Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 25 21 Marius Joensen, StÍF-venjari, áðrenn dystin ímóti Neistanum sunnudagin. Neistin: Ársins leikari framvegis bert hálvur FM-silvurvinnararnir tvey tey seinastu árini, eru brádliga dotnir niður á fjórða pláss, og hava tørv á sigri ímóti StÍF sunnudagin. Vit í miðlunum hava væntað í fleiri mánaðir, at Neistin skal spæla hálvfinalur. Men eftir at hava tapt ímóti H71 seinasta dystin fyri jól, og ímóti KÍF fyrsta dystin eftir steypakappingina, er brádliga farið at brenna undir hálvfinaluplássinum. Og nú er spurningurin um, hvussu ungu neistamenninir fara at kenna trýstið. Eftir at Tróndur Kragesteen varð illa skaddur í ársins fyrsta dysti, og Rasmus Søby eisini hevur stríðst við skaðar, hevur Neistin byrjað flestu dystirnar við Juliani Kragesteen, Tróndi Mikkelsen og Dánjali Ragnarssyni á bakk-plássunum. Tað hava teir gjørt framúr væl, men tað kann vera tungt at lata alla ábyrgd á tríggjar leikarar, sum fyri bert einum ári síðani spældu við dreingjum 18 – har teir tó vunnu greipuna. Stutt fyri jól skifti Neistin venjara. Nú er Tróndur Kragesteen venjari, og hann greiðir frá, at allir leikarar venja, uttan venjarin sjálvur. Har­aftur­at eru teir báðir Karl Martin Olsen og Rune Olsen burtur­staddir – og koma møgu­ liga ikki aftur fyrr enn kapp­ ingar­árið er liðugt. Og so stríð­ ist ársins leikari í Føroyum tvey tey seinastu árini, Rasmus Søby, framvegis við skaða. Men hann spælir kortini sun­nu­ dagin ímóti StÍF. Næstu tveir dyst­i­rnir hjá Neistanum eru lykla­dystirnir. Eftir StÍF er VÍF á skránni, áðrenn tveir teir sein­astu dystirnar ímóti Kyndli og Team Klaksvík, har Neistin má væntast at vinna sær fýra stig. Neistin hevur eisini ein lítlan fyrimun, við at vera betri innan­hýsis enn StÍF, KÍF og VÍF áðrenn seinastu dystirnar. Men tað kann broytast við ósigrum næstu tveir dystirnar. Toppskjúttar í Okkaradeildini (Sí tíggju tey fremstu á máltindinum í Ítrottarsosialinum hvønn mánadag) Filip Jojic VÍF 135 Nicklas Selvig KÍF 98 Dánjal Ragnarsson Neistin 87 Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil 79 Tróndur Mikkelsen Neistin 75 Dystarskrá hjá hálvfinalubiðlunum VÍF: KÍF (heima), H71 (úti), Neistin (heima), Kyndil (úti) StÍF: Neistin (úti), H71 (úti), Team Klaksvík (úti), KÍF (heima) Neistin: StÍF (heima), VÍF (úti), Team Klaksvík (heima), Kyndil (heima) KÍF: VÍF (úti), H71 (heima), Kyndil (úti), StÍF (úti) Leygardagin klokkan 18: Kyndil – H71 Sunnudagin klokkan 16: Neistin – StÍF Sunnudagin klokkan 16: VÍF – KÍF Leygardagin klokkan 16: Kyndil – H71 Sunnudagin klokkan 14: Neistin – StÍF Sunnudagin klokkan 14: VÍF – VB Okkaradeildin (menn) støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 13 373 299 74 22 2 VÍF 14 399 365 34 18 3 StÍF 14 390 391 -1 17 4 Neistin 14 370 336 34 16 5 KÍF 14 370 343 27 15 6 Kyndil 13 330 347 -17 8 7 Team Klaksvík 14 288 439 -151 0 SMS-deildin (kvinnur) støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Kyndil 14 376 281 95 22 2 VÍF 15 407 349 58 22 3 Neistin 15 368 312 56 20 4 H71 14 386 322 64 18 5 Stjørnan 15 356 410 -54 9 6 StÍF 15 339 437 -98 7 7 VB 14 300 421 -121 4 Toppskjúttarnir bresta saman í Vestmanna Í lykladystinum ímillum VÍF og KÍF sunnudagin bresta tveir teir ídnastu málskjúttarnir í deildin saman. Filip Jojic úr VÍF og Nicklas Selvig úr KÍF hava skotið ávikavist 135 og 98 mál í teimum 14 dystunum higartil. Filip av vinstra bakki og Nicklas Selvig av høgra bakki – og í seinastuni eisini av høgra vongi. Avgerandi dystirnir: Ovaru plássini hava eisini týdning Hóast øll liðini fyrst og fremst leggja dent á at enda ímillum fýra tey fremstu og harvið spæla seg í hálvfinalurnar, so er eisini eitt spæl um teir fyrimunir, ið tað gevur at enda ovast í grund­ spælinum. Fyrsti fyrimunurin er, at endar tú á fremsta plássinum, verður mótstøðuliðið í hálv­ finalu­n­um tað, ið endar á fjórða plássinum. Altso tað, ið onkurs­vegna kann metast sum veikasta mótstøðan. Harafturat fær ovasta liðið í grundspælinum fyrimun av heima­vølli í endaspælinum. Í endaspælinum verða upp í tríggir hálvfinaludystir leiktir og upp í fimm finaludystir. Tað vil siga, at tað ovara liðið í grundspælinum hevur heima­ vøll um hálvfinalan skal av­ gerast í einum triðja dysti, og um finalan skal avgerast við einum fimta dysti. Filip Jojic hevur skotið 135 mál í Okkaradeildini áðrenn brakið ímóti KÍF KÍF hevur tørv á málum frá toppskjúttanum, Nicklas Selvig, í Vestmanna sunnudagin