Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Aliráðstevnan 2020 varð hildin fríggjadagin hin 28. februar á Hotel Før­ oyum, og eins og í fjør var ráðstevnan full­sett við fleiri enn 400 lut­ takar­um. - Nógv viðkomandi vitan varð løgd fram, bæði frá føroyskum og út­lendskum fram­løgu­ haldarum. Í Vinnuhúsinum vita tey at siga, at tey, sum lut­tóku á aliráðstevnuni, vóru fólk, sum starvast í ali­vinnuni, undirveitarar, umboð fyri gransk­ingar­ stovnar og almennar myndugleikar. - Umframt at fáa nýggja vitan, vórðu eisini góðir møguleikar hjá lut­ takarum at netverka og hitta fólk í vinnuni. Eins og undanfarin ár varð aftur hesaferð hugt eftir gongdini hjá før­oysku alivinnuni í 2019, og her vórðu eisini saman­beringar gjørdar við gongdina hjá okkara kappingarneytum. Eisini var ein røð av styttri og longri fak­ ligum framløgum um við­komandi evni fyri ali­ vinnuna. - Dagurin endaði við, at tikið varð aftur í ali­ søguna, umframt at góð aliúrslit frá farna ári vórðu tikin fram, og fleiri met vóru sett, vita tey í Vinnu­húsinum at siga. Lagt verður aftrat, at luttakararnir á ráð­ stevnuni tóktust samd­ ir um, at støðið á fram­ løg­unum hesaferð sum heild var høgt. ­ - Luttakararnir á aliráðstevnuni tóktust samdir um, at støðið á framløgunum sum heild var høgt, siga tey í Vinnuhúsinum Vilmund Jacobsen Tað er ikki ókent, at fisk­ ur kann reka upp á turt í uppgangi. Viðhefta mynd er tikin í Húsavík um viku­skiftið, har deyðar brosm­ur lógu í fjøruni. Brosmurnar eru helst endaðar inni í briminum og síðan uppi á turrum. Ilt er at siga, hví fiskur ikki tekur seg út frá landi í slíkum lík­ind­ um. Kanningar, eitt nú á Vágsfirði, vísa, at tað ger gágga. Gágga veit, hvat er í væntu, og tekur seg úr landi og út á djúpri sjógv uppundir illveður. Á Facebook skrivar kvin­na í Sandoynni seg minn­ast, at tá nógvur upp­gangur hevði verið, plagdu menn at fara sær ein túr til Søltuvíkar efti brosmu, sum varð skol­ að upp á land. Ætlanin er at broyta nøvnini á nøkrum bygdagøtum í Kunoyar bygd. Orsøkin er, at tað er trupult at finna runt í bygdini. Uppskot um broytingar kunnu síggjast á www.kunoy.fo Brosmur á turrum - Eg sigi bara takk ­ Vilmund Jacobsen Tað var Rosmunda Joensen úr Fuglafirði, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka- spælinum fríggjakvøldið. Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur. Rosmunda Joensen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 500.000 krónum - ella hálvari miljón - í hvørjum leypi.  Men, Rosmunda Joensen snaraði hjólinum bara ta einu ferðina. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 100.000 krónur. - Eg sigi bara takk, vóru orðini hjá kvinnuni úr Fuglafirði, sum eisini nýtti høvi at takka gekka-vertinum fyri góða vinningin. Nógv viðkomandi vitan løgd fram á Aliráðstevnu Tá uppgangur hevði verið, plagdu menn at fara til Søltuvíkar eftir brosmu, sum varð skolað upp á turt ARBEIÐIÐ at byggja nýggja frítíðarskúlan á Brekkukletti á Toftum gongur eftir ætlan, og í síðstu viku vórðu dekkelementini løgd á. Bygningurin skal verða liðugur seinast í hesum árinum.