Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 12 Prei! Prei! SO SIGA TEY! RANI Á ÓKENDUM LEIÐUM Rani Nolsøe, sum er kendur úr bólkinum Frændur, hevur fyri kortum útgivið sína fyrstu solofløgu. Útgávan kallast »Ókendar leiðir«, og leygarkvøldið verður útgávukonsert í Spaniastovu í Klaksvík. »Ókendar leiðir« er útgáva við sterkum søgum og góðum løgum – millum annað sangur til vinmannin Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran oktoberdag í 1990. Rani fer at spæla sangirnar á nýggju útgávuni við bólki sínum. ÁRIÐ HJÁ APUNI Tað er nýggjár. Patti Smith spælir eina røð av konsertum á tiltikna spælistaðnum Fillmore í San Fransisco. Knappliga verður alt órógvað, tí ein góður vinur verður álvarsliga sjúkur. Patti Smith reikar í ein mánað runt úti við kalifornisku strondina, órólig og leitandi, áðrenn hon kann leita sjúka vinin upp. Songkvinnan Patti Smith hevur skrivað eina forvitnisliga og áhugaverda bók um lívið og óvæntaðar hendingar. Í bókini »Year of the Monkey« – á donskum »Abens år« – ferðast hon kring miss, aldur og um politiska skiftið í USA – og hon skrivar framúr væl. NEUROLOGURIN BJARKE Á RÓGVI HANSEN (KVF) JÓHANNES KALLSGARÐ Á TRØLLANESI (NORÐLÝSIÐ) STEFFAN KLEIN POULSEN, LØGTINGSMAÐUR FYRI MIÐFLOKKIN (IN.FO) Boksing skal bannast Fólk, sum fara í hagan uttan at siga nøkrum frá, eru mangan til ampa fyri okkum onnur Tað má vera skyldan hjá myndugleikum og foreldrum at verja børnini ímóti pornografi S unnudagin kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sun­leif Rasmussen. Fløg­an eitur »Anda­ lag«. Tað er tón­leika­bólk­urin Aldubáran, ið framførir tón­ leikin, og solistur á útgávuni er Jákup Lützen, ið leikar á viola. Útgávan verður løgd fram á konsert á Norður­atlants­ bryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin kl. 15.00. Konsertin og móttøkan eftir konsertina eru ókeypis, og øll eru vælkomin, verður sagt. Solistur Jákup Højgaard Lüt­ zen er føddur í 1988 og er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til bratsj. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar Musikkskúla, og var hann ein av teim fyrstu, ið byrjaðu á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005. Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017. Jákup var frá 2013-15 limur í Gus­tav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu kon­sert­salunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri. Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil. Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni »Andalag« og á konsertini sunnudagin, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Ras­mussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017. Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvertettir eftir Sunleif Rasmussen. Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er mót­ tøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir. Aldubáran er mannað við hes­ um tónleikarum: Andrea Heind­ riks­dóttir (floyta), Anna Klett (klari­nett), Britta Cortabarria (fagott), Páll Sólstein (horn), Bern­hardur Wilkinson (diri­gent­ ur) og Jákup Lützen (viola) JÁKUP SOLISTUR Á NÝGGJARI ÚTGÁVU HJÁ ALDUBÁRUNI Nýggj útgáva hjá Aldubáruni við Jákupi Lützen sum solisti inniheldur verk eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan verður løgd fram í Keypmannahavn sunnudagin Jákup Lützen starvast í orkestrinum Copenhagen Phil