hósdagur 27. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
15
Komandi partur
Komandi partur hjá Kristian
Djurhuus kemur um tvær
vikur. Komandi partur verður
um eitt dapurt 100 ára minni.
sama kundu sigast um land
búnaðarnevndin, sum í 1932
ikki enn var liðug at viðgera
tað uppskot um nýskipan av
landbúnaðinum, sum var lagt
fram í 1908!
Eg fekk so formansskapin í
hesum nevndum.
Uttan at tað skal takast sum
sjálvrós, kann eg siga, at eg allar
dagar á skrivstovu míni hevði
eina serliga trongd at hava
”slætt borð”, t.v.s. at avgreiða
málini so skjótt hetta lata seg
gera. So her var veruliga nakað
at fara í holt við.
Eftir at hava hildið fund
í báðum nevndum var mín
fatan, at tað kundi væl lata
seg gera at fáa ruddað upp í
kommununevndini, meðan
tað kanska var tyngri við land
búnaðarmálunum.
Tað undraði meg, hvat ið
tingmenn kundu fáa tíðina at
ganga við í longum tingsetum,
sum kundu vara seks vikur, tá
so lítið hendi í nevndunum.
Orsøkin var vist tann, at tíðin
fór til nógv nyttuleys long
politisk orðaskifti.
Andras hevði
minni sum fáur
Ábyrgdina av hesum høvdu
formenninir fyri teir báðar
politisku flokkarnar. Annar
hevði alla tíðina við flokka
skipan verið Jóannes Patursson.
Sambandsflokkurin hevði í
mong ár havt Oliver Effersøe og
undan honum Fríðrik Petersen.
Nú var tað so Andras Samuel
sen, sum bleiv formaður fyri
ein flokk, sum hevði avgjørdan
meiriluta í tinginum. Eg skilti á
Andras, at hann vildi fegin hava
eina broyting, og tí var tað, at
hann vildi hava meg at vera
formann í umrøddu nevndum.
Andras var framúr í orða
skiftum, meðan eg var góður
til tað dagliga arbeiðið, sum
eisini mátti gerast. Hetta bleiv
í høvuðsheitum arbeiðsbýtið
okkara millum.
Tað eydnaðist í fyrstu ting
setuni at fáa rudda upp í
kommununevndini, og eisini í
nøkrum av hinum nevndunum.
Eg skrivaði vist øll álitini sjálvur.
Drúgv landbúnaðar
lóggáva
Ringberg, amtmaðurin, hevði
verið formaður í eini nevnd,
sum skuldi koma við upp
skoti um eina nýggja land
búnaðarlóggávu.
Her var eg limur saman
við millum øðrum Jóannes
Patursson. Trupulleikin var,
at Patursson var ímóti eini og
hvørjari lóggávu um broyt
ing av festijørðini. Hann sat
jú við størsta festigarðinum
í landinum. Hansara grund
sjónarmið var, at ein festari
hevði sama rætt sum ein
ognarmaður. Tí vildi ein og
hvør broyting av festiskipanini
vera tað sama sum ein
samfelagskollvelting. Niclas
Niclasen stuðlaði honum í
hesum.
Fyri Sambandsflokkin vóru
limirnir umframt meg sjálvan
Mikkjal Samuelsen og Hans
Iversen. Hesir føldu seg kall
aðar at røkja áhugamálini
hjá óðalsmonnum. Tað gjørdi
Niclas Niclasen eisini.
Mikkjal var tó tann, sum
hevði lættast at finna eina neyð
semju. Men her máttu vit, sum
ikki eina ferð, útseta málið ”til
næste Aar.” Tað var heilt fram
til 1936/37, at hesi mál vóru á
skránni.
Aftur sjúkrahús
Eg reisti aftur spurningin um
eitt nýtt sjúkrahús á Tvøroyri.
Ein skuldi trú, at Petur M. Dam
stuðlaði einum slíkum upp
skoti, so sosialur, sum hann
var. Men tað gjørdi hann ikki.
Hann vildi heldur pjøssa uppá
gamla sjúkrahúsið. Kanska var
orsøkin til hansara støðutakan,
at uppskotið kom frá mær.
Soleiðis er politikkur eisini.
Málið um Skarstein
Sluppin Skarstein var forlist í
Vesturgrønlandi hetta heystið.
Nú høvdu sjálvstýrisfólk gjørt
eina søgu, sum um hon var røtt,
var ein staðfesting av, hvussu
harðliga danskir myndugleikar
fóru fram móti føroyskum fiski
monnum, sum trongdu til hjálp.
Eg setti meg í samband við
skiparan, sum eg kendi væl, og
hann gav mær eina aðra søgu.
Tað hevði verið sjóforhoyr, og
her kom einki fram í hesum
máli um grova viðferð av
okkara fiskimonnum, hóast
tað mátti ásannast, at donsku
myndugleikarnir kundi verið
meira smidligir, men hetta var
orsakað av sjálvari skipanina í
Grønlandi.
Hetta var eisini viðgjørt í
bløðunum og í tinginum, har
eg varð lagdur undir at halda
hondina yvir umrøddu fram
ferð hjá dønum.
Tað skal tó ásannast,
at viðferðin sum føroysk
fiskiskip fingu í Grønlandi ofta
var ósømilig. Hetta kundi eisini
brúkast politiskt.
Málið um Skarstein endaði
eisini í landstinginum, har
Jóannes Patursson, sum tá var
limur, tók tað upp. Tí kom tað
eisini í donsk bløð.
Tingsetan 1932 endar
Tann 5. oktober var til viðgerðar
í tinginum ein umsókn frá
arbeiðsmannafelagnum Fylk
ing á Tvøroyri um at seta ar
beiðir í gongd fyri at bøta um
arbeiðsloysið sum var. Hetta
fekk Niclas Niclassen at leggja
eftir Dam vegna Ísvirkið. Eg
setti uppskot fram um, at
málið varð sent donsku stjórn
ini við besta viðmæli. Hetta
varð samtykt við 15 atkvøðum,
sambandsmonnum, javnaðar
monnum og einum sjálvstýris
manni.
Tann 10. oktober endaði ting
setan, og eg føldi tað sum ein
lætta eina tíð at koma burturúr
politisku toganina.
Eg hevði lært nakað nógv
um politikk, men sjálvsagt
var nakað væl eftir. Eg lærdi í
hvussu er, at tað er neyðugt við
toli.
Eg var komin at kenna
Andras Samuelsen betri. Tað er
eingin ivi um, at hann var tann,
sum stóð seg best í orðaskiftum.
Hann var dugnaligur taktikkari,
betri enn Jóannes Patursson.
Andras hevði tað fram um
Jóannes, at hann hevði eitt
ótrúliga gott minni. Hann mint
ist mál og hendingar langt aftur
í tíðina, sum hann á standandi
fót kundi vísa til. Jóannes
Patursson var als ikki so væl
fyri, og hann var ofta als ikki
førur fyri at afturvísa tað, sum
Andras ógvuliga sannførandi
kundi føra fram.
Hinvegin var Andras ikki so
væl fyri, tá ið tað galt tað dag
liga arbeiðið, har tað ráddi um
tað skrivliga og sakliga.
Á fundum var Andras ógvu
liga prátingarsamur, og kundi
fortelja nógvar góðar søgur.
Men hetta seinkaði arbeiðið í
nevndunum.
Her kann leggjast afturat, at
meðan Andras var formaður
varð førd gerðabók um tey
mál, sum vórðu viðgjørd. Men
hildið var uppat við hesum, tá
ið Johan Poulsen seinni bleiv
formaður í flokkinum.
Sambandsflokkurin eisini
stinnur til fólkatingsvalið
Tað var fólkatingsval í desember
1932. Trý valevni vóru: Andras
Samuelsen, Johan Kalsoy fyri
Sjálvstýrisflokkin og Johan
Danbjørg fyri Javnaðarflokkin.
Andras fekk eins nógvar at
kvøður sum teir báðir til
samans. Eg var til einar tveir
av teimum valfundum, sum
vóru. Tað var eingin ivi um, at
Andras hevði tey bestu kortini
á hondini, og at hann var tann
besti taktikkarin.
Skarstein málið hevði
verið partur av valstríðnum
til fólkatingsvalið, og tað var
serliga Sjálvstýrisflokkurin,
sum royndi at gera sær dælt
av hesum máli. Men tað fekk
ikki ta stóru ávirkanina. Hetta
var eitt vónbrot hjá Sjálvstýris
flokkinum.
Syrgilig vanlukka
Við árslok 1932 hendi ein
syrgilig vanlukka á Tvøroyri. Tá
kom Erik Johansen álvarliga til
skaða, tá ið hann skuldu bresta
eina bumbu.
Hann misti aðra hondina og
part av arminum. Hann hevði
fingið fýrverk umborð á einum
fiskiskipi. Eg var til staðar og
hjálpti økislæknanum eisini
at taka undirarmin.
Men hann var kropslig
sterkur og kom nokk so skjótt
fyri seg aftur. Hann fekk av
lamisendurgjald og fyri tað
kundi hann byrja eina kiosk,
sum hevur givið væl av sær.
Tað var eitt slag av hepni, at
hann misti høgru hond, tá hann
var lámur. Á høgru hond fekk
hann ein krók, sum hann kundi
hjálpa sær við.
Sambært tingskipanini frá 1924 skuldu tingmenn
tala standandi frá sínum plássi i tingsalinum
Niclas Niclasen bardist fyri
sýslumansembætinum í Vágum.
Kanska var hann ikki heilt
ólíkur langabbasoninum, Jørgen
Tingmenn til arbeiðis. Hesir eru Mikkjal Samuelsen,
beiggi Andras, og Gunnar Winther
Andras Samuelsen og Jóannes Patursson vóru oddamenninir
í politikki, tá ið Kristian Djurhuus kom á ting