hósdagur 27. februar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
16
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í
Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við
Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar
innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger
arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir
útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda
spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so
svarar Holger tær her í Sosialinum.
TEY 5 BOÐINI HJÁ VEGLEIÐARANUM UPPÁ ÚTBÚGVINGARVAL OG YRKISLEIÐ
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Mikudagin 15. januar var
umsóknarfreistin fyri tær
flestu bachelorútbúgvingar
nar í Stóra Bretlandi. Hóast tú
ikki náddi at søkja, hevur tú
einki mist, tí tað eru framvegis
fleiri túsund tøk pláss at søkja
heilt inntil 30. juni 2020.
Hvat er øðrvísi?
Um tú søkir inn á eina útbúgv
ing nú, noyðist universitetið,
sum tú hevur valt, ikki at
viðgera tína umsókn, um øll
lestrarplássini eru fylt. Jú fyrr
tú søkir tess betri møguleika
hevur tú!
Nýt leitifunktióina fyri
at finna eina útbúgving
– allar útbúgvingar við av
markaðum plássum vísa ein
ávaringartríkant við meira
kunning í ”Entry require
ments” teiginum. Tað er eisini
eitt gott hugskot at seta teg í
samband við tey universitet
og college, sum tú ert áhugað/
ur í, áðrenn tú leggur tey
afturat tíni umsókn sum eitt
val – bara fyri at tryggja tær,
at tey hava tøk pláss.
Vitja www.ucas.com fyri at
fáa meira kunning, sum kann
hjálpa tær at fylla umsóknina
út.
Tú ert somuleiðis vælkomin
at seta teg í samband við www.
vegleiðing.fo fyri at fáa veg
leiðing í hesum sambandi.
Tú kanst framvegis søkja í Stóra Bretlandi!
INTERNATIONAL
PROGRAM
GLASIR 2020
GYMNASIALAR
ÚTBÚGVINGAR
“The program is designed to give
students - foreign or Faroese - an
upper secondary education with
an international study profile
and improving access to higher
educational institutions and
universities.”
Do you seek an international
upper secondary education
where the Teaching materials
and lessons are in English?
Our international program is
just that – an upper secondary
course, where all lessons and
teaching materials are in
English, with the exception
of the courses in Faroese and
foreign language studies –
preparing you for international
higher education.
OVERVIEW AND CHOICES.
((Oversigt I farver I folderen
her: https://www.glasir.fo/
wp-content/uploads/2020/02/
GLASIR_faldari_miðnám_
yrkisnám_2020_v2R.pdf - kan
erstatte faglisten nendenfor, og
jeg kan ikke kopiere den ind her.
Måske I kan det…))
INTERNATIONAL
PROGRAM OVERVIEW
Faroese A*
English A
French A
History A
Mathmatics B
German B or Danish A*
Social Science C
Religion C
Physical edu. C
Social science C
Geography C
Biology C
Free choice 1
Free choice 2
Free choice 3
Study progress
Study project 1
Study project 2
NB! Note that the International
Program, which now has a
preliminary approval from the
Ministry of Education, will be
available if a sufficient number
of students apply, are qualified
and admitted - and that the
Ministry grants final approval
for the program.
*Foreign language students
can be exempted from taking
Faroese A. In that case you will
need another A level. See the
students’ consultants at Glasir
for further information.
The program is basically an
English version of “Hugbreyt”
When applying, your only choice
to make is between Music B or
Visual Arts C. The free choices
that are available the 2nd and 3rd
year are Chemistry B, Phycics
C, Cultural understanding C or
Psychology C.
PART OF A CLASS Mostly,
you will be part of a fixed group
of students - a class - over the
three-year-period. You will have
to complete at least 4 A levels
and 3 B levels.
APPLICATION Deadline for
applications is March 15. You
submit your application online
at: www.innskriving.fo
www.glasir.fo
Nú nærkast tíðin, tá næmingar skulu velja útbúgving eftir fólkaskúla
Nýtt Nýtt
Útbúgvingarvalið er grundar
lagið, ið tú byggir tína yrkisleið
á. Ongar útbúgvingar eru eins,
men tær kunnu kortini enda
innan fyri somu yrkisleið. Tá tú
velur útbúgving, letur tú upp
fyri eini rúgvu av møguleikum,
har tú á leiðini kanst lata upp
fyri uppaftur fleiri møguleikum
og yrkisleiðum. Tað er alt upp til
tín; men vit hjálpa tær fegin. Her
er boðið hjá vegleiðaranum uppá
sambandið millum útbúgving og
yrkisleið/starv.
Tað týdningarmesta er, at tú
velur eina útbúgving, sum tú
hevur áhuga fyri fakliga, ið tú
ert motiverað/ur at byrja uppá.
1. Ger mítt útbúgvingarval
á einum universiteti av,
hvat eg fari at arbeiða við,
tá eg eri fult útbúgvin?
Tá tú tekur eina universitetsút
búgving, býrt tú teg ikki út til
eitt ávíst starv, sum tú gert, tá tú
lesur til t.d. sjúkrarøktarfrøðing.
Við eini universitetsútbúgving
mennir tú fleiri ymiskar
førleikar, og tú kanst vanliga
arbeiða við nógvum ymiskum
tingum, og í ymiskum vinnum.
Í tíni lestrartíð kanst tú eisini
snara tína útbúgving inn á eina
ávísa leið við t.d. verkætlanum
og valfakum.
So nei, títt útbúgvingval
ger ikki einsamalt av, hvussu
framtíðin fer at síggja út.
Men sjálvandi fært tú nakrar
ávísar førleikar við tær frá
tíni útbúgving, og ymiskar
útbúgvingar koyra ymisk amboð
í amboðskassan, sum koma at
mynda tín máta at fara undir
nýggjar avbjóðingar.
2. So mær nýtist ikki at vita,
hvat eg vil arbeiða sum,
áðrenn eg velji útbúgving?
Nei, tað nýtist tær ikki. Summi
vita, hvat tey vilja, longu
áðrenn tey byrja, meðan mong
eisini uppliva, at tey broyta
meining undir lestrinum,
samstundis sum tey læra
meira um seg sjálvi, og hvat tey
kunnu og vilja. Tá tú byrjar á
tíni útbúgving, fert tú við vissu
at uppliva, at tínir lestrarfelagir
hava ymiskar ætlanir, og at tað
eru sera nógvir møguleikar
við tí somu úrbúgvingini. Tað
týdningarmesta er, at tú velur
eina útbúgving, sum tú hevur
áhuga fyri fakliga, og sum tú
ert motiverað/ur at byrja uppá.
3. Er tað týdningarmikið,
at eg velji okkurt, har eg
haldi, at eg kann fáa tey
hægstu próvtølini?
Nei. Fyri nógv lesandi fylla
próvtølini nógv, men tað hevur
ofta ikki so stóran týdning, tá
tú skalt søkja starv. Tað er ikki
keðiligt, um tú fært góð próvtøl,
men tað týdningarmesta er,
at tú ert motiverað/ur fyri at
læra og menna teg fakliga.
Arbeiðsgevararnir ganga ofta
meira uppí, hvørjar førleikar tú
hevur fingið, enn í tíni próvtøl.
Og tað kann bæði vera førleikar
frá tíni útbúgving, men eisini frá
royndum, sum tú hevur gjørt
tær uttan fyri universitetið,
sum t.d. lestrarstarv, starvslæra
og sjálvboði arbeiði.
4. Skal eg hava eitt
lestrarstarv fyri at fáa
arbeiði eftir loknan lestur?
Tað stutta svarið er: nei, tað
skalt tú ikki. Men tað kann
vera eitt ordiliga gott hugskot
at hava, meðan tú ert undir
útbúgving. Eitt lestrarstarv
gevur tær møguleikan at nýta
nakrar av førleikunum, sum
lesturin gevur tær, ”í tí veruliga
lívinum.” Og hóast starvið
ikki beinleiðis hevur nakað
við tín lestur at gera, geva
starvsroyndir tær kortini nógv
av tí, sum arbeiðsgevararnir
hyggja eftir. Og so er tað eitt
gott ískoyti til lestrarstuðulin.
5. Nógv tosa um, at tað er
týdningarmikið at hava eitt
netverk. Hvussu fær mann
tað, tá mann byrjar á einum
heilt nýggjum staði?
Títt netverk veksur alla tíðina,
tá tú hittir nýggj fólk. Hugsa
um, hvussu nógv tú kennir
nú, sum tú ikki kendi, tá t.d.
tín útbúgvingartíð byrjaði.
Tínir lestrarfelagar á tí hægru
útbúgvingini verða eisini
ein týdningarmikil partur av
tínum netverki, so tað veksur
næstan av sær sjálvum undir
tíni lestrartíð.
Um tú fegin vilt arbeiða
aktivt við at víðka títt netverk,
mást tú taka av møguleikum at
hitta nýggj fólk, sum t.d. arbeiða
við umráðum, ið tú heldur vera
áhugaverd. Tað týdningarmesta
er at vera forvitin og opin, tá tú
hittir nýggj fólk, so tey minnast
teg fyri tann góða persónin, tú
ert.
VEGLEIDING.FO