Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 Vilja hava gongu- ella súkklubreyt Vilmund Jacobsen Tað var í 2008, at hervi­ ligur uppgangur av land­ nyrð­ingi gjørdi feigdina um seg í Skálavík, tá fleiri bátar sukku og aðrir fóru í knús. Skaðar vóru eisini á bygningar, og kirkju­ garðurin rapaði. Nú nógvur vindur og herviligur uppgangur aftur hevur verið av eystri, hava aftur verið fyri­treytir fyri nógvum brimi í Skálavík og aðra­ staðni, har ættin liggur upp á land. - Ilt er at samanbera ódn­ina í 2008 við hesa. Nú hava vit grótkast frá syðra landinum, og eisini er grót lagt norðan fyri havna­garðin, eins kista er sett inni við bátahylin. Soleiðis skrivar borgar­stjórin í Skála­ víkar kommunu, Lin­john Christiansen, á sínari Face­book-síðu leygar­dag­ in, har hann eisini legði viðheftu mynd út á síðu­ na. Í stuttu frásøgnini legg­ur hann soleiðis aftrat: - Bátarnir síggja út til at liggja væl, og einki sæst á grótkastinum. Ringasta brimættin verður í dag, nú hann skal hækka upp í landnyrðing, so væntast kann, at nógvur upp­ gangur verður. Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, sær eitt sind­ ur rokaligt út inni í báta­ hylinum í Skálavík, men bátarnir liggja trygg­ir. Her er nógv skúm, sum vísir, at tað hev­ur leikað rætti­liga í uttan fyri báta­ hylin og brim­verju­na. Ketað saman Í Skálavík hava tey gjørt tað, sum ikki er vanligt at síggja við eitt grótkast. Her hava tey nevniliga knýtt stóru klettarnar á grótkastinum saman við sterkari ketu og sterk­um hefti í einstøku steinar­ nar. Steinar, sum liggja á ytru síðu á grótkastinum, hava hefti, sum gongur tvørtur um ryggin á grótkastinum og er fest í steinar, sum liggja á inn­ aru síðu. Soleiðis er hetta ein roynd at styrkja grót­ kastið og knýta stóru klett­ar­nar saman, soleiðis at teir ikki fara í havið í upp­gangi. Hósdagin var hátíðardagur í Sørvági, tá fyrsta flagið til nýggja vøggustovu uppi á Mýrum í Sørvági varð loyst. Tað var borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, sum loysti fyrsta flagið, og her vóru bæði barnagarðsbørn og starvsfólk møtt til løtuna. Í Skálavík hava tey gjørt tað, sum ikki er vanligt at síggja við eitt grótkast. Her hava tey nevniliga knýtt stóru klettarnar á grótkastinum saman við sterkari ketu og sterkum hefti í einstøku steinarnar Nógv skúm - eingin skaði Vilmund Jacobsen Kommunustýrið í Hvalb­ i­ar kommunu hevur enn einaferð samtykt at heita á Landsverk og fríggjar­ mála­ráðharran, Jørgen Nicla­sen, um at gera nakað við umstøðurnar á vegastrekkinum millum Nes og Hvalba. - Avvarðandi myndug­ leikar eiga at hugsa um fólk, sum eru til gongu og á súkklu millum Nes og Hvalba. Ynskið hjá Hvalbiar kommunu er, sambært áheitan­ini, at á hesum vega­strekki verður gjørd ein gongu-ella súkklu­ breyt. - Vit heita eisini á Landsverk og Jørgen Niclasen, lands­stýris­ mann, ið umsitir sam­ ferðslu­mál, um at breiðka vegin frá íbindingini í Nesi og heim til bingju­ plássið í Ellisgerði. Vegna Hvalbiar kom­ mu­nu er tað Janus Thom­sen, borgarstjóri, sum hevur undirskrivað áheitanina. Freistin at keypa fýra nýggjar skúrar í Leirvík er 15. januar Í síðstu viku vórðu boraðir 130 metrar av Sandoyartunlinum, 73 metrar í Traðardali og 57 á Gomlurætt. Nú eru boraðir 3.233 av teimum 10.785 metrunum, sum tunnilin verður langur. Líkindini gerast frægari Vilmund Jacobsen Flestu ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap, og á Fiskamarknaði Føroya væntaðu tey fríggjadagin, at flestu skip koma inn at landa í hesa vikuna. Ísfiskalínuskipini fáa mest av longu og toski og so nakað av hýsu og brosmu. Fríggjadagin vóru øll frystilínuskipini eisini eru til fiskiskap. Fimm fiska í íslendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum. Streymurin verður góður teir næstu dagarnar, men veðrið verður framvegis óstøðugt og batnar út á vikuna. - Vit vænta ikki nakran útróður teir fyrstu dagarnar í vikuni, men helst verður nakað, sum vikan gongur. Fríggjadagin vóru flestu partrolarar til fiskiskap, og skipini høvdu brúkiligan fiskiskap. Væntandi er, at partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Tríggir djúpvatnstrolarar vóru eisini til fiskiskap fríggjadagin. Ein fiskaði tosk og hýsu, ein fiskaði kongafisk, og ein fiskaði stinglaks. Væntandi er, at allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa hesa vikuna. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir, og teir fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar. - Trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava heldur frægari fiskiskap nú. Væntandi er, at garnaskipini koma inn at landa síðst í hesi vikuni, verður lagt aftrat. Tað er eingin ivi um, at allur fiskiskapur á Føroyaleiðini hevur verið tarnaður av veðrinum seinastu dagarnar. Hvalbiar kommuna ynskir eina tryggari farleið hjá fólki til gongu og á súkklu millum Nes og Hvalba - Bátarnir liggja væl, og einki sæst á grótkastinum, sigur borgarstjórin, Linjohn Christiansen