Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 14 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 38. partur E in av tingmonnunum, tá ið eg kom á ting, var Niclas Niclasen, keyp­ maður í Sørvági. Hann var ein sera sjálvstøðugur mað­ur, sum ofta gekk sínar egnu leiðir. Annars var hann av­gjørdur sjálvstýrismaður og fylgdi altíð Jóannes Patursson, tá ið tað kundi vera ósemja í flokkinum. Niclas var eisini bráur av lyndi og helt seg ikki aftur at siga sína meining, tá ið hann helt tørv vera á tí. Hann var ógvuliga at­finn­ ingar­samur at havna­út­bygg­ ingum, eisini henni í Sørvági. Hetta var kanska tí, at havnin ikki var bygd, har hann vildi hava hana. Sum allir tingmenn, røkti hann eisini lokal áhugamál. Eitt mál, sum østi Niclas var, at sýslumansembætið í Vágum varð lagt undir sýslumannin í Vest­manna. Hetta skapti nógva ónøgd í Vágum. Trølldómur stýrdi vágafólki Eina ferð var orðaskifti í tingi­ num um hetta mál. Hetta var í samband við eina skrivliga frá­ greiðing frá amtmanninum, Ringberg, sum helt at tað vóru ikki sakligar orsøkir fyri sjónarmiðunum hjá vágafólki at vilja hava egnan sýslumann. Hann helt, at tað var meira ein spurn­ingur um ”prestige” hjá teimum. Tað mundu ikki vera nógv í Før­oyum, sum vistu hvat hetta orðið merkti, so Niclas fór í sína gomlu fremmandaorðabók hjá Meyer frá 1879 at kanna, hvat orðið merkti. Har stóð, at hetta orð eisini kundi merkja ”trolddom”. Henda orðabók var tá meira enn 50 ára gomul, og ofta skifta orð mein­ing, sum tíðin gongur, men tað var heldur ikki lætt at vita. Niclas kom við ferð aftur í tingsalin við orðabókini í hond­ ini og bað um orðið, sum hann skjótt gekk. Kristian greiðir soleiðis frá tí sum hendi: ”Og saa kan det være at amt­ manden fik kanel, fordi han i sin embedsforklaring havde anført, at det var trolddom, som holdt vågøbeboernes krav om genoprettelse af embedet oppe. Han stod der med ”Meyer” højt løftet og ligefrem spruttede gennem sit pjuskede overskæg ordet ”trolddom” den ene gang efter den anden, rigtig rullende med r-erne og med vilde øjne, som man ellers kun ser hos mænd under grindedrab. Vi andre morede os over denne voldsomme energiudfoldelse, men amtmanden tog i begyndelsen tog det hele som en morsom spøg. Men da hans navn stadig blev nævnt mere og mere, blev han rød i hovedet af arrigskab, men han holdt sig klogelig fra at svare.” So tað hevur eisini verið stuttleiki á tingi tá í tíðini. Men Vágar bleiv so aftur ein egin sýsla. Niclas var stórsinnaður Niclas var ógvuliga gestablíður. Hann var sum arabarar, sum vístu sínum fíggindum størsta gesta­blídni. Eina ferð Margretha var á veg til Keypmannahavnar um Bergen, var Niclas eisini við. Í Bergen bjóðaði hann Margrethu og eini aðrari kvinnu upp á fjallið Fløyen, har hann bjóðaði teimum morgunmat. Margreta helt, at hetta var stórs­ligið av honum. Men sum hann segði: ”Tá ið eg reisi, so reisi eg”. Tá varð alt annað lagt til viks. Víst var hann gestablíður og hevur uttan iva verið ”sine venn­ers ven”. Mótvegis mær var hann altíð vinarligur, sjálvt um vit í kjaki kundu vóru ógvuliga ósamdir. Ein tingmaður, sum hann var politist ógvuliga ósamdur við, var Petur Mohr Dam. Ein dagin, tað var eitt drúgt orða­skifti í tinginum, fór Niclas oman í bókahandilin og keypti ein sprellimann. Tá hann kom niðan aftur talaði Petur Mohr Dam. Hann plagdi at veipa við ørmunum, tá ið hann talaði. Niclas stillaði seg í hurð­ina inn til tingsalin og lata sprelli­ mannin veipa við ørmunum eins og Dam. Hetta sá hann, men Dam lat seg ikki órógva, hóast hann bleiv nakað reyður í and­litinum. So Niclas var nakað av einum pussfiski. (Kanska hevur hetta verið arviligt! ój.) Niclas var føddur í 1873 og doyði í 1939. Hann var á tingi 1928-1936. Hann var limur i sóknarstýrinum í Sørvági 1915- 1930, var formaður 1925-1926. Niclas var sonur tann kenda Dánjal Norði í Stovu, og tók 22 ára gamal við handlinum eftir pápanum, sum hann rak fyrimyndarliga. Hann fekk eitt vakurt eftir­ mæli í Tingakrossi. Her skal verða endurgivin ein yrking hjá Nyholm Debes til minnis um Niclas: So fara burtur mætir menn, so við og við, sum Føroyar góvu merg og tenn, teir lið um lið í halgigarði hvíla. Teir stríddust – Føroyar áttu teir, - er betri sagt, er nakað meir, ið gevur manni virði. So fór tú burtur, kennast má, tøgn er um stund. Tú segði frá sum landið lá, frí var tín lund. Tú stimbraði tey, sum í iva stóðu, tú revsaði tey, ið lógu og svóvu, títt minni tindar branda, Ruddast mátti upp í begravilsisnevndunum Annars var støðan tann í tingi­ num, at nógv mál blivu súltaði í nevndum. Við endanum av tingsetuni fingu tey við­merk­ ingina: ”Sagen udsættes til næste Aar, idet Udvalget ikke har naaet at tilendebringe sine Over­vejelser”. Ella bara ”sagen ud­sættes til næste år.” Serliga var tað kommunu­ nevnd­in, sum fekk heitið ”begravilsis­nevnd”. Men tað Kristian kom í eitt løgting, sum onga umsiting hevði. Hetta gjørdi at málini ofta komu í drag. Men sum tann ”skrivstovumaður”, sum Kristian var, royndi hann at fáa skil á hesum. SIÐSØGA Kristian Djurhuus: Tá ið langabbi Jørgen gjørdi bart i tinginum Soleiðis sá tingsalurin út í 1920-unum