hósdagur 27. februar 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020
18
Samrøða
S
einastu árini er føroyska byggivinnan ment í
stórum. Tøkniliga menningin gongur skjótt
og flytir støðugt mørkini fyri tí, sum gerst
møguligt.
- Fyri SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar
merkir hetta, at fleiri ynski og økt krøv
verða sett til bygningar í kjalarvørrinum av tøkniligu
menningini. Hetta er sjálvsagt ein stór og spennandi
avbjóðing fyri okkum, og hesa avbjóðing taka vit í størsta
álvara.
Tað sigur stjórin í SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar,
Árni Jakobsen.
- Vit eru ein fyritøka, sum hevur rundað tey fimmti
árini. SMJ hevur skrivstovur í Havn, Klaksvík og
Nuuk. Av starvsfólkahópinum arbeiðir ein triðingur á
skrivstovuni í Klaksvík, sigur hann.
Tillagaðar loysnir
Við sínum fimmti árum á baki hevur fyritøkan drúgvar
royndir á sínum økjum, sum eftirhondini eisini spenna
rættiliga víða.
- Vit leggja stóran dent á at veita eina dygga tænastu
við okkara serkunnleika innan orku og umhvørvi, el og
stýringar, aling og smoltstøðir, bruna og trygd og byggi-
og verkætlanarleiðslu.
Árni Jakobsen vísir á, at starvsfólkini í fyritøkuni hava
serkunnleikar, sum fyritøkan dagliga umsetir til praktiskar
og haldbærar loysnir í teimum mongu verkætlanum, sum
SMJ er partur av.
- Vit vita eisini, at allar loysnir skulu tillagast tørvinum
á marknaðinum í Føroyum, uttan at missa nakað av
kompleksitetinum, sum tryggjar virkisførið í ymisku
loysnunum, leggur hann aftrat.
Stórar verkætlanir
Stjórin vísir á, at SMJ er við í nógvum av teimum stóru
verkætlanunum, sum verða framdar í Føroyum í dag.
- Millum hesar kunnu nevnast heimsins størsta smolt
støð, sum Bakkafrost letur byggja á Strond í Klaksvík og
sum kemur at lyfta stóru framleiðsluna av alifiski inn í
framtíðina. Haraftrat eru tríggjar aðrar smoltstøðir hjá
Bakkafrost, sum verða útbygdar ella bygdar nýggjar - ein á
Norðtoftum, ein í Glyvradali og ein í Ónavík í Vági. Har
aftrat skal ein framkomin lívfiskastøð byggjast í Skálavík.
SMJ er eisini partur av nýggja biogassverkinum - Førka
- hjá Bakkfrost á Skarðshjalla í Havn, sum fer at veita fjar
hita og el-orku í framtíðini.
Men, hetta er so sanniliga ikki einastu verkætlanir, sum
SMJ er partur av í løtuni.
- Vit eru eisini partur av nýggja orkuverkinum hjá
SEV á Sundi, sum fer at veita Føroyum trygga orku í
framtíðini, tá tað ikki regnar ella blæsir. Vit eru partur av
nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, sum fer
at loysa tær veksandi og kompleksu avbjóðingarnar innan
heilsu og sjúkuviðgerð í framtíðini, sigur Árni Jakobsen.
Fleiri skúlaverkætlanir
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar eru við í fleiri skúla
verkætlanum, sum nú eru komnar væl áleiðis ella nærkast
endanum - eitt nú skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík og
nýggja skúlanum í Fuglafirði. Fyritøkan er við í skúlanum
á Fløtum í Havn, sum kemur at hýsa umleið 1000
næmingum.
Fyritøkan hevur eisini eftirlit og tekniska byggileiðslu
við el-verkætlanini í Eysturoyartunlinum.
- Hetta eru stórar og margfaldar byggiverkætlanir, sum
lata seg gera, og vitanin finst í Føroyum. Við okkara vitan
og førleikum ynskja vit at vera við til at byggja land, sigur
Árni Jakobsen.
Sofus var slóðarin
SMJ varð stovnað í august í 1969 av Sofusi M. Jakobsen,
verkfrøðingi, og fyritøkan ber framvegis hansara for
bókstavir í navninum.
Eftir at hava arbeitt nøkur ár í stórum ráðgevandi verk
SMJ vil
byggja
Føroyar
- Í fyritøkuni hava vit serkunnleikar, sum vit dagliga
umseta til praktiskar og haldbarar loysnir í teimum
mongu verkætlanum, sum vit eru partur av, sigur
stjórin í SMJ, Árni Jakobsen
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN