Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 Ungur skipsførari tók seg upp á brúnna í føroyska vinnulívinum Stjórin í pelgagiska virkinum á Tvøroyri og formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur royndir sum skipari H ann er ikki meira enn 40 ára gamal. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pel­ag­ic á Tvøroyri, og formaður í Før­oya Arbeiðsgevarafelag. Hóast ungan aldur, so hevur hann roynd­ir á sjónunm og hann hevur havt stór­ar av­bjóðingar síðan hann fór av brúnni á Finni Fríða og setti seg í stólin á stjóraskrivstovuni á Tvøroyri. Hann hevur ført dýrari lastir til lands við Finni Fríða – og hev­ur stað­ið á odda fyri at byggja virkið á Tvøroyri – tvær ferð­ir. Fyrru ferð tá ið tað upprunaliga var bygt, men so eisini seinnu ferðin eftir stóra eldin, sum so at siga legði alt í oyði í juni 2017. Bogi Jacobsen hevur arbeitt á landi heldur enn at vera til skips síðani farið var undir verkætlanina við Varðanum Pel­agic. – Upp á ein máta er tað hvør sítt, tí tá ið ein er burtur, so kann man hugsavna seg 100 prosent um at fáa alt at rigga um­borð. Tá er ein 100 prosemt til arbeiðis. – At arbeiða á landi er øðrvísi, tí tá flýtur arbeiðstíð og frí­tíð saman, og ein hevur so at siga ongantíð frí, men mær dám­ar hetta eisini væl, eins og mær dámdi væl at vera til skips. Byrjaði ungur Bogi Jacobsen fekk tíðliga hug til sjógvin. Hann var ikki meira enn 10 ára gamal, tá ið hann slapp fyrsta túrin við Tróndi í Gøtu – altso tí gamla. Hann og pápin – reiðarin Ják­up Jac­obsen – fóru ein túr við, og tá endaðu teir í Eyst­ ur­grøn­landi. Skúlagongdin helt fram í Gøtu og síðani í fram­halds­ deild­i­ni í Fuglafjarðar skúla. Tá ið hon var liðug slapp hann til skips við gamla Finni Fríða. Ungi sjómaðurin var bráður at fáa siglingstíð, men tá var tað soleiðis, at um ung tá fóru á sjófartsskúlan í Klaksvík, so kundu tey vinna eitt hálvt ára siglingstíð, meðan tey gingu í skúla­num. So tað gjørdi hann og helt so leiðina fram á Føroya Sjó­ mans­skúla. Bert 21 ára gamal stóð hann so við fullum pappírum, sum skips­førari. – Ja, men eg skuldi so sjálvandi eisini hava nakað av sigl­ings­tíð sum stýrimaður, og ta tíðina fekk eg umborð á Jup­i­ter og seinni umborð á Tróndi í Gøtu. Finnur Fríði Tá ið farið var um aldarskiftið var farið undir at fyrireika at byggja nýtt skip. Talan var um Finn Fríða, sum var bygdur á Lang­stein í Noreg. Skipið var latið reiðarínum í 2003, og teir báðir André Hansen og Bogi Jacobsen vóru settir skip­arar. Báðir búðu teir eitt skifti í Noreg meðan skipið var bygt. Teir vóru til staðar og kundu taka avgerðir vegna reiðaran á stað­num, tá ið ivamál tóku seg upp. Tá ið skipið var latið vóru tað altso teir báðir ungu menn­inir, sum førdu tað. Hetta var tá nýggjasta og mest fram­komna uppsjóvarskip í Føroyum, sum bæði kann trola og fiska við nót. Serligur dentur var lagdur á góða køling umborð á skip­ i­num, so veiðan kundi varðveitast fesk longst møguliga tíð. Bogi Jacobsen er giftur og býr í Sandavági saman við kon­uni og tveimum synum. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN 10