Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020 19 Samrøða frøðingavirkjum í Danmark, kom Sofus til Føroya og byrj­aði sum ein av teimum fyrstu við ráðgevandi virksemi her heima. Her slóðaði hann undan innan byggivinnuna. SMJ var við, tá tey privatu vatnfeløgini fyri 40 árum síðan vórðu umskipað til størri kommunalar vatnveitingar til bæði virkir og húsarhald. Sigast kann, at krúnan á verkinum hjá stovnaranum av fyritøkuni var vatnverkið í Villingadali í Havn. Hetta kom eisini til kennar í 1988, tá formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar býráði kundi siga hesi orð: “Við vatninum frá nýggja vatnreinsiverkinum í Villingardali fáa vit púra reint vatn...” (Kelda: Tingakrossur nr. 20, 1988). Talan var nevnliga um eina stóra og nýhugsandi verk­ ætlan, har Føroyar fyri fyrstu ferð komu burtur frá tí heilsu­skaðiliga klorinum til ta reinu UV-tøknina. Tøknin í vatnverkinum í Villingardali var eisini eitt fram­brot í norðurlendskum høpi. Loysnin, sum SMJ tá læt úr hondum, hevur higar til dags verið brúkt til sóttreinsan av drekkivatni í Føroyum. Uppgávur flyta seg SMJ hevur nú í fimmti ár virkað sum ráðgevi í hesu vin­ nu. Síðan byrjanina hava uppgávurnar hjá fyritøkuni flutt seg frá vanligari bygging, vatnveitingum og kloakk­ skipanum til meira framkomnar og krevjandi uppgávur inn­an sjúkrahúsbygging, orkuverk, skúlabyggingar og há­tøknilig framleiðslukompleks - við nýggjastu vitan og tøkni. Vit kunnu siga, at Sofus M. Jakobsen slóðaði undan við at fara úr tryggum starvi uttanlands til at byrja egið virki í Føroyum. Virkið hevur síðani ment seg við servitan inn­an mong øki. Fara vit aftur til byrjanina, var fyrsta projektið, sum Sofus fór í holt við í Føroyum, nýbyggingin av ítróttar­ høllini uppi á Nabb. Síðan komu Meginskúlin á Sandi, skúlin í Nólsoy, skúlin við Gøtugjógv og millum aðrar verk­ætlanir var nýggja vatnskipanin í Klaksvík við vatn­ tøku úr Svartdali og vatnbrunnum undir Fossum. SMJ hevur síðan tá verið í nógvum nýskapandi verkætlanum. Eysturskúlin var eisini eitt frambrot innan skúlabygging, tá hann varð bygdur. Sama var útvarpshúsið í Sortudýki, fjarhitaskipanin í Havn, víðkanin við G-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík og flestu nýggju skúlar kring landið. Í 2003 loysti Árni Jakobsen pápan av, og síðan tá hevur hann stjórnað fyritøkuni, SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar. Ynskja nøgdsemi Á tí styttri breytini loysir SMJ dagligar uppgávur - frá tanka til veruleika - fyri kundar. Á longri breytini ynskir fyri­tøkan at skapa nøgsemi hjá starvsfólkum við at fokusera upp á avbjóðingar og at loysa hesar. - Tí gera vit javnan íløgur í menning og nýhugsan og í ar­beiðsgleði og trivna. Vit síggja hetta sum eina langtíðar íløgu í okkara framhaldandi førleikar til at loysa uppgávur fyri kundarnar. Árni Jakobsen sigur, at dentur verður lagdur á, at øll starvs­fólkini hugsa frítt og visionert, og fólk tora at lata góð hugskot koma fram. - Tað er tí, vit siga, at vit virka fyri, at vitan og tøkni møta arbeiðsgleði og nýhugsan. Tað er eftir okkara tykki hin tryggasti og besti mátin til at veita tær bestu loysnirnar til okkara kundar, sigur stjórin í SMJ. - Vit leggja dent á, at øll starvsfólkini hjá okkum hugsa frítt og visionert, og at fólk tora at lata góð hugskot koma fram, sigur Árni Jakobsen - Vit virka fyri, at vitan og tøkni møta arbeiðsgleði og nýhugsan. Hetta er eftir okkara tykki hin tryggasti og besti mátin til at veita tær bestu loysnirnar til okkara kundar, sigur stjórin í SMJ, Árni Jakobsen