hósdagur 27. februar 2020síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020
talið vísur.
Fyritøkurnar eru sjálvandi grediðar yvir at nógvar stórar
verkætlanir verða meira ella minni lidnar í ár. Sum nevnt
verður hotelbyggingarnar lidnar, men eisini fleiri skúlar
verða lidnir í summar ella seinni í ár.
Skúlin á Fløtum í Havn og Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík
verða báðir lidnir og tað sama verður skúlin á Oyrabakka.
Eisini stóra útbyggingin hjá SEV á Sundi verður liðug
í summar.
Hetta er alt talan um stórar verkætlanir, sum krevja
nógvar hendur, men íløgurnar halda fram kortini. Sandoy
artunnilin er í gongd og taða sam er Hvalbiartunnilin, sum
helst verður eftirfylgdur av tunlunum Norður um Fjall.
Innkomuvegirnar til Eysturtoyartunnilin í báðum end
um skulu gerast. Tað erur stórar íløgur hvør sær.
Privatar íløgur
Hetta eru tær stóru almennu íløgurnar, og tá hava vit ikki
nevnt byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum, sum
altso eisini skal latast Havstovuni í summar.
Umframt tað so verða eisini nógvar stórar privatar íløgur
gjørdar. Bakkafrost byggir smoltstøðir og hinar báðar ali
fyritøkurnar gera eisini íløgur so at siga alla tíðina.
Tørvurin á bústøðum hevur eisini havbt við sær,at nógv
bústaðarbygging er í gongd. Sumt er privat, men eisini
Bústaðir hevur fleiri verkætlanir í gongd, sjálvt um tey ikki
hava fingið fleiri pengar at arbeiða við.
Hendan samgongan sær ikki út til at fara at lata Bústaðir
halda fram at byggja, men tað sum er sett í gongd verður
gjørt liðugt.
Ein óneddur faktor er eisini. Í heyst verður kommunuval
og tað er onki óvanligt í, at kommunur seinasta árið í val
skeiðnum seta nýuggjar verkætlanir í gongd.
Bæði í Havn og í Runavík er ætlanin er byggja svimji
hallir og annað og við stóra fólkavøkstrinum, sum hevur
verið, undrar tað ongan um onkrar kommunur mugu gera
íløgur í barnansingarstovnar umframt skúlarnar.
So hóast lága treystitalið, so bendir kortini nógv á, at
hóast tað verður heldur minni stórarbeiði at gera, so verður
helst nóg mikið til føroysku hendurnar komandi tvey-trý
árini.
Hotel Hilton letur upp seinni í maimánaði
Nýggja Hotel Brandan í Havn
hevur boðið til tiltak 2. mai
Mynd: Álvur Haraldsen