Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KYNSLIGUR Á­GANG­UR Tiltøk verða nú sett í verk at forða fyri kyns­lig­um á­gangi ímóti børn­um Áki Bertholdsen Í framtíðini skulu tey, sum søkja ávís størv, hava prógv frá løgregluni fyri, at tey ongantíð hava fingið dóm fyri at hava gjørt seg kyns­ liga inn á børn. Tað ætlar Jenis av Rana, landsstýrismaður í ment­a­ mál­um. Løgtingið samtykti ann­ ars longu í 2012, at vit skulu hava eina skipan við barn­ a­vátt­an­um í Føroyum. Ein barnaváttan er eitt prógv frá løg­regl­uni sum vísir um ein er dømd­ur fyri kynsligan á­gang ímóti børnum. Tað varð einmælt samtykt í Løg­tinginum, men hóast Fer at avmarka fr pedofilum at virk Politikarar eru ikki á einum máli um tiltøk, sum verja børn í­móti kynsligum á­gangi Áki Bertholdsen – Vit eiga at binda um heilan fing­ur, tá tað snýr seg um at verja børn móti kynsligum á­gangi. Tað heldur Djóni Nolsøe Jo­en­sen, ting­maður fyri Javn­að­ar­flokkin. Sum vit skrivaðu fyrr í morg­un, ætlar Jenis av Rana, landsstýrismaður í ment­a­ mál­um, at seta eina skipan í verk, har tey, sum søkja á­vís størv, skulu vátta, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan á­gang ímóti børnum. Djóni Nolsøe Joensen reisti málið í Løgtinginum hend­an dagin, tá ið hann spurdi Jenis av Rana, um ætl­ anin er at seta nakra skip­an av hesum slag, í verk í Før­ oyum. Hann sigur, at sum støð­ an er í dag, er tað ikki eitt krav, at arbeiðsgevarar skulu krevja barnaváttanir frá ped­ a­gogum, og øðrum, sum hava við børn og ung at gera. – Sostatt kunnu vit stað­ festa, at føroysk børn eru ikki líka væl vard á hesum øki­num sum børnini í grann­ a­lond­u­num. Hann er greiður yvir, at eitt krav um barnaváttanir fer kem­ur at forða fyri, at all­ ur kyns­ligur ágangur heldur upp­at. – Harafturat fer ein barna­vátt­an bara at vísa um ein er dømd­ur fyri kynsligan á­gang, ella ikki. Men vit eiga at binda um heilan fingur, tá tað kemur til at fyribyrgja kyns­lig­um ágangi og seta eitt­hvørt tiltak í verk, sum verj­ir børnini, sigur Djóni Nols­øe Joensen. Nú skal tað setast í verk« Okkara fremsta ábyrgd her í verðini er at verja okkara børn og ungu, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður Tað er nokk at bjarga ei undan kyns­ligum ágang Jenis av Rana sigur, at donsku mynd­ug­leik­arnir eru sinn­aðir at seta kunngerðina í gildi fyri Føroyar