hósdagur 27. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
10
STEINAR PATURSSON
T
að er Johan Groth
Danielsen, sum átti -
ella eigur - ringin, og
sum nú hevur fingið
hann aftur, eftir at hann hevur
ligið í moldini á einum stykki við
Sandagerð.
– Eg havi sitið og roknað út. Eg
hevði hoyggjað eitt stykki niðri
í Sandagerði, sum Kristoffur
Joensen átti. Hann hevði ringt
til mín og spurt, um eg hevði hug
at hoyggja har, og tað hevði eg
gjørt. Har má eg so hava mist
ringin, sigur Johan G. Danielsen.
Síðan Johan G. Danielsen
misti ringin í 1979, hevur hann
hildið, at ringurin var vorðin
burtur í Havnadali. Johan G.
Danielsen hoyggjaði eisini í
Havnadali um hetta mundið,
og øll hesi árini helt Johan G.
Danielsen, at tað mátti vera í
Havnadali, at hann hevði mist
ringin.
– Eg hoyggjaði eisini úti í
Havnadali. Og eg minnist tað
sum, at eg kom heim til konuna
og segði, at eg hevði ryst upp í
eitt turkilag, og eg hevði mist
ringin har. Eg helt altso, at tað
var í Havnadali, at eg hevði
mist ringin. Tí haldi eg tað
vera fantastiskt, at ringurin nú
kemur aftur úr Sandagerði, sigur
Johan G. Danielsen.
– Nú hevur Charles Olsen
verið við einum metalldetektori
inni á stykkinum, og har hevur
hann funnið ringin eini 15
sentimetrar undir mold.
Funnin við metallfinnara
Charles Olsen fór fyri góðum
tveimum mánaðum síðani
undir nýtt ítriv, har hann fer
út ymsastaðni í Føroyum við
metallfinnara - tað, sum van
liga verður kallað ein metall
detektorur - fyri at vita, hvat
liggur undir svørðinum ymsa
staðni.
Farna leygardag var Charles
Olsen í bønum við Sandagerð
og leitaði við metallfinnaranum,
tá metallfinnarin brádliga fer at
ýla.
– Hugsa tær tað, at nú slær
tað út á metalldetektorinum.
Tú grevur eitt lítið hol og hygg
ur í bøkkin og hugsar: "Ná,
ein gullproppur aftrat.", sigur
Charles Olsen og sipar til ótalið
av gomlum proppum til gulløl, ið
liggja og rekast allastaðni í før
oysku náttúruni.
– So tekur tú og skavar eitt
sindur av, og tað vísir seg, at tað
er blankt og gullitt. Tað er okkurt
annað enn ein gullproppur, og tá
verður tú ordiliga spentur. Hetta
er sum at grava eftir gulli, kann
eg siga tær, sigur Charles Olsen
skemtingarsamt.
– Ringurin lá faktiskt eini 15
sentimetrar niðri í moldini, so
eg varð noyddur at grava eitt
hol, fyri at fáa hann upp, sigur
Charles Olsen, sum gjørdist
greiður yvir, at ivaleyst hevði
ringurin ligið har leingi, eftirsum
at hann lá so djúpt í moldini.
Leitaði eftir eigaranum
Í ringinum var innskrift, ið segði
"21-4-77 Tín Lisbeth" umfram
"N.L.A." , og greitt varð beinan
vegin, at talan var um ein gift
ingarring frá Niels. L. Arge.
– Eg mátti líka kanna á Tíðar
rit fyri at vita, um eg kundi
finna nakra kunning um ringin.
Eg royndi eisini at seta meg
í samband við Niels L. Arge
fyri vita, um tey høvdu yvirlit
yvir giftingarringarnar, sum
vórðu seldir og graveraðir. Men
eingin fekk hjálpt mær, og eg
fann heldur einki sjálvur, so eg
mátti út á Facebook at leita eftir
eigaranum. Og har kom úrslit
beinanvegin.
Charles Olsen legði mynd av
ringinum út á Facebook bólkin
"Mist og funnið", og tað tók ikki
leingi, áðrenn verdóttir Johan G.
og Lisbeth Danielsen kendist við
ringin og kundi gera vart við, at
hon visti, hvør átti hann.
Ein giftingarringur, sum varð
burtur í 1979, er nú komin undan
kavi aftur og hevur funnið
eigaramannin eftir næstan 41
árum úti í føroysku náttúruni
FEKK GIFTINGAR
FEKK GIFTINGAR
RINGIN AFTUR
RINGIN AFTUR
EFTIR 41 ÁR
EFTIR 41 ÁR