hósdagur 27. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 25
23
nýggj umhvørvi. Hann veit
eisini nær hann skal traðka til,
sigur Håkan Ericson.
Sjálvur er Rickard Dahan
spentur upp á at arbeiða við
føroyska landsliðnum. Hann
var ikki so sinnaður at arbeiða
við einum fótbóltsliði beint nú,
men tað er eitt sindur øðrvísi við
einum landsliði.
-Munurin á einum landsliðið
og einum felagið er, at tú
úttekur bara frískar spælarar
til landsliðið. Tí er uppgávan
eitt sindur øðrvísi. Eg eri ein
fysioterapeutur, sum fæst
nógv við skaðafyribyrgjandi
virksemi. Eg helt at tað ljóðaði
spennandi, at sleppa at arbeiða
við einum føroyskum landsliðið.
Tað er eitt sindur øðrvísi, tí
fleiri av spælarum eru eitt nú
ikki fulltíðarspælarar. Vónandi
kann eg eisini vera við til, at
geva nøkrum spælarum nøkur
amboð til at menna seg og koma
víðari, sigur Rickard Dahan.
Landsliðsvenjarin leggur í
skemti afturat, at tað er ikki tí
hann kennir Zlatan Ibrahimovic,
at Rickard Dahan er biðið, men
tað er bara ein ágóði.
Igor skal styrkja
sinnalagið á landsliðnum
Tað hevur fleiri ferðir verið
sagt, at føroysku spælararnir
fáa nøkur býtt gul kort, tá teir
byrja at munnhøggast við dóm
aran, ella tá sinnalagið fer við
teimum. Nú er ein maður settur,
sum millum annað skal takla
slíkan atburð. Igor Ardoris er
ein svenskur mentalvenjari,
sum hevur arbeitt nógv saman
við ítróttarfólki, Hann útmerkar
seg í at fáa fólk at avrik í
kroystum støðum, tá trýstið er
stórt. Eitt nú hevur hann eisini
arbeitt saman við løgreglufólk,
fólki í sjúkrahúsverkinum og
vinnulívsfólki.
- Fyrst og fremst, so skal hann
hugsa um hópin sum heild.
Hann er serfrøðingur í at hjálpa
bólkum og einstaklingum, í at av
rika í torførastu umstøðunum,
sum tú kanst ímynda tær.
Oftani snýr tað seg um at hava
eitt ávíst fyrilit, um at hugsa á
ein ávísan hátt, so at tú klárar
at hava tamarhald á tankum og
kenslum. Tað dugur Igor avbera
væl. Tað kropsliga hevur nógv
at siga, men tað verður stýrt av
sinninum, sigur Håkan Ericson,
sum hevur tikið Igor Ardoris
inn, eftir at hava víst áhuga
fyri arbeiðinum hjá honum við
sálarligari venjing.
Igor Ardoris heldur sjálvur,
at tað er avbera spenanndi at
arbeiða við føroyska lands
liðnum. Serliga, tá vit hava
ryggin móti múrinum í flestu
av dystunum.
-Tú heldur at Føroyar spæla
undir trýsti. Eg haldi at hinir
spæla undir trýsti, tí tá teir
ikki sleppa líka lætt, sum teir
væntaðu, so verða teir stressaðir.
Klárar tú eitt nú at bróta dystin
niður í tíggju minuttir á gangin,
og fyri hvørjar tíggju minuttir
hinir ikki sleppa í gjøgnum, blíva
teir meiri stressaðir og tú fær
meiri sjálvsálit, sigur Igor Ardors.
Hann leggur afturat, málið nú
er skapa eitt umhvørvi, har før
oysku spælararnir kunnu avrika
sítt besta. Hann hevur eisini eitt
áhugavert sitat á heimasíðu síni,
sum snýr seg um at duga at tapa.
- Áðrenn vit hava lært at
missa og tapa við tign; áðenn
vit hava lært at møta okkara
dirvisloysi, øvundsjúku og
ótryggleika samstundis sum
vit hava okkara sjálvsvirðing,
so er “viljin at vinna”, bara ein
desperatur og óttafullur dystur
fyri ikki at tapa, sigur Igor
Ardoris á heimasíðu síni.
Magni hevur
kropsliga partin
Magni Mohr er eitt kent navn
í føroyska ítróttarheiminum,
har hann hevur arbeitt við fleiri
føroyskum feløgum, umframt
at hann hevur verið knýttur at
feløgum sum Chelsea, Juven
tus og seinast sum partur av
venjaratoyminum í spanska
Deportivo La Coruna. Hann
hevur fleiri ferðir verið nevndur
í samband við landsliðsarbeiði,
men hann hevur ongan leiklut
havt uttan eitt stutt tíðarskeið
undir Jógvani Martin Olsen.
Nú er professarin í fysiologi
aftur í venjarasessinum í
føroyskum fótbólti. Hann er
settur sum fysiskur venjari hjá
landsliðnum.
- Eg fekk skjótt at vita, at
her búði ein kropsligurvenjari,
sum hevur arbeitt við elituni í
millum annað Italia. Eg helt tað
ljóðaði áhugavert og spurdi hvør
hann var. Nú er hann partur av
venjaratoyminum, sigur Håkan
Ericson.
Sjálvur gleðir Magni Mohr
seg til uppgávuna. Hann kemur
at verða partur av toyminum, tá
landsliðið er samlað og skal hava
nakrar venjingar. Hann gleðist
eisini um, at føroyskur fótbóltur
í løtuni ger framstig á kropsliga
partinum av spælinum.
-Føroyskur fótbóltur er í
rúkandi framgongd, men tað
eru onnur lond eisini. Lykilin
er at flyta okkum skjótari enn
hini. Vit síggja eitt nú í Premier
League, at tað økist við sprintum
per dyst fyri hvørt ár, sigur
Magni Mohr.
Håkan vil flyta liðið
longur fram
Nýggi landsliðsvenjarin heldur
fyri, at føroyska landsliðið hevur
gjørt tað gott eftir umstøðunum,
men hann hevur eisini nøkur
ting, sum hann ynskir at gera
øðrvísi.
Tað er væl altíð so, at tá tú
kemur inn sum nýggjur venjari,
so eru tað nøkur ting, ið tú sær
eitt sindur øðrvísi uppá. Eg haldi,
at føroyska liðið hevur gjørt tað
væl við teimum fortreytunum,
sum eru. Eitt av tingunum, sum
eg kundi hugsað mær at fingið
gjørt, er at flyta liðið longur
fram á vøllin. Eg haldi at liðið
verjur ov langt afturi á vøllinum.
Tú endar við at bara verja brots
teigin, sum ger at tú gevur fleiri
málmøguleikar vekk. Eitt nú
við returbóltin ella skotum,
sum raka ein verjuspælara. Tað
er avgjørt eitt mál, at kunna
verja eitt vet longur frammi,
sigur nýggi landsliðsvenjarin,
ið eisini ætlar sær at skapa fleiri
málmøguleikar.
-Eitt annað er at fáa liðið at
blíva eitt sindur meiri framrætta
í spælinum, tá vit hava bóltin.
Málið er at koma í fleiri góðar
støður við fleiri spælarum í
vandamiklum støðum. Har
við koma vit eisini til fleiri
málmøguleikar, men vit skulu
heldur ikki avslutta ov tíðliga.
Tað er torført fyri eitt føroyskt
lið, at spæla betri og koma til
fleiri málmøguleikar, men tað
er neyðugt um vit skulu vinna
dystir, sigur Håkan Ericson.
Hann leggur afturat, at tað
verður ein spennandi avbjóðing
at seta liðið saman av nýggjum.
-Eitt nú er Atli Gregersen
givin. Tað merkir at liðið skal
hava ein nýggjan leiðara og
ein nýggjan miðverja. Men av
bjóðingar sum hesar gera eisini,
at tað eru aðrar hurðar, sum
verða latnar upp. Tað kann
gott merkja, at ein ella tveir
spælarar, sum ikki havi verið
við í seinastuni, koma við aftur.
Tað er tað sum er so spennandi
við at arbeiða við fótbólti, sigur
nýggi landsliðsvenjarin.
40 mans á listanum
Tað nærkast nú, at Håkan Ericson
og nýggja toymið skal úttaka
hópin til venjingardystirnar
móti Danmark og Andorra í
marsmánaði.
-Vit hava ein lista við eini 40
spælarum, sum vit halda eyga
við og fylgja so tætt sum vit kun
nu. Tveir teir fyrstu dystirnir
vilja sjálvandi verða merktir av,
at vit skulu til at kenna hvønn
annan. Tað er ein stór uppgáva
at skula spæla móti einum EM-
klárum donskum landsliði, men
tað er slíkt, sum fær tað at kitla
í búkium, sigur Håkan Ericson
at enda.
Fótbóltssambandið hevur
nú dagført venjaratoymið, so
tað í størri mun líkist tí, sum vit
síggja mótstøðuliðini koma við.
Tað er fleiri fólk innfyri og nýggj
pláss eru gjørt, sum skulu gera
umhvørvið til at avrika betri.