hósdagur 27. februar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
8
– Eg dugdi ikki at spæla fótbólt
ella gera annan ítrótt, og eg tímdi
ikki á fjall við babba, so eg slapp
at vera heima hjá ommu, baka
køkur og hugna mær ístaðin fyri
at vera aktivur. Eg gevi ongum
øðrum skyldina fyri tað, men tað
hevur viðvirkað til høgu vektina
í barna- og ungdómsárunum,
sigur hann frá.
Hann hevði væntað og vónað
at hvølpafeittið fór av við
árunum.
Men tá Asger í 2013 arbeiddi
sum móttøkufólk umborð á
Norrønu, øktist talið á vektini
við rúkandi ferð.
– Til arbeiðis sat eg dagliga
niðri í 10 tímar um dagin. Tað
síðsta, ið eg hevði hug til, tá eg
fekk frí, var at fara út millum
fólk ella at venja, so tá keypti eg
nakrar kipspakkar, og so legði eg
meg niður í kamarið at eta, sigur
hann.
Tað gjørdist ein óvani, og eg
át til endans alt, sum eg sá, og
tað varð til ovát av grovasta slag,
leggur hann aftrat.
– Eg tímdi væl at venja, og
eg fór eisini onkuntíð. Men tað
bleiv bara til eina ferð um mán
aðin, og tað hjálpir ikki nógv,
sigur hann síðani.
Asger helt á við at hyggja
burtur frá veruleikanum, og
ístaðin flyggjaði hann oftari og
oftari, tá hann kendi seg kroyst
an í eini støðu.
–Eg havi flutt nógv og búð í
nógvum londum og havt nógv
ymisk størv. Tá eg havi havt tað
torført, havi eg flutt og soleiðis
flýggja undan trupulleikinum,
sum bert vórðu vaksandi, stað
festir hann.
Heilsuligar trupulleikar
Sama árið fekk Asger Karinarson
eisini staðfest svøvnapnø.
Tað merkir, at andaleiðirnar
lata aftur, tá ein svevur, og ein
vaknar, tí ein ikki fær luft. Tey,
ið hava svøvnapnø verða tí ofta
troytt um dagin, tí tey sova illa
um næturnar. Helmingurin av
teimum, ið líða av svøvnapnø
eru ov tung, og tí verður millum
annað viðmælt, at ein lætnar og
rørir seg javnan.
– Kroppurin slappar ongantíð
ordiliga av, og tá man so endiliga
svevur, dettur tungan aftur og
typpir andaleiðirnar. Hevur
man nógv feitt í hálsinum, fær
man ikki luft. Tí sendir heilin
impulsir út og vakir ein. Læknin
segði mær tá, at um eg lætnaði
eini 40 til 50 kilo, so kom eg á eina
sunna vekt, og tað hevði óivað
hjálpt við svøvnapnøini eisini.
Men eg tók hetta ikki veruliga í
álvara tá. Eg varð fornermaður,
tí hvat billaði hann sær inn at
siga mær, at eg var feitur, spyr
hann flennandi.
Asger greiðir frá, at hann
hevur liðið undir ováti í fleiri
ár. Hann kallar tað etingarólag,
har hann hevur ovetið konstant,
og eisini hevur verið tunglyntur
og fingið staðfest sjúkuna ADD.
– Tá eg havi fingið tað stað
fest og veit, at eg havi verið
deprimeraður, og eg havi etið og
brúkt tað sum troyst. Tað lættir
um gerandisdagin, tí nú veit eg,
at tað er ein orsøk til, at eg eri,
sum eg eri, sigur hann.
– Tað ávirkaði meg nógv, at eg
havi verið einsamallur, og so havi
eg etið fyri at doyva kensluna av
einsemi. Somuleiðis hevur tað
eisini ávirkað kærleikslívið hjá
mær, tí eg havi ongantíð havt
ein sjeik. Eg havi verið keddur
og grátið míni møðigu tár, tí
eingin vildi hava meg, men júst
nú hevur sjálvskærleikin allar
fyrstu raðfesting, sigur Asger
Karianarson, sum er samkyndur.
– Nú eri eg, við hjálp frá
sálarfrøðingi, komin burtur
tunglyndinum. Eg eri glaðari
og síggi ljósari upp á alt. Eg eri
29 ár nú, og eg havi fingið eina
nýggja sjálvsfatan, og síggi nú,
at eg havi virði, sigur hann væl
nøgdur.
– Eg hugsaði, at eg var einki
verdur. Men nú síggi eg, at
sjálvandi eri eg nakað verdur.
Tað nyttaði bara ikki, at onnur
søgdu tað við meg, tí eg mátti
sjálvur góðkenna tað. Tað var
eisini niðurstøðan, eg kom til,
tá eg var á ferð í USA, sigur 29
ára gamli Hvalbingurin.
– Eg tími ikki at fáa fylgji
sjúkur av vektini, tí geri eg nú
nakað við tað og eri harvið eisini
góður við meg sjálvan, sigur
Asger Karinarson.
Opin um tilgongdina
Asger hevur alla tíðina tosað
opið um tilgongdina, sum hann
hevur verið ígjøgnum. Tá hann
valdi at broyta vanar og setti
sær fyri at lætna, segði hann
tað vil øll, ið hann tosaði við –
bæði andlit til andlits og eisini
á sosialu miðlunum, sum hann
er virkin á.
– Viðurkenningin, viðmerk
ingarnar og likes eru viðvirkandi
til, at eg haldi áfram. Eg vil eisini
fegin vera ein fyrimynd fyri
onnur, sigur hann ivaleysur.
Næstu tíðina fer Asger at
hugsavna seg um at koma í
betur form og at halda úrslitini
við líka.
– Men nú havi eg tapt meg so
mikið nógv, at eg vil hava ordi
liga hjálp til at fáa tað síðsta upp
á pláss. Eg vil stramma upp, og
eg vil vísa øðrum, at við eini hug
burðsbroyting ber alt til, sigur
hann.
Í fleiri ár havi eg
brúkt góða hýrin
og mín stóra
persónleika sum
verju. Eg havi
altíð tikið stig til
okkurt stuttligt og
gjørt okkurt vilt,
so eg kundi verða
dámdur av øðrum,
hóast eg var stórur
PERSÓNSØGA: Asger Karinarson