hósdagur 27. februar 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020
Hann sat í klippistólinum í Sandavági, tá ið telefonin ringdi, men ikki fyrr enn
hann var liðugur at klippa sær uppdagaði hann, at eldur var í virkinum
V
ikuskiftið stundaði til, so hann avgjørdi
at fara at klippa sær hendan fríggjamorg
unin. Stjórin á Varðanum, Bogi Jacob
sen, var í Sandavági har hann býr, hend
an fríggjadagin 9. Juni 2017.
Tedlefonin ringdi meðan hann sat í
stólinum, men hann tók hana ikki fyrr enn hann var lið
ugur at klippa sær.
Tá vísti tað seg, at fleiri høvdu ringt, og fleiri høvdu sent
sms um, at eldur var í virkinum á Tvøroyri.
Hetta var sjálvandi eitt sindur skakandi, men ikki so at
panikkur kom í.
– Eg hugsaði, at talan var um ein lítlan eld í einum
parti av virkinum – ikki meira enn tað, men skjótt vísti tað
seg, at hetta var størri enn so, sigur Bogi Jacobsen, stjóri,
um hendan dagin, eldur kom í nýggja uppsjóvarvirkið á
Tvøroyri.
Hann sigur, at tað framvegis gekk ein løta, til tað av
álvara gekk upp fyri sær, hvussu álvarsligt hetta var.
– Tað er torført at fyristilla sær, at eldur kemur í eitt
fiskavirki. Alt er gjørt úr betong og rustfríum stáli, so
hvussu skal tað brenna. Tað ber næstan ikki til, heldur
man, sigur stjórin.
Ongin mansskaði
Eldur var í, men tað gekk rímuliga skjótt at tryggja, at øll
komu út av virkinum í góðari tíð.
– Tá ið vit fingu staðfest, at ongin vandi var fyri mans
skaða, tí øll sluppu út av virkinum í øllum góðum, lætnaði
og tá bar til at hugsavna seg um, hvussu eldurin skuldi
basast, sigur Bogi Jacobsen.
Hann er eisini serliga fegin um, at á virkinum høvdu tey
gjørt eina skipan, sum skrásetti, hvør fór inn og út av virki
num. Hetta var í veruleikanum ein heimagjørd skipan,
men hon tryggjaði, at ein persónur á virkinum visti, hvør
var til arbeiðis og hvør ikki var inni á virkinum.
Risaeldur
Eldurin á Tvøroyri hendan fríggjadagin í juni 2017 var
ikki nakar lítil eldur, sum lættliga kundi basast.
Hann bleiv so ógvusligur, at hvørki betong ella stáldrag
arar hildu fyri honum, hóast hetta hendi á einum flaka
virki, har nógv vatn verður brúkt í framleiðsluni.
Orkan at basa slíkum eldi var als ikki til staðar í Suðuroy.
Tí var neyðugt eisini at flyta fólk burtur úr økinum har
eldurin var, og har roykurin kom á. Skúlin stongdi og
børnini vóru flutt burtur.
– Sjálvur var eg norðanfyri, og vit royndu at leiga tyrl
una suður, men hon var í rutuflúgving, so tað gekk ein løta
til Strandferðslan segði, at tað fór at bera til, men áðrenn
hon kom vestur á flogvøllin, boðaðu tey frá, at tey ikki
longur ráddu yvir tyrluni. Nú var hon vorðin partur av
tilbúgvingini, sigur Bogi Jacobsen.
Tað eydnaðist honum at koyra til Havnar og sleppa við
tyrluni fyrsta túrin suður.
– Vit vóru ikki meira enn farin úr Havn, tá ið tyrluskip
arin vísti okkum á, at roykurin av virkinum longu sást.
Tástaðni gekk tað av álvara upp fyri mær, hvussu ógvusligt
hetta var, sigur stjórin.
Tað vísti seg eisini, tá ið hann kom suður, at eldurin
hevði fingið fastattøkur á virkinum, og hitin var øgiligur.
– Vit høvdu sera gott samstarv við myndugleikarnar
um, hvussu vit skuldu gera. Boð vóru send eftir Brimli og
danska verjuskipið kom eisini suður. Í veruleikanum var
tað ikki fyrr enn Brimil kom, at tað munaði nakað at køla
niður, sigur stjórin.
Eisini komu fleiri brandbilir suður á Tvøroyri við Smyrli
seinni út á dagin.
Hann sigur, at ótti var allatíðina fyri, at tað ammoniak
sum var á virkinum, kundi spreingjast av hitanum, men
tað vísti seg aftaná, at tær trygdarskipanir, sum vóru í sam
bandi við ammoniak virkaðu sum tær skuldu.
– Teir ventilarnir, sum skuldu forða fyri, at trýstið bleiv
ov høgt, um tað bleiv ov heitt, virkaðu eftir forksirftunum.
Tað var sjálvandi viðvirkandi til, at tað ikki gjørdist upp
aftur ógvusligari.
Sum dagurin leið fekst so við og við tamarhald á støðuni,
men tað stóð greitt, at virkið var brent í grund.
Tó so, frystigoymslan helt, og tey nøkur túsnd tonsini
av lidnari vøru fingu ikki skaða.
– So hóast hetta var ógvusligt og kostaði tíð og pengar,
so var tað ein stórur lætti, at ongin mansskaði hendi. Tað
var eisini gott, at vit høvdu eina skipan, sum kundi siga
okkum neyvt, hvør var inni á virkinum, tá ið vit evakuer
aðu, sigur Bogi Jacobsen.
Nýtt virki
Tað var avgjørt so at siga beinanvegin, at eitt nýtt virki
skuldi byggjast uppaftur.
Tey starvsfólk, sum vóru í føstum starvi hildu fram í
arbeiðnum. Tey vístu øll, at tey vóru sinnaði at arbeiða við
endurbyggingini, sjálvt um tað ikki altíð var júst innan
teirra fakøkið.
– Tey stóðu fyri uppruddingini, sum tók tíð, og tey vóru
eisini við at byggja nýggja virkið, sigur stjórin.
Hetta bar alt til, tí at virkið var tryggjað væl, tá ið skaðin
hendi.
Enn er ikki greitt, hóast serfrøðingar hava kannað elds
brunan, hvar eldurin kyknaði, og hvat orsøkin var.
Í dag stendur nýggja virkið á staðnum, sum tað gamla
var, men nýggja virkið er bygt við tí vitan og teimum
royndum, sum Varðin Pelagic fekk við gamla virkinum.
– Ja, í dag hava vit eitt nýtt virki, sum er meira númótans
enn tað gamla. Vit hava munandi betri arbeiðsgongdir, og
sumt er meira automatiserað. Kapasiteturin er eisini øktur,
sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
Fegnaðist um at ongin
mansskaði hendi av eldinum
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN
Nýggja virkið á Tvøroyri er bygt á sama stað, sum
stað gamla virkið stóð. Nýggja virkið er bygt við
tí vitan og teimum royndum, sum Varðin Pelagic
fekk við gamla virkinum