mánadagur 2. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðararnir á
nýggja hotell
inum Hilton
Garden Inn eru
nú settir. Martin
Restorff, stjóri,
sigur, at hotellið
skal vera fremst
í Føroyum innan
tænastu
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Í summar letur nýggja hotell
ið Hilton Garden Inn upp, og
nú eru teir fýra leiðararnir,
sum hotellið skal hava, settir.
Teir eru Tórstein Christ
iansen, sølu- og marknaðar
leiðari, Jákup Sumberg, køks
leiðari, Rósa Maria Restorff,
Food and beverage leiðari,
og Tora Eyðunsdóttir Marr,
móttøkuleiðari.
– Vit eru sera fegin um at
hava sett fýra dugnalig fólk,
sum hava royndir innan hvør
sítt øki, sigur Martin Res
torff, stjóri á Hilton Garden
Inn.
Tórstein
Christiansen
hevur longu verið í starvi
síðani 1. august í fjør, meðan
Jákup Sumberg og Tora Eyð
unsdóttir Marr hava fyrsta
arbeiðsdag í dag, og Rósa
Maria Restorff byrjar 1. apríl.
Ráðstevnur fylla øll
hotellkømur í Havnini
Tórstein Christiansen hevur
longu í sjey mánaðir arbeitt
við marknaðarføring og sølu
av hotellinum, og sambært
honum, verður hotellið fult
av gestum fleiri tíðarskeið
av árinum.
– Vit eru ikki byrjað at
selja hotellið enn, men tað
eru sera nógvir fyrispurn
ingar og sera stórur áhugi at
koma at gista á hotellinum.
Hilton-netverkið hevur sølu
deildir kring allan heimin, og
vit hava longu skúla tey upp
í, hvat er serligt í Føroyum,
og hvussu tey kunnu selja
Føroyar.
Vit
hava
eisini
luttikið á messum uttan
lands saman við vinnuni í
Føroyum, og vit hava eisini
sett okkum inn í bíleggingar
skipanina, sum Hilton Gard
en Inn nýtir, sigur hann.
Áhugin er eisini stórur
– Tað eru fyrispurningar
frá stórum bólkum og stór
um ráðstevnum, bæði nú í
summar men eisini í 2021,
2022 og 2023. Talan er bæði
um ráðstevnur, ið fylla alt
okkara hotell, men eisini
ráðstevnur, ið fylla øll hot
ellkømrini í býnum, sigur
Tórstein Christiansen.
Ráðstevnur verða vanliga
hildnar annaðhvørt um várið
ella um heystið.
Matstova og
veitsluhøli
Jákup Sumberg verður køks
leiðari. Hann hevur verið eitt
sindur uppií, millum annað
hvussu køkurin á hotellinum
skal innrættast, men tað
verður ikki fyrr enn nú, at
hann veruliga byrjar.
Hann
hevur
arbeiðs
royndir sum kokkur á mat
stovum í Danmark og Svør
íki og í 2014 kom hann aftur
til Føroyar, har hann hevur
starvsroyndir
frá
matst
ovum, millum annað Bar
baru.
– Uppgávan verður øðr
vísi, tí tað eru fleiri uppgávur
og fleiri fólk á einum hotelli
enn á eini matstovu. Men
tað er sera spennandi, sigur
hann.
Matskráirnar
eru
ikki
klárar enn.
Á hotellinum er matstova
við a la carte, har fólk kunnu
koma inn og bíleggja. Har
umframt fer hotellið eisini
hava hava veitsluhøli og
veitslukøk.
Umleið 15 fólk verða knýtt
at køkinum, og hotellið fer
eisini at hava næmingar.
Leiðarar við royndum
Tora Eyðunsdóttir Marr er
móttøkuleiðari á hotellinum.
Hon hevur 20 ára royndir frá
hotellvinnuni frá Hotel Før
oyum og Gist & Vist.
– Tað verður spennandi at
byggja hetta upp, seta fólk í
starv, og fáa alt tað dagliga at
koyra, sigur hon.
Rósa Maria Restorff er
Food and beverage leiðari.
Hon hevur millum annað
starvast í Danmark á SAS,
Radinson og á Glostrup Park
Hotell, áðrenn hon kom aft
ur til Føroya, har hon hevur
starvast í 20 ár á Hotel Haf
nia.
– Eg eri eisini sera spent
til hesa uppgávuna. Vit fara
at leggja dent á at hava eina
tænastu á sera høgum støði,
sigur hon.
Best í Føroyum
til tænastu
– Vit eru ein partur av Hilton
Garden Inn ketuni, og skulu
tí reka hotellið eftir tí stand
ardinum. Eg og Tórstein
hava longur verið á fleiri
skeiðum, og nú skulu hinir
leiðararnir eisini á skeið. Vit
hava fingið tann størra pakk
an av skeiðum, meðan hini
starvsfólkini skulu hava ein
minni pakka, sigur Martin
Restorff.
Stjórin og leiðararnir fara
tó eisini at seta sítt eyðkenni
á hotellið.
– Vit fara at reka hotellið
í
Restorff-andanum.
Tað
merkir tænasta. Vit skulu
vera besta hotellið í Føroyum
innan tænastu, sigur Martin
Restorff.
Triðja og fjórða
hædd liðug í vikuni
Stjórin vil ikki enn siga nak
að um dato, nær hotellið let
ur upp.
– Tað letur upp á sumri
2020. Tað er Hilton Garden
Inn, ið ásetur dato. Teir seta
treytir, og alt skal vera í lagi,
áðrenn hotellið letur upp, og
teir skulu góðkenna alt fyrst,
sigur Martin Restorff.
Stjórin letur tó væl at ar
beiðinum.
– Tíðarætlan heldur, og
tað sær gott út. Í løtuni ar
beiði 80 starvsfólk at gera
hotellið liðugt. Triðja og
fjórða hædd á hotellinum
vera lidnar í hesari vikuni, og
tá manglar bara at fáa møbl
ar inn. Tað kemur eitt hold av
arbeiðsfólki frá verksmiðjuni
inn at seta møblar upp, sigur
Martin Restorff.
Bjartskygd
Sum nevnt, hevur hotellið
fingið sera nógvar fyrispurn
ingar.
– Flestu fyrispurningar
eru úr Europa og serliga úr
Bretlandi, har Hilton Gard
en Inn er kent. Men fyri
spurningar eru eisini úr USA,
sigur Tórstein Christiansen.
Hvørki Tórstein ella Mart
in halda, at tað verður nakar
trupulleiki at fylla hotellið.
– Hilton Garden Inn hevur
meira enn 100 milliónir fólk á
kontaktlista, og tá ið boðini
fóru út til teirra um okkara
hotell, fingu vit eina rúgvu at
fyrispurningum, sigur Tórs
tein Christiansen.
Stjórin er eisini bjart
skygdur.
– Vit stúra als ikki, men
vænta okkum eina rúgvu av
gestum ein stóran part av ár
inum, sigur Martin Restorff.
FØROYSKA HILTON-
TOYMIÐ ER SETT
Leiðslu-toymið á Hilton Garden Inn. Frá vinstru: Jákup Sumberg, køksleiðari,Martin Restorff, stjóri, Tórstein Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari, Rósa
Maria Restorff, Food and beverage leiðari og Tora Eyðunsdóttir Marr, móttøkuleiðari.
Mynd: Álvur Haraldsen