hósdagur 27. februar 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRURAR 2020
23
Samrøða
at byggileiðarar hjá báðum feløgunum kendust væl og
høvdu áður arbeitt saman.
- Tað ger tað jú ikki verri, at kemi’in eisini er í lagi,
leggur hann brosandi aftrat.
Stjórin í Búsetur heldur tað vera skilagott, at feløgini
her hava prógvað, at tað ber til at sláa seg saman um eina
so stóra byggiverkætlan.
- Í løtuni eru eitt nú málarar og elektrikarar í gongd, og
her verður eisini arbeitt við loftum, veggjum og monter
ing av hurðum.
Sjúrður Holm vísir á, at ítróttarhøllin í skúlanum, sum
hevur fulla stødd, faktiskt er liðug, og her vantar at kalla
bara sjálvt ítróttargólvið.
Spennandi bygningur
Nýggi skúlin á Fløtum verður á ymiskan hátt ein ógvuliga
spennandi og flottur bygningur.
- Jú, hetta er ein serstakur skúli við nógvum byggitekn
iskum avbjóðingum, og bygningurin við sínum 11.600
fermetrum tekur seg væl út í umhvørvinum.
Sjúrður Holm heldur, at skúlin sum bygningur bæði er
sermerktur og vakur - uttan eins væl og innan.
- Mær dámar henda bygningin sera væl, og eg haldi, at
hann bæði er flottur og stórsligin - ikki minst við opna
umhvørvinum í miðjuni, sum gongur heilt upp í tróðurið.
Hetta er soleiðis nógva tann størsta skúlaverkætlanin,
sum Búsetur hevur verið partur av.
- Skúlin á Fløtum kann ikki samanberast við skúlan
við Løgmannabreyt, sum vit bygdu og leveraðu í 2007,
leggur hann aftrat.
Útbyggja Hotel Føroyar
Búsetur fremur í løtuni eisini eina útbygging á Hotel
Føroyum, har 72 nýggj kømur verð bygd aftrat, harav
nakrar svitur og familjukømur, sum eru størri enn vanligu
hotelkømrini.
- Fleiri av kømrunum skulu standa liðug tíðliga í
summar, og øll útbyggingin skal verða liðug og avhendað
í hesum árinum, sigur Sjúrður Holm.
Spurdur, hvussu hann væntar, at tað verður hjá teim
um umleið 80 starvsfólkunum hjá Búsetur, tá Skúlin á
Fløtum og útbyggingin av Hotel Føroyum eru liðug, sigur
hann, at ymiskt er í stoypiskeiðini, sum hann einki torir
at siga um enn.
- Men, eg vænti og vóni, at tað fer at eydnast okkum
at halda fram við á leið sama virksemi, soleiðis at vit
kunnu varðveita okkara starvsfólk - eisini eftir, at Skúlin
á Fløtum og útbyggingin av Hotel Føroyum eru lidnar,
sigur Sjúrður Holm.
- Mær dámar henda
bygningin sera væl, og eg
haldi, at hann bæði er flottur
og stórsligin, sigur stjórin í
Búsetur, Sjúrður Holm