Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 Samrøða 13 Hann sigur, at í hesum døgum er hann í samráðingum við Íslendingar um ymsar broytinar í Hoyvíkssáttmálanum, og hevur MBM trupulleikar at sleppa á íslendska marknaðin, fer hann eisini at taka tað upp í samráðingunum. Men hann ásannar samstundis, at íslendingar hava altíð gjørt nógv fyri at verja teirra sín egna landbúnað og tískil hava teir eisini gjørt nógv burtur úr at seta forðingar í vegin fyri at onnur flyta landbúnaðarvørur til marknaðin í Íslandi. Hevur ikki verið ein trupulleiki Jenis av Rana heldur, at ein orsøk til, at føroysk land­bún­ að­ar­vinna, ikki hevur strongt á fyri at sleppa á íslendska mark­n­að­in, er, at sum heild hava vit í roynd og veru ikki havt nakað av landbúnaðarvørum at útflyta til Íslands. Sum skilst á MBM, eru mjólkarúrdráttir er helst eitt und­antak, men tað málið verður nú tikið upp, sigur hann. Men annars heldur hann ikki, at tað er nakar trupulleiki av týdn­ingi, at íslendingar flyta kjøt til Føroya – Men at vit ikki eru á íslendska marknaðinum við føroyskum kjøti. – Mítt páhald er, at tað stendur ikki á hjá bøndrum í Før­oy­um at sleppa av við kjøtið, tí tað er nógv hægri í met­um enn tað íslendska er, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at tað íslendska seyðakjøtið, sum verður inn­flutt til Føroya, er ikki í kapping við tað føroyska kjøt­ ið, men bara við kjøtið úr Nýsælandi. Hinvegin heldur hann, at tað íslendska kjøtið er eitt gott alternativ hjá fólki, sum ikki fáa fatur á føroyskum kjøti – kanska tí at tey ikki hava ráð til tað, leggur hann aft­urat. Men hann leggur dent á, at veksur føroyska bún­að­a­r­ framleiðslan nógv, skal tað ikki standa á at fáa samráðingar við íslendingar um at tryggja fría atgongd til íslendska markn­aðin við tí. Í hesum sambandi hevur tað verið ført fram, at ís­ lendsk­ur landbúnaður er ein studningsvinna burtur av og tí er kjøtið væl bíligari enn tað eigur at vera. Og skuldi føroyski landbúnaðurin ment seg, so at vit hava kjøt at útflyta, hava føroyskir bøndur ongan møgu­ leika yvirhøvur at gera seg galdandi á íslendska markn­aði­ num, tí prísurin er ikki kappingarførur. Jenis av Rana sigur, at hetta er eisini eitt mál, hann ætlar sær at fáa fulla greiði á fyri at vita, hví íslendski land­ bún­að­urin hevur brúk fyri so nógvum stuðuli, og hvussu stór­ur hann er. Men hann leggur afturat tað eru ongar ætlanir um at gera føroyskan landbúnað til eina studningsvinnu, meiri enn hann longu er. Tað er orsøkin til, at føroyskar fyritøkur ikki sleppa framat á íslendska marknaðinum, sigur hann Okkara feilur. Hóast vit hava Hoyvíkssáttmálan, er veruleikin, at á summum økjum lúka føroyskar fyritøkur, ikki treytirnar fyri at sleppa á íslendska marknaðin – men tað er okkara egni feilur, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum