Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020 S einni árini hava fleiri stórar skúlaverkætlanir verið í gongd í Føroyum, og felags fyri hesar er, at tær nú líða móti endanum. Tað merkir, at nógvir handverkarar verða tøkir til aðrar uppgávur um teir arbeiðs­tak­ arar, sum eru partur av hesum verkætlanum, hava onnur arbeiði at fara til. Millum skúlaverkætlaninar er Skúlin á Fløtum í Havn nógv tann størsta. Men, bæði á Oyrarbakka, Fuglafiðri og í Klaksvík eru eisini stórar skúlaverkætlanir í gongd, sum verða lidnar í sein­asta lagi í 2020/ 2021. Út við 100 mans Í fjør heyst stóð Skúlin á Fløtum innilokaður, og hann skal sambært ætlanini standa klárur at taka í nýtslu í summ­ar. Hetta verður Føroya størsti fólkaskúli, og sambært byggi­ánaranum, sum er Tórshavnar kommuna, hevur arbeiðið at byggja skúlan gingið sum eftir ánni. Á Skúlanum á Fløtum fara at ganga einir 850 næm­ ingar, og her fara at arbeiða eini 100 starvsfólk. Soleiðis fara út við 1000 fólk at hava sína dagligu gongd á skúla­ num hvønn yrkadag. Seinasta árið hevur verið arbeitt við tí, sum eftir var at stoypa, tekju, framsíðum, og eisini hevur verið arbeitt dúgliga inni í bygninginum við eitt nú HVS, el, inn­ veggjum og gólvum. Skúlanæmingar hava verið við til at planta trø og hava soleiðis verið við til at gróðurseta lív og trivnað í nýggja skúla­um­hvørvinum. Nógvir arbeiðstakarar Tað eru feløgini, Articon og Búsetur, sum saman eiga høvuðs­arbeiðstøkuna í hesi velduga stóru skúlaverkætlan, og harumframt eru fleiri undirveitarar knýttir at verk­ ætlanini. Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sigur, at samlaða talið av arbeiðsfólki, sum í løtuni er í gongd á Fløtum, táttar í 100, og hann letur væl at gongdini. Articon hevur tilsamans 320 fólk í starvi í løtuni, og fyritøkan byggir eisini Hotel Brandan, sum skal standa liðugt í summar, nýggja Sundsverkið umframt smolt­ støðina á Strond. Spurdur, um Articon kemur at hava brúk fyri øllum hesum 320 fólkunum, tá stóru verkætlaninar, sum nú nærk­ast endanum, eru lidnar, sigur Jón Sigurdsson. - Trupult er at spáa um tað, sum liggur fyri framman, men tað er greitt, at skulu vit framhaldandi hava øll hesi 320 fólkini í starvi, skulu eisini nýggjar verkætlanir koma undan kavi innan alt ov langa tíð, sigur stjórin. Ein avbjóðing Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur, sigur, at feløgini gjørdu av at bjóða upp á Skúlan á Fløtum saman, og hann heldur, at samstarvið sum heild hevur gingið væl. - Sjálvandi hava tað verið onkrar avbjóðingar, men vit halda, at hetta er ein leistur, sum hevur riggað eftir ætlan. Búsetur hevur í løtuni umleið 80 fólk í starvi. - Ein orsøk til, at vit valdu at vera saman við Articon um hesa stóru byggiverkætlan, er, at bæði feløgini eisini hava havt aðrar uppgávur og arbeiðstøkur, samstundis sum Skúlin á Fløtum er bygdur. Sjúrður Holm vísir á, at eitt annað, sum eisini hevði sín týdning, tá feløgini fóru undir hetta samstarv, var, Stórar skúlaverkætlanir eru skjótt undir landi - Trupult er at spáa um tað, sum liggur fyri framman, men skulu vit framhaldandi hava øll hesi 320 fólkini í starvi, sum vit hava í dag, skulu nýggjar verkætlanir koma undan kavi innan alt ov langa tíð, sigur stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, sum byggir risastóra Skúlan á Fløtum saman við Búsetur og fleiri undirveitarum TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN Samrøða Út við 100 fólk eru til arbeiðis á Skúlanum á Fløtum, sum skjótt stendur liðugur at taka í nýtslu