hósdagur 27. februar 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020
16
Á
leiðaradegnum hin 31. januar í ár varð
Árni Jakobsen, stjóri og eigari av SMJ
Ráðgevandi Verkfrøðingar, kosin Ársins
privati leiðari.
Hevur tú verið í uppskoti til heiðurin
- Ársins privati leiðari - áður?
- Ja, eg havi verið í uppskoti áður. Í míni takkarrøðu á
leiðaradegnum segði eg, at tað er onkur, sum hevur verið
treiskur og hevur innstillað meg aftur.
Árni Jakobsen dylur tó ikki fyri, at hann er fegin um
heiðurin sum Ársins privati leiðari.
Tað loysti seg
Dómsnevndin sigur, at tú hevur skapt eitt mennandi
starvsfólkaumhvørvi við høgum starvsfólkanøgdsemi. Er
hetta nakað, tú hevur lagt serligan dent á sum stjóri í
SMJ?
- Ja, fyri 15 árum síðan fóru vit í SMJ undir at arbeiða
við tí, vit rópa einum persónsprofili og menning. Ráð
gevin, sum vit tá brúktu, ávaraði meg um, at hetta helst
fór at kosta pening og stríð hjá leiðsluni. Ráðgevin legði
tó aftrat, at hetta fór at løna seg í longdini, og eg kann
bert staðfesta, at so varð.
Árni Jakobsen sigur, at tá fólk koma í starv hjá SMJ,
verða tey sædd frá tveimum síðum, sum stjórin tekur til.
- Hin eina síðan er tann kunnleiki, sum starvsfólkini
hava nomið sær gjøgnum lærdóm - og hin síðan er
persónligu eginleikarnir. Tað er her, at vit arbeiða við
persónstestum og læra at gagnýta eginleikarnar hjá
hvørjum øðrum. Hetta hevur hjálpt okkum til at vera
ein vælvirkandi fyritøka.
Nógvir faktorar
SMJ blómar og er í støðugum vøkstri. Fyritøkan er væl
rikin, væl konsoliderað og hevur góð fíggjarlig úrslit.
Hvør er uppskriftin - ella er hetta nakað, sum stjórin
bara dugir?
- Eg veit ikki, um hetta er nakað, sum stjórin dugir.
Tað eru nógvir faktorar, sum gera, at tað hevur eydnast
so frægt hjá okkum, sum tað hevur gjørt.
Árni Jakobsen heldur, at skal hann nevna okkurt í hes
um sambandi, so er tað álit - tað at hava álit á hvørjum
øðrum og ikki minst, at kundarnir hava víst SMJ stórt
álit.
Dómsnevndin sigur, at Ársins leiðari setir sær mál og
arbeiðir miðvíst fram ímóti teimum. Hvørjar eginleikar
hevur tú, sum aðrir stjórar ikki hava - ella ikki hava í sama
mun sum tú?
- Heilt erliga veit eg ikki, um eg havi nakað fram um
aðrar leiðarar, men eg eri nokk málrættaður eg seti mær
mál.
Árni Jakobsen vísir á eitt dømi, sum tó liggur uttan
fyri arbeiðslívið.
- Sum tann fyrsti setti eg mær fyri at ganga øll fjøllini
í Føroyum. Í gerandisdegnum seta vit okkum javnan
mál, og tá tey eru rokkin, seta vit okkum nýggj mál, sum
byggja á tey undanfarnu.
Samrøða
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN
- Eg seti mær mál og
Tað eru nógvir faktorar sum gera, at tað hevur
eydnast væl hjá SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingum. -
Vit hava álit á hvørjum øðrum, og kundarnir hava
stórt álit á okkum, sigur Ársins privati leiðari, Árni
Jakobsen, stjóri í SMJ
HVS er framvegis partur av virkseminum hjá SMJ, men nógv er komið aftrat, eitt nú ráðgeving innan el, brunatrygd, orku, umhvørvi og aling