svart uppá framtíðina. Kanska eru tær komandi verkætlanirnar ikki so ógvusligar, men nógvar eru í pipeline, so arbeiði eigur at vera til allar føroyskar hendur komandi tvey-trý árini. Ája! Í dag fer samgongan og harvið landsstýrið at leggja eini 30 uppskot fyri Løgtingið. Á middegi í dag er seinasta freist at lata umsitingini í Løgtinginum uppskot, sum innan tíðarfreistirnar kunnu avgreiðast í hesi tingsetuni. Hvørji uppskotini eru vita vit ikki heilt enn, men tað eru hesi uppskotini, sum fara at definera politikkin hjá sitandi samgongu. Fíggjarlógin gav ábendingar um hvat ætlanin er og tá ið so fíggjarkarmarnir verða lagdir fram í vár, hevur hendan samgongan sett sín politikk út í kortið. Ája! Nú eru tey farin at tosa um at gera eina standmynd til minnis um Grím Kamban. Standmyndin skal gerast í Funningi, har sagt verður at Grímur Kamban tók land. Hetta er sjálvandi ein áhugaverdur tanki. Er tað so, at Grímur Kamban var fyrsti víkingur, sum tók land í Føroyum, so eiga vit sjálvandi at heiðra hann. Heldur tað enn tað sum onkur fyrr hevur havt fyri munni tá ið tað regnar illa og vindur er: -Vit burdu fa r i t i l Funnings og grivið Grím K a m b a n upp og smurt hann av. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! FRÍGGJADAGIN Stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Stundum upp í skrið. Samdrigið og regn. Hitin millum 1 og 5 stig. LEYGARDAGIN Stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Stundum upp í skrið. Samdrigið og regn. Hitin millum 2 og 6 stig. SUNNUDAGIN Stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Minkar í gul til andøvsgul av landssynningi 5, til 10 m/s. Samdrigið og regn, seinni veklandi skýloft og æl. Hitin millum 2 og 7 stig. 10-15 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s Visti tú? Heimsins bestu vinir úr amerikansku sendirøðini "Frirends" - Monica, Chandler, Ross, Rachel, Joey og Phoebe fara at hittast aftur! Tað fara tey í nýggjum serligum parti, sum skal vísast á HBO Max.