Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Mynd: Oskar Wilk Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Írski Christopher Harrington, sum fyrr í ár varð settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá HB, men sum mátti gevast stutt eftir vegna manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hevur fingið nýtt starv. Hann er blivin venjari hjá Fram í bestu íslendsku kvinnudeildini. Christopher Harrington hevur áður verið venjari í Íslandi, eitt nú kappingarárini 2018 og 2019 hjá Tór/KA-kvinnuliðnum áðrenn hann kom til Føroya at standa á odda fyri B71 í nakrar mánaðir. FJALLA­SÚKKLING Føroysk fjallasúkkling fer nú aftur at bjóða barnavenjingar í hálvt ára gomlu skateparkini á Bacalao - Stóra yvirskriftin er børn. Vit hava nú ment Fjalla­súkklu­ felagið, so vit eru til reiðar at taka barnavenjingina uppaftur. Nokso forvitnisligt, so fara vit at skipa barnavenjingina á BMX súkklum innandura saman við Skatefelagnum í skate­høllini á Bacalao. Tað snýr seg fyrst og fremst um rørslugleði, menning og felags­ skap. Vit ynskja at menna uttan­dura súkkluspælipláss á skúlum og í býlingum kring býin, har vit bæði kunnu gera skipaða venjing og geva børn­ um møguleikum at spæla á súkklu í tryggum kørmum, og hesum vóna vit at Tórshavnar Kommuna loftar saman við okkum. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg taptu leygardagin 35-33 á útivølli ímóti týska MT Melsungen í EHF Cup. Jóhan skeyt seks mál í dystinum og er fjórðbesti málskjúttin í allari kappingini við 43 málum fyri fyrstu fýra dystirnar. Bjerringbro-Silke­ borg er á jøvnum 2. plássi í bólkinum saman við júst MT Melsungen, men hevur fyri­ munin við at vera betri innan­ hýsis. Tveir dystir eru eftir at spæla - ímóti portugisiska SL Benfica 21. mars og polska Gwardia Opole 29. mars. Danska Vendsyssel Hånd­ bold, sum hevur føroysku Bjartu O. Johansen og Pernillu Branden­borg á liðnum, stevnir beint ímóti uppflyting í bestu donsku deildina. Leygardagin vunnu tær 28-19 á TMS Ringsted, og hetta var áttandi sigurin á rað hjá Vendsyssel Hånd­bold, sum nú er tvey stig frammanfyri Ringkøbing og eisini hevur ein dyst til­góð­ar. Næsti dystur verður leyg­ar­ dagin á útivølli ímóti Sæby, sum er á næstaftasta plássi. HEI Skæring við Teis Horn Rasmussen á liðnum vann ein sera týðandi sigur í næst­ bestu donsku deildini, tá ið teir við 29-24-sigri á Odder vun­nu seg framum júst Odder og nú eru eitt stig omanfyri niður­ flytingarstrikuna. Teis skeyt eitt av málunum hjá HEI Skær­ ing, sum nú hevur vunnið tveir á rað og sunnudagin fær vitjan av oddaliðnum, TMS Ringsted. KÍF hevur gjørt nýggjan eitt ára sáttmála við danska mál­verjan, Joakim Jürs. Hetta verð­ur triðja kappingarárið hjá Joakim í Kollafirði, hagar hann kom eftir at hava spælt fyrstu tvey árini í føroyskum hondbólti við StÍF. TALV Tað var púra javnt ímillum odda­liðini í føroysku 1. deild í talvi, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, men eftir umfarið um vikuskiftið hevur Sandavágs Talvfelag nú vunnið seg framum. Við Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft Nielsen, Torkili Niels­ en og Inga Wiberg á liðnum vunnu sandavágsmenn 4-0 á Vestmanna Vestmanna Talv­felag, sum hevði Jákup á Rógvi Andreasen, Samson Høj­gaard, Martin Brekká og Alfred Olsen á liðnum. Havnar Telvingarfelag fekk ikki eins nógv stig í hús, tá ið teir vunnu 2½-1½ á Klaksvíkar Talvefelagi. Helgi Dam Ziska vann á Ólavi Simonsen, men Martin Poulsen, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson stríddust til fánýtis móti Rana Nolsøe, Willa Olsen og Terja Petersen. Teir tríggir dystirnir endaðu allir javnt. Sandavágur er nummar eitt við 28 stigum, meðan Havnin er nummar tvey við 26½. Seinasta umfar verður telvað 21. mars, og tá verður satt finalu­brak ímillum Sandavág og Havnina. Talvsambandið skriv­ar: Spenningurin um meistara­heitið er varðveittur. Fer Sandavágs Talvfelag at endur­vinna FM-heitið, ella kann Havnar Telvingarfelag gera ein vørr eins og teir gjørdu í fyrra sínamillum dysti­ num móti vágamonnum? Og hvussu fer Helgi Dam Ziska - leikandi liðskipari hjá havnar­ monnum - at blanda kortini til finaludystin? Kravið er at vinna í minsta lagi 3-1. Skatepark á Bacalao: SÚKKLA NÚ BÆÐI ÚTI OG INNI Skateparkin á Bacalao hevur hálvt ár á baki, og hon fjálgar um í hesum køldu tíðum. Í næstum er æltanin at lata dyrnar upp fyri barnavenjingum