Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 20 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL S penningurin er øgiligur, nú bert fýra vikur resta í av grundspælinum. Tað snýr seg um at enda ímillum fýra tey fremstu eftir 18 dystir. Tá ert tú í hálvfinalunum. Í SMS-deildini hjá kvinnum er longu avgjørt, at Kyndil, VÍF, Neistin og H71 vera liðini í hálvfinalunum. Tey stríðast um at enda so ovarlaga sum gjørligt. Hjá monnum tykist H71 at hava fremsta plássið, meðan VÍF, StÍF, Neistin og KÍF stríðast um hini trý. Sunnudagin bresta Neistin og StÍF saman í Havn, meðan KÍF bjóðar VÍF av í Vestmanna. KÍF er skert av ræðuligari venjingarviku KÍF byrjaði kappingarárið undir stórum trýsti, tá ið miðlarnir mettu KÍF at vera millum sterkastu liðini í landinum. Fyrstu fimm dystirnar prógvaðu kollfirðingar, at vit í miðlunum høvdu so púra rætt. Men eftir at KÍF gjørdist fyrsta liðið at vinna á H71, steðgaði alt upp. Næstu sjey dystirnar var úrtøkan ein sigur á Team Klaksvík og seks taptir dystir. Stigini, ið KÍF vann sær í fyrstu fimm dystunum eru tó so mikið nógv, at KÍF framvegis livir, og ein óvæntaður sigur á Neistanum sunnudagin, hevur spælt KÍF inn aftur í stríðið um hálvfinalurnar. Sigurin á Neistanum var serliga óvæntaður orsakað av einari ræðuligari venjingarviku, har Hans Eli Sigurbjørnsson beklaði og Ási Dam fekk fiburspreinging. Teir vóru ikki við ímóti Neistanum, og teir vera heldur ikki við ímóti VÍF sunnudagin. Hans Eli sigur seg vóna at vera til reiðar ímóti H71 næsta sunnudag aftur, meðan Ási Dam sigur seg neyvan vera føran tá heldur. KÍF noyðist at endurtaka bragdið frá neistadystinum, og vinna uttan profilarnar ímóti VÍF sunnudagin. Hanus og Julian komnir heim til Vestmannar VÍF hevur aftur í ár verið ein av fremstu avbjóðarunum, og hava kanska ikki fingið nóg nógv rósandi orð fyri spælið hjá sær, ið hevur ført til eitt fyribils næstfremsta pláss. Ósigurin í steypakappingini ímóti Kyndli mundi svíða, men nú snýr tað seg um at leggja dentin á lands­ kappingina. Ein sigur á KÍF nú sunnudagin hevði verið eitt stórt fet ímóti hálvfinalunum, og nú kemur fólk eisini at hjálpa. VÍF hevur styrkt seg við tveimum fyrrverandi – men framvegis bert 24 ára gomlum – profilum. Julian Olsen var við í steypakappingini og verður verandi til kappingarenda, og eisini er Hanus Christophersen fluttur heim. Hann spælir væntandi sunnudagin, sigur VÍF-venjarin, Hjalmar Klein Olsen. - At Julian og Hanus eru komnir heim, kemur væl við hjá okkum, sigur Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari. - Hópurin hevur verið nakað smalur, og nú grundspælið skal avgerast, er gott at hava breiðan hóp. Eg hugsi at vit ikki hava havt 16 leikarar á dómaraseðlinum til nakran dyst í ár, men tað klára vit nú, sigur Hjalmar Klein Olsen. StÍF skert av fiburspreinging og vinkulslípara Eftir tríggjar fantastiskar mán­ aðar, har StÍF av álvara hótti fremsta plássið við sigri á H71 steðgaði StÍF-maskinan brádliga upp 8. desembur. StÍF var ósigrað á heimavølli, men tá ið fyrst KÍF og so StÍF vunnu stórsigrar á Skála næstu tvær vikurnar, datt StÍF niður á fjórða pláss. Í steypakappingini fór Kyndil av Skála við hálvfinaluplássinum og spurningurin mundi vera um StÍF fór at reisa seg í ár. Men so bragdaði aftur sunnudagin. Mót­støðuliðið var aftur Kyndil, og nú var StÍF-maskinan aftur smurd. Fimm minuttir inni í seinna hálvleiki var munurin uppi á níggju málum, og tað endaði við einum greiðum sigri, hóast úrslitið bert segði 27-24. Meðan StÍF tá kundi gleðast um, at toppskjúttin og ein av ímyndunum av skjóta StÍF- spælinum, Ivan Mrdalo, var aftur á vøllinum sunnudagin, mátti tað elva til iðran, at Sveinur Justinussen mátti gevast við fiburspreinging. Hann hevur ikki vant hesa vikuna og verður neyvan við ímóti Neistanum sunnudagin. Tað verður bróðursonurin, Bjarni í Selvindi, heldur ikki. 17 ára gamla stjørnuskotið hevur skorið seg í fingurin av einum vinkuslípara, men skaðin er ikki verri enn at bakkurin verður til reiðar aftur um einar ella tvær vikur. Annars venja allir, sigur Hondbóltur: Sunnudagin klokkan 16 hittast tey fýra liðini, sum stríðast um at sleppa í FM-hálvfinalurnar saman við H71. Bert trý stig skilja tey fýra liðini, nú farið verður undir fýra teir seinastu dystirnar SUPERSUNNUDAGUR SUPERSUNNUDAGUR Í OKKARADEILDINI Í OKKARADEILDINI Martin Danielsen spælir aftur fast í StÍF - Neistin er uttan Runa Olsen (h.m.)