mánadagur 2. mars 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
dystum,
og
gerið
tykkara
egnu
meting. Eg vil vísa tað á vølli
num, heldur enn at standa her
og tosa um meg sjálvan. Men
um tað er eitt, eg skal siga um
meg sjálvan, so gevi eg aldrin
upp, sigur Delphin Tshiembe
við heimasíðuna hjá HB.
Kennir HB gjøgnum Stankov
Tað vísur seg mangan, at tað er
gjøgnum spælarar, sum hava
verið í Føroyum fyrr, at aðrir
læra um føroyskan fótbólt.
Eitt er jú hvat venjarin ella
leiðslan í felagnum lokkar við,
men mangan eru søgur um, at
spælarar hava hoyrt um før
oyskan fótbólt frá øðrum.
Soleiðis er eisini við Delphin
Tshiembe, sum hevur tosað
Alexandar Stankov, ið eisini
spældi við HB fyri nøkrum
árum síðani.
– Mín kunnleiki til føroyskan
fótbólt er avmarkaður. Men
eg havi tosað eitt sindur við
Aleksandar
Stankov,
sum
hevur spælt her fyrr. Hann
hevur sagt mær eitt sindur
um felagið, umstøðurnar og so
framvegis, sigur Delph.
Tað hjálpur tó eisini, at
Jens
Berthel
Askou
er
nýggjur venjarin og ætlar
sær nógv.
– Eg valdi HB, eftir at
eg hevði haft nakrar
góðar
samrøður
við
Berthel. Hann og felagið
hava sum mál at spæla
við í toppinum og eisini
at vinna eitt steyp ella
tvey. Og tað er nakað,
sum eg fegin vil verða ein
partur av, sigur Delphin
Tshiembe við hb.fo.
Hann
skemtar
eisini
við, at tað er nakað kald í
Føroyum. Tað hevur hann so
eisini rætt í, tí upprunaliga
skuldi
Delphin
Tshiembe
spæla sín fyrsta dyst fyri HB
leygardagin
í
Stórsteypa
dystinum, men hann bleiv
útsettur tvær ferðir vegna
veður.
Jákup Thomsen gevstí
FC Midtjylland
Føroyski
landsliðsspælarin
hevur leingi drigist við álvar
samar skaðar. FC Midtjylland
boðar í gjár frá, at felagið
hevur endað samstarvið við
føroyska
landsliðsspælaran,
Jákup L. Thomsen. 22 ára gamli
havnarmaðurin hevur verið
skaddur ein stóran part av
seinnu árunum.
Hann sleit krossbandið í juli
í fjør, men skuldi væntandi ikki
vera úti í longri enn seks til
sjey mánaðir. Tað broyttist tó
í vetur. Tað kunngjørdi hann
sjálvur á instagram, har hann
hevði eina stutta dagføring
um hvussu tað stendur til við
skaðanum.
-
Skurðviðgjørdur
fyri
trimum
mánaðum
síðan,
og vónirnar vóru, at eg var
skaddur í 6-7 mánaðir. Í dag
eru skaðatíðin longd við 5-7
mánaðum, skrivaði hann í
november 2019.
Við bold.dk segði hann tá, at
orsøkin til longda skaðasteðgin
er at bróskið ikki er lekt nóg
væl, men at hann roynir at
hanga í.
- Eg eri við gott mót, og hóast
teir siga seks til sjey mánaðir,
so kenni eg á mær, at beinið
er sterkt, og tað einasta, sum
irreterar meg, er tann lítla
pínan, ið eg fái, segði hann.
Jákup hevði sáttmála við
FCM fram til 2022, men nú er
sáttmálin slitin
-Jákup hevur havt drúgvar
skaðar og vit eru nú samdir um,
at vit enda samstarvið og tað
er best fyri báðar partar, sigur
Svend Graversen, ítróttarstjóri
í FC Midtjylland.
Jákup L. Thomsen hevur
verið í FC Midtjylland í sjey ár,
men hevur eisini verið útleig
aður til Thisted og FH í Íslandi.
Hann hevur verið partur av
føroyska U21 og A-landsliðnum.
Vit takka Jákupi fyri tey
næstan sjey árini í felagnum.
Hann
er
ein
fantastiskur
spælari
og
eitt
deiligt
menniskja. Vit ynskja honum
bara tað besta í framtíðini, sig
ur Svend Graversen.
Tað er í løtuni ógreitt hvat
liggur í kortunum hjá áleypara
num, sum enn er nakað frá at
kunna spæla aftur. Hann er
uppvaksin í HB og tað er ein
møguleiki. HB hevur longu
tikið bæði René Shaki Joensen
og Teit Jacobsen heim. Báðir
hava drigist við skaðar.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Venjarar úr
FCK og Lyngby
løgdu lag á
Yvir 100 venjarar luttóku,
tá Fótbóltssambandið um
vikuskiftið
skipaði
fyri
ráðstevnu um barna- og
ungdómsfótbólt.
Farna
fríggjadag og leygardag vóru
B36-húsið,
FSF-húsið
og
Tórsvøllur karmur um ráð
stevnu um barna- og ung
dómsfótbólt. Hetta er fjórða
árið, at ráðstevnan verður
hildin.
Tilsamans vóru umleið
100 venjarar, umboðandi øll
feløgini í Føroyum, á ráð
stevnuni, og sum heild vóru
tey sera væl nøgd, skrivar
FSF.
– Veðrið argaði eitt sind
ur, men tað var kortini ikki
nakað sum darvaði venjing
unum tá vit vóru á vøllinum.
Undirvísararnir vóru eisini
sera áhugaverdir, og teir
dugdu væl at greiða frá og
vísa. Og eins og undanfarin
ár, so eydnaðist hendan
ráðstevnan sera væl, sigur
Pætur Smith Clementsen,
tekniskur stjóri hjá Fótbólts
sambandi Føroya, við heima
síðuna hjá FSF.
Umframt Jógvan Martin
Olsen, Pætur Smith Clement
sen, Christinu Ravnsfjall og
Eli Hentze, hevði ráðstevnan
eisini
útlendska
vitjan,
ið
borðreiddu
við
fyri
lestrum og venjingum. Úr
Lyngby BK vitjaði talent
stjórin í ungdómsakademi
num, Nicas Kjeldsen, og
úr KB, ið er partur av FC
Keypmannahavn, var Thom
as Lollike Christensen, ið
starvast
sum
leiðari
av
barnafótbóltinum í felag
num.
Harafturat hevði nýggi
A-landsliðsvenjarin
hjá
monnum, Håkan Ericson
eisini ein fyrilestur undir
heitinum “Vejen til U21 EM-
guld 2015”. Tað var nevni
liga Håkn Ericson, ið stóð
á odda fyri svenska U21-
landsliðnum, sum fyri fimm
árum síðani vann Europa
meistaraheitið.
trondur@sosialurin.fo