Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020 17 Samrøða eri málrættaður Hann sigur, at eitt av málunum, sum SMJ hevur sett sær, er at fáa verkfrøðingauppgávur uttanlands. - Hetta mál er partvís rokkið, men vit vilja meira, leggur stjórin aftrat. Uppgávur uttanlands Dómsnevndin sigur, at stjórin við ágrýtni, dirvi og nýhugsan hevur staðið á odda fyri at víðka virksemið hjá SMJ út um landoddarnar. Hvat virksemi hevur SMJ í øðrum londum og hvar? - Seinastu árini hava vit eitt nú loyst fleiri orkuuppgávur í Grøn­landi, og í Danmark hava vit ráðgivið um bakteriu­ vøkst­ur, sum verður brúktur til biofiltur á smoltstøðum fyri Novozyms. Júst nú hava vit eisini givið tilboð til størsta alaran í Tasmania í samband við eina smoltstøð har. So, hetta eru spennandi tíðir. Tú hevur skapt eitt arbeiðspláss við høgtútbúnum ein­ stak­lingum, ið arbeiða sum eitt lið, ið loysir kompleksar upp­gávur. Hvussu mong starvsfólk eru, og hvussu víð­ fevndir eru førleikarnir? - Virksemið hjá SMJ byrjaði fyri 50 árum síðan, og fyritøkan tók sær í høvuðsheitum av ráðgeving innan HVS. Sum árini eru liðin, er virksemið nógv víðkað. Breiður starvsfólkahópur Árni Jakobsen vísir á, at HVS framvegis er partur av virk­ seminum, men nógv er komið aftrat, eitt nú ráðgeving innan el, brunatrygd, orku, umhvørvi og aling. - Okkara starvsfólk hava nógvar ymiskar útbúgvingar. Her eru bygnings-, maskin- og el-verkfrøðingar, byggi­ frøð­ingar, maskinmeistarar og el-installatørar, og vit hava eisini búskaparfrøðing, biolog og mirkrobiolog. Hvørji eru høvuðsøkini hjá SMJ sum ráðgevandi verk­ frøðingar, og hvar liggur fyritøkan í einari almennari ella privatari arbeiðstøku? - Vit hava júst gjørt umsetningin upp fyri 2019. Helvtin av uppgávunum eru almennar og kommunalar verkætlanir, og hin helvtin er privatar verkætlanir, sigur Árni Jakobsen. Heiður fyri tað farna Hvussu fer tað at merkjast hjá SMJ, at stjórin er kosin at vera Ársins privati leiðari og liggur ein ávís ábyrgd í hesum heiðuri? - Tað dugi eg illa siga, men eg taki hetta, sum ein heiður fyri tað farna. Men, vit mugu eisini kýta okkum í tíðini sum kemur. Eg haldi, at komandi tíðin fyri okkara virk­semi sær bjørt út, og eg fegnist um øll tey dugnaligu starvs­fólkini, vit hava, sigur Árni Jakobsen, stjóri í SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar. - Eg taki hetta, sum ein heiður fyri tað farna. Men, vit mugu eisini kýta okkum í tíðini sum kemur, sigur Árni Jakobsen, stjóri í SMJ og Ársins privati leiðari