Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 5 BYRJAÐIR AT SAVNA MYKJU FRÁ NEYTAFJÓSUM FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Í fyrsta umfari ynskja vit bara at fáa so nógv tøð sum møguligt á goymslu, tí tað tekur drúgva tíð at fylla inn í skipanina. Ar­ beið­ið á verkinum er ikki liðugt enn, og vit fara ikki at hava nøk­ ur avgassað tøð at lata bóndu­n­ um aftur fyrr enn um umleið eitt hálvt ár, sigur Fróði Mort­en­ sen, rakstaraleiðari hjá Førka. Hálvan mars hava bøndurnir aft­ur loyvi at taða bøin. Førka ynsk­ir at fáa so nógv inn av mykju nú, so teir hava nakað at ar­beiða við, tá ið virksemi á Førka veruliga kemur í gongd. Tí hava teir gjørt avtalur við fleiri bønd­ur um at fáa mykju frá teim­um. Førka hevur fingið sær ein ser­ligan tangabil at koyra kring landið eftir og við mykjuni. – Um ein mánað vænti eg, at ar­beiði á biogassverkinum fer at koma í gongd, sigur Fróði Mort­ en­s­en. Betri enn handilstøð Umframt mykju, fer verkið at taka móti laksaslógvi, skarni frá smolt­støðini á Strond og deyð­ um laksi. Tá ið Biogassverkið hevur vunn­ið orku úr tøðnum til gass­ hita og el til SEV, fær bóndin tøð­ini aftur í veskuformi. So verð­ur tað sprænt út á bøin at taða við. Talan er um sera góð tøð, betri enn inn­flutt handilstøð, verður sagt. Biogassverkið var ársins átak í fjør, og mill­um annað varð sagt í grund­gev­ingini hjá dóms­ nevnd­ini: – Nýggja verkið hevur møgu­ leika at framleiða el, sum svarar til nýtsl­una hjá 1.900 hús­ar­hald­ um og harafturat hita svarandi til 400 húsarhald. Sostatt kann verk­ið tilsamans spara umleið 11.000 tons av CO2 útláti árliga. Sam­stund­is framleiðir verkið um­leið 40-45.000 tons av tøðum, sum bøndurnir kunnu fáa aftur. Luktar munandi minni Skipanin er soleiðis, at bøndurnir fáa eins stóra nøgd útaftur, sum teir lata inn á verkið. – Tað fer ikki at lukta eins nógv og tey tøðini, sum bønd­ur­ nir spræna út á bøin í dag. Tað er tí at allar sýrur eru blivnar til bio­gass, og tøðini eru tynri og fara skjótari niður í moldina. Tí lukt­ar tað munandi minni, sigur rakst­r­ar­leiðarin. Fleiri seyðabøndur eru eisini á­hug­aðir at vera við í skipanini, men enn er ikki nøkur avtala gjørd um tað. Førka, nýggja biogassverkið á Skarðshjalla, byrjaði fyrst í vikuni at savna inn mykju frá neytafjósum kring landið. Tey avgassaðu tøðini vera tó ikki klár at nýta fyrr enn seint í summar MBM-køstar er navnið á nýggjum partafelag, sum í fyrsta umfari skal út­vega 18 bóndum køstar, nú nýggja biogassverkið Førka á Skarðshjalla skjótt byrjar sítt virk­ semi FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Vit hava tosað við bøndurnar, og 18 hava valt at verið við í ætl­ anini. Vit hava sent felags um­ sókn avstað, sigur Hákun Stein­ grímss­on í Havn, sum er annar av stjór­u­num í nýstovnaða fel­ ag­num. Karl á Høvdanum Andreasen á Við­areiði er eisini stjóri í fel­ag­ num. Partapeningurin í fel­ag­ num er 50.000 krónur. Bøndur standa saman – Búnaðargrunnurin eftirlýsti um­sókn­um frá bóndum, og vit hava síð­ani sett okkum í sam­ band við bøndur og valt at ar­ beiða saman um at fáa til vega køst­ar, sigur Hákun Stein­gríms­ son. Hann vísir á, at teir hava havt sera gott samstarv við Bún­að­ar­ grunn­in. Allir neytabøndurnir hava fing­ið møguleika at verið við, men tað er tó onkur av teimum, ið hava valt, ikki at tikið av møg­ u­leik­a­num. Hetta er millum ann­að orsakað av, at onkur av teim­um sjálvur er farin í gongd við at gera nýggjan køst, ella tí at enn er ógreitt við staðseting av køsti ella ógreiða er um onnur við­ur­skifti. – Tað kann vera, at vit eina­ ferð í framtíðini fara at søkja av nýggj­um, og tá kunnu onnur á­hug­að vera við, sigur Hákun Stein­gríms­son. Hann vísir á, at enn eru nakrir leys­ir endar. Millum annað við um­sókn­um til kommunur eins og loyvi frá frið­ing­ar­mynd­ug­ leik­um. Men tað verður arbeitt við tí. Grønari orka Tað eru nógvir fyrimunir hjá bónd­um, tá ið teir fara at fáa av­ gass­að tøð frá nýggja bio­gass­ verk­i­num. Tøðevnið er betri, lukturin verð­ur minni, talan er um grøna orku at fáa grønt gras, og har­a­ft­ urat fer tað at spara bóndum fitt av peningi, tí ikki verður neyðugt við so nógvum handilstøðum. Førka heintar tøðið úr køst­i­ num hjá bóndunum, og seinni fáa teir tað aftur frá Førka sum av­gass­að tøð. Hetta tøðið skal ikki bland­ast saman við hinum tøð­u­num, og tí mugu nýggir køst­ar gerast ella fáast til vega at hava hetta tøðið í. Bøndurnir nýta tey avgassaða tøðini at spræna út á bøin. – MBM køstar hevur bara sum end­a­mál at fáa køstarnar til vega. Tá ið tað er komið upp á pláss, er ætlanin at avtaka felag­ ið aftur, sigur Hákun Stein­grím­s­ son. Nýggja biogassverkið Førka fer veruliga at koma í gongd um ein mánað, væntar rakstrarleiðarin. MYND: ÁLVUR HARALDSEN Skulu útvega 18 nýggir køstar Førka heinta neytamykjuna, hon verður avgassað og kemur út aftur til bøndurnar, og teir taða við henni MYND: ÁLVUR HARALDSEN