hósdagur 27. februar 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020
Reportasja
11
E
g royndi at sleppa undan, men tá ið avtornaði endaði eg í formansstólinum.
Bogi Jacobsen er umframt at vera stjóri á risastóra pelagiska virkinum á
Tvøroyri, eisini formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.
Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasam
ráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið millum ann
að eisini at gera sína ávirkan galdandi á yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu
og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarkn
aðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi
umframt hjá farmaflotanum.
– Tað hevur sjálvandi nógv at siga, at arbeiðsgevararnir hava eitt felag, sum kann føra
sjónarmiðini hjá limunum fram, sigur Bogi Jacobsen.
Hann sigur, at hann sjálvandi veit, at tað hevur týdning sum fyritøka at vera við, har
sum avgerðirnar verða tiknar. Sjálvur hevði hann ikki ætlanir um at gerast formaður, men
tá ið hann endaði í nevndini fall tað so út, at tað fall í hansara lut at gerast formaður.
– Nevndin skal sjálvandi umboða fleiri øki, bæði fakliga og geografiskt. Á tann hátt
haldi eg, at eg hóskaði væl inn.
Umframt at sita sum stjóri á Tvøroyri, so er hann ættaður úr Gøtu og er partaeigari í
Varðanum. Hann býr í Vágum.
– Hinvegin skal ein eisini leggja til merkis, at í FAG er tað ikki sum í fleiri fakfeløgum,
at her er tað formaðurin, sum tekur sær av øllum úteftir. Vit hava eina sterka umsiting
og fólk, sum taka sær av sáttmálasamráðingum og slíkum. Nevndin og formaðurin skulu
fyrst og fremst stinga út í kortið og taka sær av tí meira yvirskipaða, sigur Bogi Jabobsen.
Bogi Jacobsen tók við sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir Berg Poulsen,
táverandi stjóra á Havsbrún í Fuglafirði.
Skal umboða føroysku
arbeiðsgevararnar
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, stendur eisini á odda fyri føroysku
arbeiðsgevarunum
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN