hósdagur 27. februar 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020
12
VIT HAVA HAVA
SJÁLVI SKYLDINA AV
STØÐUNI
TEKSTUR ÁKI BERTHOLDSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN
HOYVÍKSSÁTTMÁLIN Landsstýrismaðurin er ikki samdur í, at
íslendingar fáa nógv meiri burtur úr Hoyvíkssáttmálanum enn vit fáa. Men
fáa vit ov lítið burtur úr, er feilurin eisini hjá okkum sjálvum, sigur hann
F
áa vit ov lítið burtur úr Hoyvíkssáttmála
num, eru tað sjálvi, sum hava okkara part
av skyldini.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
í uttanlandsmálum.
Hoyvíkssáttmálin er ein fríhandilsavtalu
ímillum Føroyar og Ísland. Hann kom í gildi í 2006 og
er mest vóðfevndi sáttmáli, Føroyar hava vit eitt annað
land. Men hann hevur havt ringt orð á sær í Føroyum, tí
tað er ofta ført fram, at samstundis sum vit hava latið før
oyska marknaðin upp á víðan vegg fyri íslendingum, seta
íslendingar allar møguligar forðingar í vegin fyri at føroysk
virki fáa atgongd til íslendska marknaðin.
Jenis av Rana sigur, at kjarnin í Hoyvíkssáttmálanum er,
at tað er ikki loyvt hjá íslendingum og føroyingum at gera
mun á íslendskum vørum og tænastum.
– Tað merkir, at vilja føroyingar hava atgongd til ís
lendska marknaðin, skulu føroyskar fyritøkur lúka somu
krøv í Íslandi sum tær íslendsku fyritøkurnar skulu lúka.
Og vilja íslendskar fyritøkur gera seg galdandi á føroyska
marknaðin, skulu tær lúka somu krøv, sum føroyskar
fyritøkur skulu lúka.
Hetta er fyri, at kappingin í báðum londunum skal vera
á jøvnum føti.
Men Jenis av Rana sigur, at veruleikin er, at á summum
økjum lúka føroyskar fyritøkur, sum vilja sleppa á íslendska
marknaðin, ikki tær treytir, sum íslendskar fyritøkur lúka.
– Tað er orsøkin til, at føroyskar fyritøkur ikki sleppa
fram at á íslendska marknaðinum, sigur hann.
Tvey dømi
Jenis av Rana nevnir tvey dømi, har føroyskar fyritøkur
ikki sleppa fram at á íslendska marknaðinum tí at tær ikki
lúka treytirnar.
Í byggivinnuni er tað eitt krav í Íslandi, at entreprenørar,
sum bjóða upp á arbeiðið har, hava eina meistaralæru, har
teir hava nomið sær kunnleika um mvg skipanina, um
blámusopp og annað.
– Teir entreprenørar í Føroyum, sum lúka hesar
treytirnar, hava líka rúmar ræsur at bjóða upp á arbeiði í
Íslandi sum íslendskir fyritøkur hava, sigur Jenis av Rana.
Men í Føroyum hava vit ikki eina skipan við
meistaralæru, og Jenis av Rana sigur, at ein trupulleiki í
hesum sambandi, er, at føroyskir arbeiðsgevarar hava víst
øllum ætlanum fum at skipa eina meistaralæru í Føroyum,
frá sær, og tí er tað aldrin sett í verk.
Men hann leggur afturat, at hann hevur fingið
ábendingar um, at føroyskir arbeiðsgevarar hava broytt
hugsan á hesum øki so at teir nú fegin vilja hava eina
meistaralæru í Føroyum.
– Og tað er eitt mál, vit nú eru farin at arbeiða við, og tá
ið tað er sett í verk, kunnu føroyskir entreprenørar bjóða eg
fram í Íslandi á jøvnum føti við íslendskar entreprenørar,
sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at umleið sama støða ger seg galdandi hvat
landbúnaðarvørum viðvíkar.
Ført hevur verið fram, at tá ið vit vilja sleppa at selja
íslendskar landbúnaðarvørur til Íslands, er tað sum at
smekka høvdið í ein vegg, tí íslendingar eru hvørki til at
høgga ella stinga í.
Hinvegin flóta handilshillar og kølidiskar í Føroyum
yvir av íslendskum landbúnaðarvørum.
Jenis av Rana staðfestir, at í Íslandi skal landbúnaðurin,
og tey virkini, sum fáast við landbúnaðarvørur, lúka tær
treytir, sum ES setir til slíkt virksemi.
– Tær treytirnar lýkur landbúnaðaðurin í Føroyum
ikki, og tískil fáa vit heldur ikki bjóða føroyskar
landbúnaðarvørur fram á íslendska marknaðinum.
Og Jenis av Rana sigur, at hóast hetta er ein atfinning,
sum tey, ið fáast við landbúnaðarvørur í Føroyum, hava ført
fram í fleiri ár, hevur trýstið frá føroyska landbúnaðinum
eftir at fáa broytingar á hesum øki, kortini ikki verið so
hart, at politiski myndugleikin hevur gjørt nakað serlig
við tað.
Men hann sigur, at hetta er eisini eitt mál, sum ætlanin
er at taka upp við tí endamáli at laga føroyska lóggávu
til, soleiðis at føroyskur landbúnaður eisini fær atgongd til
marknaðin í Íslandi.
Landsstýrismaðurin sigur, at royndirnar vísa, at tað
tekur minst hálvtannað ár laga slíkar lógir og reglur til,
umframt at tað eftirlitið, sum krevst, kostar nakað av
pengum um árið.
Tað hevur verið nevnt, at eftirlitið kostar tvær milliónir
um árið, men summi siga, at tað er væl minni enn tað.
– Higartil hevur politisk undirtøka ikki verið fyri at seta
neyðugu játtanina av til at laga lógir og reglur til, soleiðis
at ES krøvini verða gingin á møti, men nú hava vit tikið
arbeiðið upp, sigur hann.
Eru í samráðingum
Hinvegin hevur Mjólkarvirkið Búnaðarmanna, MBM,
ført fram, at tey hava roynt at sleppa á íslendska marknaðin
í Íslandi, men tað hevur ikki verið hugsingar um tað, tí
íslendingar hava sett forðingar í verk fyri tí.
Jenis av Rana sigur, at nú fer hann á fund við MBM
fyri at fáa greiði á, hvat tað, heilt ítøkiliga, er, sum liggur í
buktini, og fyri at vita um tað eru aðrar forðingar, enn tað
at føroyska lógarverkið ikki er lagað til ES-krøvini.
TEKSTUR ÁKKI BERTHOLDSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN
Tær treytirnar
lýkur landbún
aðurin í Før
oyum ikki, og
tí fáa vit ikki
bjóðað før
oyskar land
búnaðarvørur
fram í Íslandi