mánadagur 2. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Føroyskir
hondbóltsleikarar
í
grannalondunum
stríðast
í hesum døgum í avgerandi
løtunum av kappingarárinum.
Í donsku 1. deild hjá kvinnum
liggur Vendsyssel greitt á odda,
eftir at tað eydnaðist at vinna
16. sigurin á rað um vikuskiftið.
Tveir føroyskir strikuleikarar
eru
í
Vendsyssel.
Pernille
Brandenborg hevur havt eitt
framúr kappingarár, ið gevur
góðar vónir til landsdystirnar,
ið
Føroyar
skulu
spæla
ímóti
endanum
av
mars-
mánað. Bjarta O. Johansen
er eisini í Vendsyssel, men
gjørdist mamma herfyri, og
spælir helst ikki fyrr enn
næsta
kappingarár.
Verða
føroyingarnir
verandi
í
Vendsyssel, verður tað helst
ímóti
heimsstjørnunum
í
fremstu
donsku
deildini
komandi kappingarár.
Helgi og Kjartan
vunnu endiliga
Í
Norra
stríðast
tveir
mansleikarar um at røkka
fremstu deildini við Viking
Stavanger. Á jólum var næstan
givið, at hetta skuldi eydnast,
men eftir at hava tapt fýra
av teimum fimm dystunum
eftir jól sá trupult út. Men
sunnudagin bragdaði. Helgi
Hildarson
Hoydal
skoraði
fýra ferðir, Kjartan Johansen
skoraði sjey ferðir, og í verjuni
vóru teir avgerandi fyri, at
Viking vann dystin og heldur
fast á uppflytingarplássunum.
Fríði í uppflytingarfinalu
fríggjadagin
Í donsku 2. deild stríðist Fríði
Weyhe fyri uppflyting við
Aars. Endar tú á øðrum plássi
í tínum bólki, verður spælt
um uppflyting í sonevndum
”play-off”-dystum.
Hetta
royndu Fríði og Aars í fjør,
men tað eydnaðist akkurát
ikki. Í ár hevur alt bent á, at
Fríði skal royna seg í play-
off aftur, men um vikuskiftið
tapti oddaliðið Frederikshavn
FI púra óvæntað, og so er bert
eitt stig á muni áðrenn dystin
ímillum Aars og Frederikshavn
nú fríggjadagin.
- Tað hevur gingið væl hjá
mær, sigur ein fegin Fríði.
- Serliga í fyrru hálvu hevði
eg eitt tíðarskeið har eg føldi
at alt riggaði hjá mær, men
eftir jól havi eg drigist eitt
sindur við skaða, samstundis
sum mín kappingarneyti á
vinstra bakki hevur verið
okkara greitt besti leikari. So
tað hevur verið torført hjá
mær at fáa líka nógva spælitíð
aftur, sum eg gjørdi áðrenn jól,
sigur Fríði, sum sjálvur skoraði
tvey mál í knúsandi 37-24 sigri
fríggjadagin.
Kapprenning við oddaliðið
- Men tað, sum hevur týdning
er er at tað hevur gingið
sera væl hjá liðnum í ár. Vit
hava bert mist fimm stig
higartil, men hava vit tíverri
tapt ímóti nummar eitt og
nummar trý. Serliga tapið
í
móti
Frederikshavn
var
tungt, tí tað kennist sum um
at hetta kappingarárið er ein
kapprenning í móti teimum,
sigur fyrrverandi KÍF-leikarin
og heldur fram.
- Serliga keðiligt var tað at
vit taptu við bert einum málið,
men vóru frammanfyri við
einum tá ein minuttir var eftir,
sigur Fríði.
Finala fríggjadagin
Fríggjadagin
kundu
Fríði
og
Aars-liðið
fegnast,
tí
Frederikshavn
misti
púra
óvæntað stig, so munurin nú
bert er á einum stigi áðrenn
liðini hittast í vikuni.
- Nú hava vit eina finalu
eftir
ímóti
Frederikshavn
fríggjadagin,
sigur
Fríði.
Eydnast tað, so tykist leiðin
til donsku 1. deild opin, men
eydnast tað ikki, so eru play-
off-dystir á skránni.
- Tað er ein langur vegur, tí
har er sterk mótstøða. Men vit
eru væl betur í ár, enn vit vóru í
fjør, sigur Fríði Weyhe at enda.
FRÁLÍKT
FRÁLÍKT
VIKUSKIFTIÐ
VIKUSKIFTIÐ
FYRI FRÍÐA
FYRI FRÍÐA
OG AÐRAR
OG AÐRAR
FØROYINGAR
FØROYINGAR
Fríði Weyhe og Aars tóku um vikuskiftið eitt stórt stig
ímóti uppflyting. Tað gjørdu Pernille Brandenborg,
Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen eisini
Lið
Dystir
Stig
1
Frederikshavn FI
18
32
2
Aars HK
18
31
3
Stoholm/Viborg Håndbold
18
24
4
Mors-Thy Håndbold 2
18
22
5
Nørre Djurs HK
18
21
6
Hjallerup IF
18
21
7
Tvis 2
18
14
8
Nøvling IF
18
14
9
Skive fH 2
18
10
10
Hammel GF
18
10
11
Randers HH
18
9
12
HRH 74, Roslev
18
8
Lið
Dystir
Stig
1
Vendsyssel Håndbold
18
33
2
Ringkøbing Håndbold
19
31
3
SønderjyskE
18
21
4
Gudme HK
18
21
5
Roskilde Håndbold
17
21
6
DHG
18
18
7
TMS, Ringsted
19
17
8
Bjerringbro FH
18
16
9
Hadsten Håndbold
17
13
10
Rødovre HK
18
11
11
Sæby HK
18
8
12
IF Stjernen, Odense
18
6
Lið
Dystir
Stig
1
Fjellhammer
19
30
2
Viking Stavanger
19
28
3
Sandefjord Håndball
19
26
4
Falk Horten
19
22
5
Nøtterøy Håndball
19
21
6
Viking TIF
19
20
7
Kristiansand Topphåndball
19
19
8
Charlottenlund
19
16
9
Sandnes
19
16
10
Lillestrøm TH
19
14
11
LFH09
19
10
12
Bodø HK
19
6
Danmark: 2. deild, menn:
Danmark: 1. deild, kvinnur
Norra: 1. deild, menn
Fríði Weyhe er ein føroysku leikarunum, ið fór at royna seg
uttanlands eftir U21-HM í Algeria fyri trimum árum síðani
HONDBÓLTUR