hósdagur 27. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
13
F
øroysk
listaverk
verða javnan seld á
uppboðssølum í Dan
mark. Best umtókti
føroyski listamaðurin á hesum
uppboðssølum er Sámal Joen
sen-Mikines. Hansara málningar
eru høgt í metum og verða seldir
fyri góðar upphæddir. Máln
ingar eftir onnur føroysk lista
fólk verða eisini seldir – og teirra
millum eru William Heinesen,
Zacharias Heinesen, Amariel
Norðoy, Ingálvur av Reyni og
Eyðun av Reyni.
Nú er ein eldri oljumálningur
hjá Ingálvi av Reyni settur til
sølu hjá uppboðssøluhúsinum
Bruun Rasmussen. Málningurin
er av Akraberg og er málaður í
1976. Metingin hjá Bruun Ras
mussen sigur, at virðið á máln
inginum er millum 40.000 og
50.000 krónur.
Málningurin verður seldur á
uppboðssølu tann 3. mars, tá ið
verk eftir til dømis Asger Jorn,
Per Kirkeby, Kurt Trampedach
og Michael Kvium eisini verða
seld.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
– Fríggjadagurin verður
ognaður starvsfeløgunum.
Beint eftir arbeiðstíð fara vit
ein túr niðan í nýggja Skúlan
á Fløtum. Vit flyta jú inn í
summar, so vit eru sera spent
at síggja, hvussu gongur við
byggingini. Síðani hevur ein av
starvsfeløgunum bjóðað heim
til upphiting, tí um kvøldið
verður farið oman á Áarstovu
at eta. Leygardagin er ætlanin
at fara í Burn Fitness at venja
styrkivenjing, og so gongur
leiðing til Klaksvíkar. Eg
og maðurin skulu saman
við nøkrum vinfólkum til
útgávukonsert hjá Rana
Nolsøe í Spaniastovu, tað
gleða vit okkum sera nógv til.
Sunnudagin eru vit heima hjá
verforeldrunum í Klaksvík,
og so gongur leiðin aftur til
Havnar at gera klárt til eina
nýggja viku.
Hvønn vikuskiftisdag
dámar tær best?
Fríggjadagurin er slett ikki
so galin, tí tá er eitt heilt
vikuskifti fyri framman. Eg
fái onkursvegna eyka orku
fríggjadag, hóast arbeiðsvikan
hevur verið strævin. Men mær
dámar allarbest leygardag. Tá
havi eg góðar stundir. Eg kann
sova leingi, og eg kann njóta
dagin. Tá eru eisini góðar
stundir at venja, og ofta fara
vit til okkurt tiltak í býnum
um kvøldið. Tað besta er eisini,
at tað er ein heilur frídagur
afturat, áðrenn ein nýggj vika
byrjar.
Hvussu dámar tær
hesa árstíðina?
Hendan árstíðin er slett ikki
so galin. Eg eri mest til sól
og summar, men hendan
árstíðin ber boð um ljósari
tíðir, og eg elski, at dagarnir
gerast ljósari og longri.
Um tú vildi viðmælt
fólki at lurta eftir
einum sangi um
vikuskiftið, hvør skal
tað vera?
Eg elski Marius Ziska, so har
eru nógv løg, sum eg kundi
viðmælt. Tað nýggjasta
staklagið “Falli til jarðar”,
sum Hans Marius Ziska hevur
gjørt saman við Hans Jacobi
Kollslíð, er ræðuliga feitt!
Ingálvur mettur til 50.000
Ein eldri oljumálningur eftir
Ingálv av Reyni verður seldur
á danskari uppboðssølu
H
etta vikuskiftið ber til at síggja
japanskar filmar í Havn. Fyri
sættu ferð skipar japanska
sendistovan í Keypmannahavn
fyri japanskum filmsfestivali í Føroyum,
og tey vilja vísa føroyingum nakað av tí
besta, sum er at síggja av japanskum filmi.
Á japansku sendistovuni vóna tey, at
filmsfestivalurin er við at skapa forvitni
og áhuga fyri Japan og japanskari mentan
millum føroyingar.
Samanlagt eru seks filmar á skránni –
tríggir verða sýndir leygardagin og tríggir
sunnudagin – og talan er um filmar til allar
aldursbólkar og í fleiri filmsgreinum. Tey
sýna teknifilm, skemtifilmar og meira
álvarsamar filmar.
Bæði kvøldini verður móttøka eftir
tann seinasta filmin, og tá ber til at heilsa
upp á japanska sendimannin, og tey bjóða
serliga japanska drykkin Sake.
Filmar
Ein av filmunum, sum verður sýndur í
Perluni, er »Swing Girls«, sum er frá 2004.
Filmurin gongur fyri seg í Yamagata í
Norðurjapan og snýr seg um ein flokk av
miðnámsskúlanæmingum, sum av tilvild
verður púra bitin av at spæla jazztónleik.
Umframt frálíka jazztónleikin í filminum
er landslagið, har filmurin er upptikin,
framúrskarandi. Hóast sjónleikararnir
ikki eru royndir tónleikarar, spæla teir
mesta av tónleikinum.
Swing Girls verður sýndur leygardagin
kl. 15:15.
Sunnudagin kl. 14:10 ber til at síggja ani
matiónsfilmin Princess Arete, sum er frá
2001. Ein óndur gandakallur hevur læst
prinsessuna inni í einum torni, og hon
roynir at flýggja. Filmurin snýr seg um
individualismu, virðing og ymiskleika og
er fyri bæði børn og vaksin.
Um vikuskiftið
verður japanskur
filmsfestivalur
í Perluni í
Havn. Japanska
sendistovan í
Keypmannahavn
skipar fyri
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Prinsessan Arete verður læst inni í einum horni
Malan
Eyðunsdóttir
Vísa japanskar
Vísa japanskar
filmar
filmar í Havn
í Havn