Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 Í slendingar hava góðtikið at lata føroyskar fyritøkur fáa betri sømdir á íslendska marknaðinum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í utt­ a­n­landsmálum. Undanfarna samgonga segði Hoyvíkssáttmálan upp eftir at Løgtingið hevði samtykt, at út­lend­ ingar skuldu ikki sleppa at eiga fiskirættindi í Føroyum. Tað var í stríð við sáttmálan og tessvegna varð hann upp­sagdur. Jenis av Rana sigur, at síðani hevurhendan samgongan sam­tykt, at útlendingar kunnu eiga í fiskivinnuni í 12 ár aft­ur­at og tá skulu teir verða burtur. Men eisini tað er ein trupulleiki í sambandi við Hoy­ víks­sátt­málan, sum vit mugu taka upp við íslendingar, sig­ur hann. Síðani hendan samgongan tók avgerðina um at koyra út­lend­ingar úr fiskivinnuni aftur, hevur Løgtingið eisini tik­ið upp­søgn­ina av Hoyvíkssáttmálanum, aftur. Men samstundis vildu landsstýrið hava ymsar ábøtur í sáttmálanum og sostatt eru samráðingar í løtuni við íslendingar um ymsar broytingar. Eitt ynski úr Føroyum hevur verið at fáa íslendingar at strika krav­ið um at lodna, føroyingar fiska hjá íslendingum, skal avreiðast í Íslandi. – Men har var einki at gera, tí tað er eitt krav, íslendingar ikki vilja víkja frá, sigur landsstýrismaðurin. Eitt annað ynski, sum føroyingar hava havt í fleiri ár, er at apo­tekið í Føroyum skal sleppa at útflyta heilivág til Ís­lands, og tað hava íslendingar gingið á møti. Tað er eitt mál, sum nú skal avgreiðast í íslendska Al­ ting­i­num, og Jenis av Rana vónar, at tað verður longu frá á nýggj­ár­i­num, at apotekið í Føroyum eisini kann gera heili­vág til marknaðin í Íslandi. Íslendingar hava eisini góðtikið, at føroyingar kunnu út­flyta tað, tey kalla kumuleraðar landbúnaðarvørur til Ís­lands. Kumuleraðar landbúnaðarvørur eru vørur, Føroyar inn­ flyta úr londum uttan fyri ES, virka tær í Føroyum og sleppa síðani at útflyta tær til Íslands sum føroyskar upp­ runa­vørur. – Men tað krevur, at føroyska landbúnaðarframleiðslan fær ES góðkenning, sigur Jenis av Rana. Tað hevur hon ikki nú, men arbeitt verður við at fáa tað í lag. Jenis av Rana sigur, at tá ið øll viðurskifti eru fing­in í rættlag, kunnu føroyingar innflyta 40 tons av kum­u­ler­að­ um landbúnaðarvørum til Íslands. Tað er væl minni enn ætl­anin var, men tað er ein byrjan, heldur hann. Føroyar hava yvirskot av Hoyvíkssáttmálanum Annars verður ofta sagt, at føroyingar fáa nógv minni burt­ ur úr Hoyvíkssáttmálanum enn íslendingar fáa. Men Jenis av Rana sigur, at tað er ikki hald í hesum. Hesi seinastu fýra árini hava Føroyar havt avlop í sam­ handl­inum við Ísland og í 2018 útfluttu Føroyskar fyri­ tøk­ur vørur og tænastur til Ísland fyri 117 milliónir meiri enn ís­lendingar útfluttu til Føroyar fyri Hetta árið hevði Ísland eitt avlop upp á 228 milliónir í vør­u­handlinum við Føroyar, men í handlinum við tæn­ast­ um hevði Føroyar avlop upp á 345 milliónir. – Seinast, Ísland hevði avlop í samhandlinum við Før­ oy­a­r, var í 2014, sigur Jenis av Rana. Ein vøra, sum føroyingar flyta nógv av til Ísland, er fóður til íslendsku alivinnuna, og tann útflutningurin er veks­andi. Av tænastuhandlinum, er tað farmaflutningur og ferða­fólka­flutn­ingur, vit hava stórar inntøkur av úr Íslandi. Tá ið Løgtingið samtykti at halda fram við Hoyvíkssáttmálanum kom tað annars fram, at íslendskir mynd­ug­leikar seta tekniskar forðingar fyri, at føroyskar fyri­tøkur innflyta landbúnaðarvørur til Íslands. Tí samtykti Løg­tingið, at Jenis av Rana skuldi boða íslendingum, at teir skuldu beina allar teknisku forðingar. Hendir tað ikki, skal Landsstýrið eisini seta forðingar í verk fyri íslendska út­flutn­ing­inum til Føroya. – Tað fari eg sjálvandi at gera, sigur Jenis av Rana. Men hann heldur samstundis, at føroyingar eiga at varða seg fyri at tosa so ilt um íslendingar. – Vit hava góð viðurskifti við teir og eg havi eisini álit av teim­um, sigur hann. – Eg haldi ikki, at íslendingar vilja okkum ilt. Teir eru fan­tastiska dugnaligir, men tað eigur ikki at vera ein vansi fyri okkum, tí vit skulu bara vera líka dugnlig, sigur lands­ stýr­i­smað­ur­in. TEKSTUR ÁKKI BERTHOLDSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN Føroyskar fyritøkur fáa nú betri sømdir í Íslandi Tað er ikki rætt, at føroyingar einki fáa burtur úr Hoyvíkssáttmálanum. Sam­stund­is hava islendingar góðtikið at geva føroyskum betri sømdir, sigur Jenis av Rana Hend­an talvan hjá føroyska sendimanninum í Íslandi, vís­ir, føroyska samhandilin av vørum ímillum Før­oyar og Ísland. Tølini eru í ískendskum krónum, men her sæst, at føroyingar hava munin Hendan talvan hjá føroyska sendiharranum í Íslandi, vísir sambandilin av vørum ímillum Føroyar og Ísland. Tølini eru í føroyskum krónum