Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 17 ARBEIÐARAFELAGIÐ HÆDDIN Ársaðalfundur verður leygardagin 29. februar kl. 15.00 í felagshølinum. Skrá: sambært lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur hálvan tíma seinni. Nevndin Móttøka Í sambandi við at Elnet sp/f hevur yvirtikið el- deildina hjá Einar Mikkelsen Sp/f og Høgni B. Mikkelsen, stjóri , fyllir 70 ár tann 1. mars, verður við hesum boðið til almenna móttøku í Dansifrøi fríggjadagin 28. februar 2020 frá kl. 14.00 til 17.00 Høgni Mikkelsen hevur verið 55 ár í starvi hjá Einar Mikkelsen Sp/f , harav tey seinastu 40 árini sum stjóri Øll eru hjartaliga vælkomin Felag Tænastumanna Landsins Aðalfundur felagsins 2020 verður í Kaffihúsinum á Bryggjubakka 14 (2 hædd) hósdagin 5. mars Kl. 16.30 Sambært dagsskrá felagsins. Eisini verður okkurt til matna. Nevndin Aðalfundur hjá Føroya Heimavirkisfelag verður leygardagin 29. feb frá kl.15.00 Er fundurin ikki viðtøkuførur, Verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni. Fundarskrá sambært lógum felagsins Nevndin Aðalfundurin hjá OM Føroyum verður í bygdahúsinum á Strondum, mánakvøldið 16. mars klokkan 19. Á skránni vera framløgur frá trúboðarum og frá formanninum. Aðalfundurin er fyri limir í OM Føroyum. Møguleiki er at tekna seg sum lim á aðalfundinum sjálvum. Aðalfundur S&K felagið Aðalfundurin hjá S&K felagnum verður 7. mars 2020 kl. 17:00. Í ár verður aðalfundurin á Hotel Hafnia 7. mars. Aðalfundurin verður kl. 17.00 - 19.00. Eftir aðalfundin bjóða vit til 3 rættaða matskrá á Hotel Hafnia. Hettar krevur, at ein má boða frá 8 dagar innan aðalfundin, um ein kemur við á aðalfundin. Boðast skal frá á telduposti skfelag@skfelag.fo. Skráin á aðalfundinum er hendan: 1. Frásøgn formansins frá faran ári. 2. Roknskapur til góðkenningar. 3. Fakligt innlegg. Umboð frá Føroya Lívstrygging koma at greiða frá útrokning av Lívrentu. 4. Val av 2 nevndarlimur. (3 limir bjóða seg fram til hesar báðar sessirnar) 5. Val av 2 tiltakslimum. 6. Innkomin uppskot. 7. Val av Grannskoðara. 8. Ymiskt. Eftir aðalfundin bjóðar S&K felagið til 3 rættaða matskrá, har okkurt undirhald eisini verður á skránni. DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á