mánadagur 2. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Kári Thomsen
Tað eru ikki hissini lovorð
Helgi
Abrahamsen,
umhvørvis – og vinnu
málaráðharri,
hevur
at geva alivinnuni nú
ráðstevna verður hildin.
Virkisøkið hjá vinnuni er
á firðunum og sæst har
púra greitt hvussu væl
tað gongur hjá hummara,
kraklingi, igulker, øðu
og øðrum skeljadjórum.
Hummaramenn norðan
fjørðs hava mestan givið
skarvin yvir við veiðuni,
ið er minkað niður í so
at siga einki, og menn, ið
seta gággulínu á Vágs
firði, fáa so at siga bara
evju upp av botni.
Seiðabergið er mann
tómt, og verður seiður
fingin á firðunum, er
hann hvørki djóra- ella
mannaføði. At seiður er
mest heilsugóði fiskurin,
ið nokk man hava hildið
mangan føroyingin á lívi,
hevur ikki nakran tídning
meira, tí menn spenna
seg út, taka initiativ,
hugsa stórt og øðrvísi,
sum Helgi Abrahamsen
tekur til.
At Michelinkokkar ser
vera alilaks á KOKS man
nokk verða rættuliga iva
samt – sjalvt um nakrir
sonevndir gourmet-kokk
ar velja at selja sína sál
fyri ali-mammon heldur
enn at rætta ryggin og
vísa virðing fyri dygdar
ráðvøruni
úr
sjónum.
Just tann leikin valdu
íslendskir
gourmet-
kokkar fyri stuttum har
teir tóku seg úr felag
teirra í mótmæli móti
niðurlagingini
av
ís
lendsku náttúruni – og
villa
laksastovninum.
Í Skotlandi sæst sama
gongd har villur laks
ur so at siga ikki er at
finna, sum í BC-Can
ada har alivinnan er við
at forkoma villa laksa
stovninum, og við tí
taka føðina burtur hjá
bjarnum, úlvi og fleiri
fuglasløgum.
Hvussu støðan er her
í landinum á sjógvi og
landi sæst avbera væl.
Sjófuglurin hevur tað
vánaligt tí føðin ikki er at
finna, meðan laksurin er
fyri álvarsligum bakka
sti. Sjósílini hava tað
neyvan frægari, og kunnu
roknast við at hvørva
heilt vegna stóru mongd
irnar av laksalús.
At
heimsins
bestu
matstovur
keypa
ali
laks úr Føroyum, skal
nokk eisini takast við
stórum
fyrivarni,
tí,
sum í matvøruhandlum,
verður alilaksurin frá
merktur sum villur laks
ur. Kundin og keyparin
veit ikki betur tá mark
naðarføringin
er
sum
best ber til - sum NON-
GMO stuntið hjá Bakka
frost.
Amerikanska ahuga
felagið Oceana kannaði
laksavørurnar
í
mat
stovum
og
handlum
í
Virginia,
Chicago,
Washington D.C. Og New
York, og kundi staðfesta,
at 69% av marknaðar
førda
villa
laksinum
var alilaksur. Og heldur
ikki er óvanligt at síggja
”heilsuserfrøðingar” við
uppskriftum
til
gour
met-døgverðan við so
nevndum vistfrøðiligum
alilaksi.
Allar
snildir
verða
brúktar og hópurin av
handlangarum er stór
ur og innan allar bólkar
– frá kokkum til mak
naðarfyritøkur,
heilsu
ráðgevar og til politikk
arar, ið stutt eftir at hava
lýst tey 17 ST-heimsmálini
til burðardygga menning,
liggja skerflatir fyri ali
stjóranum
við
einum
vínara og snikutum ali
laksabita millum fingr
arnar.
Nei, Helgi Abraham
sen, alivinnan í Noreg er
sera illa fyri har einans
59milliónir
alilaksar
hvurvu úr framleiðsluni
í 2019 vegna sjúku og
við at ríma, og har aðrar
40
milliónir
reinsi
fiskar,
ronkilsi
o.a.
doyði
í
aliringunum.
Fiskasjúkurnar
økjast
støðugt og verða meira
og meira álvarsamar við
sjúkuelvandi virussmittu,
soppi, maðki og álvarlig
um heilsubrekum fyri
fiskin.
Nýtslan
av
lúsa
basingarevnum er broytt
nakað tí skaðaárin á
náttúruna vísa seg meira
álvarsom enn gott er. Tó
so verða sera vandamiklir
lúsabasingarløgir dump
aðir út í firðir og sund og
har alt livandi hvørvur
so við og við. Biofiltrini,
ið sløddist kringum vildi
eingin alari kennast við –
sjálvt um rættuliga lætt er
at staðfesta at talan bert
kann verða um tríggjar
fyritøkur.
Einki
fær
nakra avleiðing – um tað
eru 200 túsund alilaksar
hjá Bakkafrost, ið just
hava fingið heiluvág, og
enda uppi í Leynará, ella
tað eru einir 50 ella 100
túsund fiskar frá Luna,
ið sleppa út í umhvørvið
í Vestmanna, ger ongan
mun – her í landinum.
Hydrogenperoksidið
er
minkað nakað í nýtslu,
men kanska Helgi Abra
hamsen kann siga okk
um hvar 130 tons av
formaldehyd eru brúkt
farnu 10 árini. Góð 13 tons
verða innflutt um árið í
miðal, og tá vit ikki hava
nakara vinnugrein – aðra
enn alivinnuna – ið kann
hugsast at brúka sterkt
krabbaelvandi formalde
hyde
til
soppaviðgerð
ella kanska eisini til lúsa
basing, kann just hetta
álvarsmál hava almennan
áhuga.
Europeiska
mat
vørueftirlitið EFSA kom
við
endurskoðaðum
kosttilmæli i november
2018. Har varð m.a. mælt
til at fólk minkaðu sítt
alilaksaát við 90%, og at
barnakonur og smábørn
á ongan hátt áttu at eta
alilaks. Og orsøkin var
stóra nøgdin av um
hvørviseiturevnum sum
dioxin og PCB. Fólka
heilsuráðið er eftirspurgt
um teirra støðu til nýggja
EFSA-kosttilmæli,
men
segði frá, at tey bíðaðu
eftir at Heilsufrøðiliga
Starvsstovan kom við
eini fráboðan. Tað verður
nokk seinur dagur at HFS
kemur við øðrum enn
ávaring til maðk ella sopp
í í onkrari innfluttari
tomatsovs,
meðan
alt
sum kemur í nánd av
alivinnuni verður hild
in innilæst í niðastu
skuffu. Nøgd og slag av
lúsabasingarevnum fær
borgarin einki at vita um,
og heldur ikki nær og
hvar heiluvágur verður
brúktur.
Helgi
Abrahamsen
eigur nokk at taka til
eftirtektar, at alivinnan
á ongan hátt livur upp
til krøv til burðardygd
–
hvørki
so
ella
so.
Kundin kemur at velja
alilaks frá, ið stavar frá
umhvørvisoyðandi virk
semið – har fellið er frá
20% til 40%, og heldur
at taka til sín fisk aldan
í
lokaðum
skipanum.
Gongdin er púra greið
kring allan heimin, at
aling í lokaðum skip
anum økist støðugt, og
har einki dálkandi árin
stendst
í
framleiðslu
ni.
Fellið
í
lokaðum
skipanum er bert 2% og
framleiðslan er har kund
in býr. Tí kemur føroyska
alivinnan at lúta – partvís
tí framleiðslan ikki er
burðardygg
og
sera
dálkandi
fyri
havum
hvørvið, næst at flutn
ingur til keyparan er
kostnaðarmikil, og tí ikki
verður kappingarførð í
prísi og enn minni í dygd.
Gourmet-alilaksur
Her
eru
myndir
av
tveimum
sjúkrarøktar
frøðingunum og níggju
av børnunum. Myndin
er tikin onkuntíð millum
1937-39.
Sjúkrarøktarfrøðing
urin til vinstru á myndini
er Edith Klein (f. Joensen)
úr Sørvági. Hon er fødd í
1907. Hon tók prógv á
“Dronning Alexandrines
Hospital”
í
1937.
Fór
síðani til Danmarkar at
suplera. Hon starvaðist
á hospitalinum til 1939.
Hon giftist til Stendur,
har hon virkaði sum
sjúkrarøktarfrøðingur.
Sjúkrarøktarfrøðingurin
til høgru á myndini eru
Karen Kristine Larson
(f. Holm). Hon er fødd í í
1906 og búði á Argjum, í
Skálavík og flutti seinni
til
Svøríki,
har
hon
doyði í 1992. Hon lærdi á
“Dronning Alexandrines
Hospital” í 1920-unum.
Hon starvaðist á “Dronn
ing
Alexandrines
Hospital” í 1930-unum.
Eingi børn vóru eftir
í Barakkunum í 1947.
Um onkur kennist við
børnini á myndini, eru
tey vælkomin at siga frá
á telefon 256031.
Tuberklarnir og barakkirnar við
Dronning Alexandrines Hospital
Í tríatiárunum herjaðu tuberklarnir
runt landið. Tá vórðu tvær
barakkir bygdar sunnan fyri
hospitalið til børnini