Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnarmenn fingu sum vænt­ andi var munandi harðari mót­ støðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½. Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar, skrivar Talvsambandið. Lagt er kortini upp til FM-finalu í síðsta umfari 21. mars. Tá møtast oddaliðini í av­gerandi innanhýsis dysti. Sand­vágsmenn standa seg tá við javnleiki ella teprum ósigri, men vinna havnarmenn 3-1, eru teir føroyameistarar. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn stórsigur 3½-½ á vágamonnum, so einki er avgjørt enn. Føroyameistarnir gjørdu sum sagt bart í gjár. Allir vunnu. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Ingi Wiberg. Á vestmannaliðnum telvaðu Jákup á Rógvi Andreasen, Sam­ son Højgaard, Martin Brekká og Alfred Olsen. Kjaftfiskurin hjá vest­menn­ ingum ber samstundis í sær, at teir liggja niðast nú fyri seinasta umfar. Stórmeistarin sigursharri Í dystinum millum havnar­ menn og klaksvíkingar fell avgerðin á 1. borði. Har vann Helgi Dam Ziska við svarta fólkinum á Ólavi Simonsen. Helgi hevur verið ógvuliga sann­førandi í vetur, og hevur fingið 6½ stig í sjey dystum. Á hinum borðunum endaði javnt. Martin Poulsen, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson stríddust til fánýtis móti Rana Nolsøe, Willa Olsen og Terja Petersen. Hóast togast var dúgliga á øllum borðum, var eingin mentur at koppa mótstøðumanninum. Klaksvíkingar telvaðu javnt móti sandavágsmonnum fyri viku síðani, og vóru aftur drúgv­ir. Serliga hevur Rani Nols­øe staðið seg væl í vetur, og hevur nú 4½ stig fyri sínar seks dystir. Í triðja dystinum í 1. deild vann B-liðið hjá Havn­ar Telvingar­felag 3-1 á koll­firðing­ um. 14 ára gamla stórtalentið Luitjen Akselson Apol vann á 1. borði í sonnum roktalvi móti Hans Kristiani Simonsen. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á ávikavist Kára Petersen og Hanus Joensen, men á øðrum borði vann Heiðrikur Jacobsen - sum í ár flutti úr Havnar Telvingarfelag í Kollafjarðar Talvfelag - á Leif Reinert Fjallheim. Klaksvík vunnið 2. deild Eftir dystirnar í 2. deild hetta umfarið er longu greitt, at Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið og flytur upp í 1. deild. Klaksvíkingar vunnu stórsigur 3½-½ á kollfirðingum, sum eru á triðja plássi. Steintór Ras­mussen, Rani Baldursson, Ingolf Gaard og Tummas Martin Sólsker syrgdu fyri uppflytingini í 1. deild. Tvey feløg fara tí at hava tvey lið hvørt í fremstu deild­ ini komandi kappingarár. Havn­ar Telvingarfelag er eisini umboðað í fremstu deild­ini við tveimum liðum, og longu nú er greitt, at B-liðið hjá aldursforsetanum flytur ikki niður. Hvussu heppið tað er, at felag hevur meira enn eitt lið í fremstu deildini er viðkomandi spurningur, men til stuttleikar kann nevnast, at er nakar, sum hevur lagt fór fyri A-liðnum hjá Havnini í vetur, eru tað júst felagsmenninir á B-liðnum. Báðir innanhýsis dystirnir eru óvæntað endaðir javnir. Annar týðandi dystur í 2. deild í dag stóð millum grann­ ar­nar Runavík og Gøtu. Her vunnu runavíkingar tepran sigur. Ósigurin ber í sær, at gøtumenn liggja nú í tungum sjógvi í deildini. Toftamenn fremstir Í 3. deild gongur ógvuliga javnt á í toppstríðnum. Bara eitt hálvt stig er á muni mill­um oddaliðini bæði. Tofta­menn vunnu í dag 4-0 á B-lið­num hjá Havnini, sum blað­ungir telv­arar manna, og klaks­vík­ ingar vunnu 3-1 á koll­firð­ing­ um. Aðrir dystir í 3. deild vórðu útsettir fyri veður. Støðan í 3. deild er at Toftir hevur 28 stig, Klaksvík 27½ og Havnin 21. Finalan bíðar Nú er eittans umfar eftir í lands­kappingini. Leygardagin 21. mars endar kappingin í øllum deildum. Vanliga verður seinasta umfar avgreitt sum eitt stórt felagsumfar, men Talv­sambandið hevur ikki kunnað um, hvar telvað verður á seinasta leikdegi. Spenningurin um meistara­ heitið er varðveittur. Fer Sanda­vágs Talvfelag at endur­ vinna FM-heitið, ella kann Havnar Telvingarfelag gera ein vørr eins og teir gjørdu í fyrra sínamillum dystinum móti vágamonnum? Og hvussu fer Helgi Dam Ziska - leikandi liðskipari hjá havnarmonnum - at blanda kortini til finalu­ dystin? Kravið er at vinna í minsta lagi 3-1. Vágamenn eru nú favorittar til FM-heitið, men kunnu kortini ikki kenna seg heilt trygg­ar. Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg um vikuskiftið. Vágamenn vunnu við fullum stigatali 4-0 Talv: VÁGAMENN VÁGAMENN Á FM-KÓS Á FM-KÓS 9. umfar Vestmanna-Sandavágur 0-4 Havnin-Klaksvík 2½-1½ Havnin B.-Kollafjørður 3-1 Støðan: Sandavágur 28 stig Havnin 26½ Klaksvík 20 Havnin B 15 Kollafjørður 9½ Vestmanna 9 Seinasta umfar 21. mars Sandavágur-Havnin Klaksvík-Havnin B Kollafjørður-Vestmanna 9. umfar: Klaksvík-Kollafjørður 3½-½ Havnin-Sandavágur 2½-1½ Runavík-Gøta 2½-1½ Støðan: Klaksvík 26½ stig Havnin 21½ Kollafjørður 18 Runavík 15½ Sandavágur 15½ Gøta 11½ Úrslit og støðan í 1. deild: Úrslit og støðan í 2. deild: Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við hvíta fólkinum móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í dysti millum oddaliðini 1. desember í fjør Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen eru oddamenn á liðnum hjá Sandavágs Talvfelag