Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 T á ið summarið nærkast er alt arbeiðið, sum hev­ur verið í gongd í Havn at byggja gist­ing­ar­hús liðugt. Hotel Brandan, sum Smyril Line og Hafn­ia lata byggja, hevur boðið fólki til eitt tiltak 2. mai, og Hilton letir upp tríggj­ar vikur seinni. Hesi bæði gistingarhúsini eru nýbygd, men harumframt verð­ur eisini bygt upp í Hotel Føroyar við Oyggjarvegin. Hesar tíggjar byggingar hava lagt hald á rættuliga stóra ar­beiðs­orku hjá byggifyritøkunum hetta seinasta árið. Nú byggingin hasar av, verður rættuliga nógv minni at gera í bygg­ivinnuni í høvuðsstaðarøkinum. Fyritøkurnar sjálvar siga, at hetta sjálvandi fer at merkj­ ast, men at okkurt kortini er í ordrabókunum, og fleiri teirra vænta ikki, at tað verður minni at gera av tí, sum eftir er av ári­num – altso seinna hálvár her í 2020. 1500 útlendingar Tað er torført at finna neyv tøl fyri, hvussu nógvir út­lend­ ing­ar eru í arbeiðsørindum í Føroyum nú. Gitt verður, at talan er um einar 1500 mans, sum bein­ leið­is eru komnir til Føroyar at taka lut í nógva virk­sem­i­ num, sum er og hevur verið hesi seinastu árini. Nógv teirra arbeiða í byggivinnuni og eftir hvat leiðsl­ ur­nar siga í teimum størru fyritøkunum, so bendir alt á, at tað fyrst og fremst verða millum hesi 1500 fólkini upp­ sagn­ir fara at koma, verður minni at gera. Nógva ferðin á búskapinum hevur gjørt, at so at siga ong­in føroyingar hevur verið arbeiðsleysur seinnu árini, Brúk hevur verið og er enn fyri øllum hondum. Men seinasta treystifalið, sum var almannakunngjørt her­fyri vísir greitt, at í byggivinnan er optimisman mink­ andi. Meðani júst byggivinnan hevur verið bjartskygd nógv tey sein­astu árini, so er hon markant minni bjartskygd nú, eis­ini sæð í mun til restina av treystitalinum. Treystitalið Samlaða vísir seinasta treytitalið, at vónirnar eru góðar fyri fram­tíð­ina. Vístalskanningin hjá Hagstovu Føroya er tað sam­an­vig­ aða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørd­ ar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið mill­um 21 og 26 síðan á sumri 2017, men er hesaferð frá kann­ ing­ini í januar komið upp á 32. Í januar 2017 var talið 31 ann­ars skulu vit heilt aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er hægri, tá var tað 37. Húsarhald, tilfeingisvinna og annar ídnaður, bygg­i­vinn­ an, handilsvinna og tænastuvinna eru spurd. Vit skulu aft­ ur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er størri enn 32. Í juli í 2014 vart treystitalið 37. 32 er miðaltalið. Sammett við tal­ið í fjør juni, er talið hjá brúkarum tó farið úr 19 nið­ur í 5. Hjá byggivinnuni er treystitalið farið úr 13 niður í min­ us eitt. Hjá øðrum vinnum er talið farið upp, mest hjá tæn­astu­vinn­uni, úr 39 upp í 53, hjá tilfeingisvinnuni úr 13 upp í 35, og hjá handilsvinnuni úr 23 upp í 29. Tá ið vit í samband við hetta blaðið hava tosað við nógv­ ar fyritøkur, so fáa vit ikki heilt somu fatan, sum treyst­i­ Treystitalið er lækkað men framvegis er nógv at gera Sjálvt um nógvar risastórar íløgur eru lidnar í summar ella seinni í ár, so er virksemi framvegis stórt TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVJUR HARALDSEN