Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge B36 hevur gjørt sáttmála við Sonna Ragnar Nattestad, sum sein­astu mánaðirnar hev­ur vant við felagnum. HB hevur leingi leitað eftir einum mið­ verja og nú er sáttmáli gjørdur við danska miðverjan, Delpin Tshiembe. Hann hevur millum annað spælt í Superliguni við AC Horsens og við Hamilton í skotsku Premier League. Í gjár bleiv eisini greitt, at samstarvið millum FC Midt­ jylland og Jákup Ludvig Thom­ sen er endað. Partarnir eru samdir um at slíta sáttmálan. Sonni Ragnar: Tað týdningarmesta er at spæla Tað sigur Sonni Ragnar Natte­ stad, sum um vikuskiftið hevur gjørt sáttmála við B36 fyri 2020. Seinast hevur hann spælt við FC Fredericia, men skaðar arg­ aðu meira, enn gott var, og at enda samdust partarnir um at ógilda sáttmálan. Í vetur hevur hann vant við B36, og nú eru Sonni Ragnar og B36 eisini komin ásamt um treytirnar fyri einum sáttmála. - Tað hevur verið ein drúgv og strævin process hjá mær at koma fyri meg. Síðani eg gavst í Fredericia havi eg eitt nú verið á hjá serligari klinikk í Hollandi, og í Yndi í Havn havi eg eisini gjørt hópin av ser­ venjingum. Hetta, saman við aðrari góðari hjálp, tykist hava gjørt munin, og nú gleði eg meg bara til aftur at gera tað, sum eg mest av øllum vil. Nevnliga at spæla fótbólt, sigur Sonni Ragnar Nattestad. -Talan er um eitt væl kent fót­bóltsnavn í Føroyum. Við 27 A-landsdystum á baki hevur hann 25 ára gamli miðvingurin ferð eftir ferð víst, at hann telist millum stinnastu spælararnar, sum vit eiga, og yrkisleiðin hevur eisini givið honum nógv­ ar fótbóltsupplivingar uttan­ lands, skrivar b36.fo. - Eg eri takksamur fyri møgu­ leikan, sum B36 hevur givið mær gjøgnum allan vetur, og eg má siga, at eg havi stórtrivist í um­hvørvinum kring felagið og spælara­hópin. Tað hevur verið áhugi úr útlandinum, men tað týdningarmesta hjá mær her og nú er, at eg havi møguleika at venja nógv og spæla nógvar dystir. Klári eg tað, so ætli eg sjálv­andi at koma uttanlands at spæla aftur, sigur Sonni Ragn­ar Nattestad. Tað lá annars ikki í kort­un­ um, at B36 skuldi styrkja um hópin, men nýggi formaðurin hjá B36, Magni Mouritsen, helt at hetta var ein ov góður møgu­ leiki at lata fara. - Vit høvdu sum so ikki nakrar beinleiðis ætlanir um at styrkja okkum meira á verju­ plássunum, men tá nú høvi beyðst at knýta kanska besta verju­spælaran hjá Føroyum at hópi­num, var hetta ein alt ov stórur møguleiki at siga nei- takk til, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36. Delph skal avloysa Lassa HB hevur gjørt sáttmála við 28- ára gamla miðverjan, Delphin Tshiembe. Sum In.fo skrivaði fyri viku síðan, so hevur HB havt Delphin Tshiembe til royndarvenjing, og at tað gekk væl. Tað gekk somikið væl, at hann nú hevur gjørt sáttmála við felagið. -28 ára gamli Delphin Tshiem­be verður nýggjur mað­ ur í reyðum og svørtum. Delph er føddur í Kongo, men er upp­ vaksin í Danmark, har hann hevur spælt 56 dystir í Super­ liguni fyri AC Horsens. Seinast hevur hann spælt í skotsku Premier League fyri Hamilton Academical, har hann spældi 19 dystir, skrivar hb.fo. Delph, sum hann verður nevnd­ur, er 188 cm høgur og spælir í miðverjuni, men hevur eisini spælt á miðjuni. Tað er nakað, sum sæst í hansara spælið, sambært Jens Berthel Askou, venjara hjá HB. -Hann er ein sterkur spælari. Sterkur í nærdystum, bæði í luft­spælinum og í mann móti manni. Harumframt er hann rólig­ur, og hevur gott eyga fyri spælinum. Hann hevur nakr­ ar leiðaraeginleikar, bæði á og uttanfyri vøllin. Hann tekur ábyrgd og stýrur liðnum. So er hann eisini ein glaður og útvendur persónur, sum skap­ ar gleði og gevur sítt íkast til saman­haldið á liðnum, sigur Jens Berthel Askou við hb.fo. HB hevur leingi leitað eftir ein­um miðverja, sum skal av­loysa Lasse T. Andersen. Høvðus­persónurin er ikki nógv fyri at seta orð á seg sjálvan. – Kom og hygg eftir okkara Føroyskur fótbóltur: VERJAN STYRKT VERJAN STYRKT Í GUNDADALI Í GUNDADALI Bæði HB og B36 hava fingið tilgongd av miðverjum í vikuni. Í báðum førum er talan um spælarar, sum hava spælt á hægri stigi. Í FC Midtjyllandi er eitt næstan sjey ára tíðarskeið liðugt hjá Jákupi L. Thomsen