hósdagur 27. februar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
22
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
H
åkan Ericson hevur
kunngjørt toymið
rundanum A-lands
liðið. Tað telur 21
mans, sum saman skulu vera
við til at menna føroyskan
landsliðsfótbólt. Millum nýggju
nøvnini eru mentali venjar
in, Igor Ardoris, høvðusfysio
terapeuturin, Rickard Dahan
og professarin í fysiologi við
drúgvu royndunum í venjara
leiklutinum, Magni Mohr.
Hartil eru nýggj nøvn
sum Andras Gango, ið verður
málmansvenjari, Jón Clement
sen, sum verður høvðuslækni
og Sigfríður S. Clementsen,
ið saman við Jógvani Martin
Olsen, fótbóltsmennara, Áka
Johansen, fyrrverandi U17-
landsliðsvenjara og tekniska
stjóranum í Fótbóltssam
bandinum, Pæturi S. Clement
sen skulu standa fyri at kanna
mótstøðuliðini.
Frammanundan var greitt,
at Eli Hentze, fótbóltsmennari,
verður hjálparvenjari og Sámal
Erik Hentze verður U21-lands
liðsvenjari.
Álvur Hansen og Øssur Stein
holm koma at hjálpa Rickard
Dahan, meðan læknarnir, Elmar
Ósá, Heini Harryson og Djóni S.
Joensen framvegis verða knýttir
at landsliðnum.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari
í Fótbóltssambandinum kemur
at hava evst ábyrgd saman við
vara-aðalskrivaranum, Kristini
Dam Ziska. Hans Erik Danielsen
heldur fram sum miðlamaður og
Bárður Lava Olsen heldur eisini
fram sum høvðusliðleiðari.
Landsliðsvernjarin
er spentur
Tað var í desembur í fjør, at Fót
bóltssambandið kunngjørdi, at
Håkan Ericson verður nýggjur
landsliðsvenjari hjá føroyska
A-landsliðnum í mansfót
bólti. Hann kom sjálvur við
hugskotinum at innkalla til
tíðindafund, tá hann nú fór
at presentera nýggja toymið
rundanum landsliðið.
-Eg havi presenterað nýggja
toymið rundanum A-landsliðið
og U21-landsliðið. Her eru
fleiri, sum hava verið partur av
landsliðsarbeiðnum fyrr, men
sum nú hava nýggjan leiklut,
men her eru eisini fólk, sum
hava nýggjan leiklut. Millum
annað Magni Mohr, sum er
fysiskur venjari. Ein nýggja
høvðuslækna í Jón Clementsen,
fortelur Håkan Ericson og
leggur afturat:
- Eg havi sjálvur tikið tveir
svenskarar við. Tað eini er
Richard Dahan, sum verður
høvðusfyrioterapeut. Síðani
havi eg eisini tikið mentala
venjaran, Igor Ardoris, við. Vit
skulu arbeiða tætt saman, og
vit hesum hava vit møguleika at
arbeiða við hópinum sum heild,
men eisini við einstaklingum.
Eg haldi at ungir spælarar í dag
vilja eisini hava eina ætlan fyri
einstaklingin, um hvussu tú
kanst blíva betri. Tað skulu vit
eisini gera fyri teir, sum vilja,
sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Blandingur av føroyskum
og svenskum
Tað verða also 21 menn, sum
skulu taka sær av landsliðnum. 18
føroyingar og tríggir svenskarar.
Tað bleiv gjørt nógv burturúr, at
Fótbóltssambandið í samrøðu
tóktist at velja ein føroyska
loysn frá. Úr FSF bleiv hetta
mett at verða ein misskiljing,
men boðskapurin var at fáa ein
góðan venjara inn, sum kann
læra frá sær. Ætlanin er, at fyri
hvønn útlending, sum kemur
inn, so skulu føroyskir venjarar
og hjálparfólk kunna læra nakað
frá teimum. Tað skilur Håkan
Ericson eisini.
-Tað hava vit tosað um frá
byrjan, og eg skilji væl tankan
við at føroyingar skulu verða
innfyri. Eg havi í stóran mun
brúk fyri føroyskum hjálpar
fólki, fyri at kunna seta meg
inn í føroysk viðurskifti. Fyri
at læra nýggju spælararnar at
kenna og at skilja mentanina
hjá einum so lítlum landi. Eg
haldi eisini tað er púra beint, at
FSF ynskir at menna tey fólkini,
sum arbeiða við landsliðnum og
tey, sum eru í Føroyum, sigur
landsliðsvenjarin.
Hann hevur heldur tó eisini
fyri, at tað er týdningarmikið at
fáa íblástur aðrastaðni frá.
-Eg haldi eisini tað er gagnlig
at koma við onkrum nýggjum.
Í hesum føri fólki, sum koma
úr einum øðrum landi við øðr
um sjónarmiðum. Sum síggja
fótbólt upp á sín máta. Svøríki
hevur verið í framgongd
seinastu tíggju árini og kanska
vit kunnu taka nakað av tí við
okkum, sigur Håkan Ericson, ið
hevur arbeitt saman við bæði
Rickard Dahan og Igor Ardoris.
Rickard hevur arbeitt
saman við Zlatan
Håkan Ericson hevur arbeitt
saman við bæði Rickard Dahan
og Igor Ardoris í samband við
svenska landsliðið. Rickard
Dahan verður høvðusfysio
terapeut. Hann hevur millum
annað arbeitt við Zlatan
Ibrahimovic, bæði tá hann sum
ungur spældi við Malmø IF, og
tá hann fekk drúgvan knæskaða
við Manchester United fyri
nøkrum árum síðani.
-Eg havi arbeitt nógv saman
við Rickard Dahan. Vit hava
verið til tvey endaspøl saman
við A-landsliðnum hjá Svøríki.
Hann er dugnaligur til sítt ar
beiði og eg haldi at hann dugur
væl at síggja fólk frá einum
øðrvísi sjónarmiði. Hann er
gjøgnumførdur og kemur ikki
bara við pástandum, uttan at
kanna neyvt hví skaðin kemur.
Tá kanst tú minka um vandan
fyri at tað kemur aftur. Hartil
hevur hann eitt lætt lyndi og
hevur lætt við at tilpassa seg
A-landsliðið:
Føroyski landsliðsvenjarin hevur
kunngjørt nýggja toymið, sum
skal flyta føroyska landsliðið
fram. Bæði á og uttanfyri vøllin.
Håkan Ericson hevur broytt
uppsetingina og ynskir at dagføra
umhvørvi kring landsliðið
NÚ ER VENJARA
NÚ ER VENJARA
TOYMIÐ
TOYMIÐ Á LANDS
Á LANDS
LIÐNUM DAGFØRT
LIÐNUM DAGFØRT