Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ælsið hjá a í Føroyum Ein følsk trygd Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi vil hava Jenis av Rana hev­ur umhugsað málið av nýggj­ um, soleiðis at kravið um barna­vátt­an ikki bara er ein følsk trygd. Hon væntar, at tað munnu vera heilt øgi­lig­a fá, sum ikki kunnu út­vega sær eina reina barnaváttan. – Eg kann bera ótta fyri, at ein rein barnaváttan er ein følsk trygd, sigur hon. Brandur Sandoy, ting­ mað­ur fyri Fólkaflokkin, er samd­ur í, at ein barnaváttan er ein rætt­iliga følsk trygd, tí tað er eingin sum sigur, at fólk, við eini reinari barna­ vátt­an, ikki eru pedofil fyri tað. Hann staðfestir, at ein barna­vátt­an vísir bara um ein er dømd­ur fyri kynsligan á­gang ímóti børnum, og tí eiga fólk at taka slíkar barn­a­ vátt­an­ir við størsta varsemi, held­ur tingmaðurin fyri Fólka­flokk­in. Eisini Sirið Stenberg úr Tjóð­veldi ásannar, at ein barna­vátt­an kann vera ein følsk trygd. Og samstundis held­ur hon at kravið um barna­vátt­an kann ikki standa einsamalt. – Tað skulu nógv ymisk til­tøk setast í verk fyri at verja børn ímóti harðskapi og ein barnaváttan skal vera eitt av hesum átøkum, sigur Sir­ið Stenberg Men kann kravið um barn­a­vátt­an bjarga bara ein­ um barni undan kynsligum á­gangi, er tað vert at seta eina slíka skipan í gildi, sigur hon. Rósa Samuelsen, ting­ kvinna fyri Sam­bands­flokk­ in, heldur at eitt krav um barn­a­vát­tan kann eggja til, at fleiri tilburðir um kyns­lig­ an ágang ímóti børnum verð­ ur meldað. Hon vísir á, at tað er nevn­ i­liga ein ógvuliga pínufull og hørð avgerð at melda onkran fyri kynsligan ágang ímóti børn­um. Tí mælir hon til, at ein skip­an við barnaváttan verð­ ur sett í verk. Rætt at seta í verk Edvá Jacobsen úr Sam­bands­ flokk­i­num, heldur, at hóast ein barn­a­váttan ikki er ein full­góð trygd, er ein ávísur trygg­leiki í tí kortini, og tí held­ur hon, at tað vert at seta eina slíka skipan í verk. Jenis av Rana er samdur í, at bara eitt krav um barna­ vátt­an bjargar einum einasta barni, er tað rætt at seta eina slíka skipan í verk. Hann er fullgreiður yv­ir, at tað loysir ikki allan trup­ ul­leikan, men hóast vit ikki loysa allan trupulleikan er tað skeivt bara at lata standa til og einki gera. – Er tað ein ábyrgd, vit hava her í verðini, er tað at verja okkara børn og ungu, sig­ur Jenis av Rana. – Vit eiga at gera tað, vit kunnu, fyri at bjarga børnum und­an kynsligum ágangi, og hetta er eitt stig á leiðini, legg­ur hann afturat. Áki Bertholdsen Nú um vikuskiftið hevur løg­regl­an ført ein mann fyri Før­oya rætt til grund­ lóg­ar­av­hoyr­ingar. Hann varð handtikin fyri harð­skap og í tí sam­ bandi vildi løg­regl­an hava hann varð­halds­fongsl­ að­a­n, so at tey fáa frið at lýsa mál­ið út í æsir. Tey hildu eisini, at verð­ur hann ikki varð­ halds­fongsl­að­ur, er vandi fyri, at hann fer at fremja fleiri lóg­ar­brot. Og tað var dómarin í Før­oya Rætti samdur í og dømdi mannin at sita í 16 dag­ar, ímeðan málið verður kann­að. Og tað er ikki av ong­ um, at tey stúrdu fyri, at hann fór at gera fleiri lóg­ ar­brot, verður hann ikki varð­halds­fongsl­að­ur. Hesi seinastu fáu árini hev­ur maðurin nevniliga fleiri dóm­ar fyri harðskap, hótt­an­ir og rúsevni og bara tann eina dagin nú feb­r­uar var løgreglan boð­ send einar fimm ferðir eft­ ir hon­um, tí hann gjørdi ó­náð­ir. Hann hevur eisini kar­ an­tenu á summum av skeink­i­støðu­num í Havn og tað varð hetta, sum varð í­tøkiliga orsøkin til, at hann varð handtikin. Hann varð nevniliga kom­in inn á eitt skeink­ i­stað, har hann var burt­ ur­víst­ur. Tað fekk hann at vita frá barr­vørðinum, men tað so fór ein annar ann­ar mað­ur, sum var inni, at blanda seg upp í Tað endaði við, at mað­ ur­in, sum varð handtikin, skump­aði hin um koll, sló hann fleiri ferðir við knýtt­um nevum ímeðan hann lá. Hann er eisini skuld­settur fyri at hava spark­að tann, sum lá niðri, minst eina ferð. Men eftir at hann varð hand­tikin, hótti hann eitt løg­regl­u­fólk eftir lívinum, um­framt at hann breyt eitt vak­myndatól og ann­ að á løg­reglu­støðini. Hann viðgekk sumt av tí, hann varð ákærdur fyri, men hann noktaði fyri at hava sparkað hina, og hann mint­ist heldur ikki at hótt løg­regl­u­fólk. Hann hevur annars ver­ið undir eini skipan Al­mann­a­verk­inum í eini roynd at taka betri part­ ar fyri seg, men hann ás­ annaði, at hesa sein­ast­una tíð­ina hevði tað ikki ging­ ið so væl við tí. Men tað royndi hann at fáa upp á rætt­kjøl aftur. Løgreglan fekk 16 dagar at kanna málið Hóast vit ikki loysa allan trup­ul­ leik­an er tað skeivt bara at lata standa til og einki gera« inum barni i tað skjótt eru átta ár síðani, er einki hent í málinum enn. Men nú hevur Jenis av Rana, lands­stýr­is­mað­ur, tik­ ið málið upp aftur, og hann sig­ur, at nú skal tað setast í verk. Og tað merkir, at í fram­ tíð­ini skulu tey, sum ikki hava reina barnaváttan, verða úti­hýst at frá størvum, har tey hava samband. Sett ígongd Jenis av Rana sigur, at tað, sum forð­ar fyri, at skipanin kann setast í verk í Føroyum, er ein donsk kunngerð, sum ikki er sett í gildi fyri Foroyar. Hetta er ein kunngerð, sum gevur mynd­ugl­eik­u­num at­ gongd til skrásetingina við lóg­brót­a­r­um. Tað er fortreytin fyri at kunna skriva eina barna­vátt­ an. Jenis av Rana sigur, at donsku myndugleikarnir eru sinn­aðir at seta kunngerðina í gildi fyri Føroyar, og nú verð­ur arbeitt við tí. Tá ið tað er samtykt í Fólk­a­tinginum, hava eisini før­oyskir myndugleikar at­ gongd til skrásetingina. So­ statt fer tað eisini at bera til hjá løgregluni í Føroyum at skriva barnaváttanir, og Jenis av Rana sigur, at tá verð­ur ein skipan við barna­ vát­t­anum sett í gildi í Før­oy­ um. Jenis av Rana veit ikki nær tað verður, tí hjólini í um­sit­ingini hjá donsku stjórn­ini, mala ikki so skjótt sum ynsk­iligt. Men hann sigur, at tá ið skip­anin er komin í gildi, skulu øll, sum søkja størv, har tey hava við børn og ung at gera, vísa eina barnaváttan, sum prógv­ar, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børn­um og u­ngum. Her hugs­ar hann um ítrótt­ ar­venjarar, lærarar, skóta­ leið­ar­ar, og annars øll størv, har børn og ung, eru. Skipanin er ikki sett í gildi í Føroyum enn, tí ein kunngerð manglar. Donsku myndugleikarnir eru sinnar at seta hesa kunngerð í gildi fyri Føroyar, sigur Jenis av Rana