Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 11 Fekk ringin aftur Johan G. og Lisbeth Danielsen fóru tí týsdagin út til Jógvan Weihe, har Charles Olsen ar­beið­ ir, og har fingu tey ringin aftur. Charles Olsen var samstundis eisini so mikið beinasamur, at hann fór við teimum báðum oman í Sandagerð og vísti teim­ um, júst hvar hann fann ringin. Sum myndin prógvar, so passar ringurin enn, hóast 40 ár eru liðin, síðan hann seinast sat á lekifingurinum hjá Johan G. Daniel­sen. – Ringurin passar enn, tað ger hann. Eg passi linjuna, skal eg siga tær, sigur Johan G. Daniel­ sen. Johan G. Danielsen keypti sær nýggjan giftingarring bein­ anvegin, eftir at hin ringurin hvarv. Tá spurdur, um hvørt hann nú skal ganga við nýggja ella upprunaliga ringinum, svar­ ar Johan G. Danielsen, at tað mugu hann og konan finna útav, tí tað hava tey ikki tikið støðu til enn. STEINAR PATURSSON T að er eitt stuttligt ítriv at leita eftir metal­lutum í før­ oysku moldini, og nógv áhugavert fæst burtur­ úr, ert tú tolin og heppin. Charles Olsen hevur í tveir mánaðir fingist við at ganga í bøi og aðrastaðni við metallfinnara, og áhugin er voksin so mikið nógv, síðani hann byrjaði, at hann nú um­ hugsar at ogna sær ein betri metalfinnara. – Metalldetektorurin finnur alt metall. Hann finnur gull­ proppar, silvurpappír, gamlar ølproppar, alt millum himmal og jørð. Alt í jørðini, sum er metall, sigur Charles Olsen. – Eg finni nógv søguligt. Eg havi funnið nógvar mynt­ir og nógv frá øðrum ver­aldar­bar­ daga, men ikki nakað eldri enn tað enn. – Tað kann vera spennandi, tá tað er okkurt at finna. Moldin í Føroyum er ikki so vinar­lig móti metalli. Skalt tú finna nakað av týdningi, so skal tað helst ikki vera ov gamalt, og helst skal tað vera ædel­metall, tað vil siga silvur ella gull. Messing forferst eitt sindur, men heldur sær eitt sindur longri. Finnur ølproppar allastaðni Hóast nógv stuttligt at finna í moldini, so er eisini rættiliga nógv burturkast, og serliga eru tað gamlir proppar til øl­ fløskur, sum dálka. – Tað eru gott nokk nógvir gull­proppar í grasinum alla­ stað­ni í Føroyum. Fólk hava drukk­ið øl, og so hava tey bara tveitt propparnar frá sær, sigur Charles Olsen. – Nógvastaðni kanst tú ikki fara við metalldetektori, tí har er so nógv silvurpappír í moldini, at tað forstýrar so nógv. Tað gevur útslag, sum um har er okkurt stutt­ ligt, men tú finnur bara ein samanrullaðan klump av silvurpappíri ella ein gullpropp. Tað sært tú nógva­ staðni. Eisini er gamalt plastikk­ rusk, sum ikki verður niður­ brotið. – Hesir trýkantaðu juice­ pakkarnir, sum tú fekst fyri 20 árum síðani, teir finnur tú enn. Proppar og alt tílíkt. Tað er, sum á sjónum. Tú sært bara grasið, men tú sært ikki tað, sum er undir. Tað verður burt­ur upp á handan mátan, tí grasið grør omanyvir. Nógv burturkast í moldini