mánadagur 2. mars 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
KÍF OG NEISTIN
KÍF OG NEISTIN
SLÆTTAÐU
SLÆTTAÐU
STIGATALVUNA
STIGATALVUNA
Sjúrður Hildarson Hoydal
Alt snýr seg um at enda ímill
um fýra tey fremstu liðini á
stigatalvuni, tá ið liðini hava
leikt sínar 18 dystir. Eydnast
tað, spælir tú hálvfinalur um
Føroyameistaraheitið. Eydnast
tað ikki, mást tú bíða til næsta
kappingarár. H71 tryggjaði um
vikuskiftið fremsta plássið, og
nú berjast Neistin, VÍF, KÍF
og StÍF um hini trý. Eftir at
KÍF leingi hevur tókst at skula
standa við svartaperi, er alt nú
púra opið aftur.
KÍF-verjan vann
í Vestmanna
Mundi nakar veruliga hava
vónirnar til KÍF, tá ið lands
kappingarnar byrjaðu aftur?
Kollfirðingar vóru tvey stig
frá fjórða plássinum og skuldu
spæla ímóti Neistanum og VÍF
næst. Tá ið fólk sóu KÍF møta
til dystin ímóti Neistanum
seinast, og løgdu til merkis at
her var eingin Hans Eli Sigur
bjørnsson ella Ási Dam á lið
num, mundi eingin vænta, at
KÍF skuldi bróta inn aftur á
hálvfinaluplássini.
So vann KÍF á Neistanum.
Ja, tað var kanska heppið og
tað var kanska Neistin, ið
hevði tveitt sín sigur burtur.
Men tað hevði eisini verið eitt
øgiligt verjuavrik. Hørður F.
Sigþórsson og Atli Hammer
hava funnið eitt sera gott sam
starv í miðverjuni, og við Rúna
Joensen
vinstrumegin
og
Andriasi Nielsen høgrumegin
er verjugarðurin stinnur – og til
reiðar at senda Nicklas Selvig í
skjótálop.
Og KÍF-verjan møtti eisini til
dyst í Vestmanna sunnudagin.
Tað var ein reinur verju- og
málverjudystur, har KÍF fekk
sær ein fittan mun, ið brádliga
øktist beint
fyri steðgin.
Og gongdin
helt
fram
fyrstu løtuna
eftir steðgin.
Tá økti KÍF úr
hálvleiksstøðuni
13-8 upp í 17-9, og so
var dysturin í roynd
og veru avgjørdur. KÍF
nýttist ikki at skjóta so
nógv mál afturat, og
endaði við at vinna
23-18 – og spæla seg
upp á javnt við
StÍF.
StÍF flongdir
í Havn
Tí StÍF tapti
í
Havn.
Dyggiliga. StÍF
byrjaði við at
brenna
rætti
liga illa, og tað
var
greipubiti
hjá monnum sum
Dánjal Ragnarsson,
ið slapp at renna nógv
skjótálop. Neista-álopið,
sum bert hevði fingið 21 mál
allan dystin í Kollafirði vikuna
áðrenn, hevði nú gjørt støðuna
til 19-11 í hálvleikinum, og dyst
urin var eisini avgjørdur.
Sostatt slapp Neistin upp á
næstfremsta plássið aftur, har
tað bert er eittans stig niður til
KÍF og StÍF, sum nú eru á fjórða
og fimta plássið – Og Neistin er
best fyri í hesum stríði.
Neistin er betri innanhýsis
enn bæði KÍF og StÍF, og
lykladysturin hjá silvurvinnar
unum seinastu tvey árini verð
ur ímóti VÍF í Vestmanna 11.
mars. Dystirnir ímóti Team
Klaksvík og Kyndli eiga ikki at
geva trupulleikar.
H71-dystir verða avgerandi
VÍF, KÍF og StÍF hava truplari
tríggjar
dystir.
Mikudagin
skal VÍF royna seg ímóti H71
á heimavølli, og sunnudagin
tekur KÍF ímóti oddaliðnum.
StÍF hevur tað enn truplari, tí
strandingar skulu til Hoyvíkar
at royna seg 15. mars.
H71 tryggjaði sær fremsta
plássið í grundspælinum um
vikuskiftið við tryggum sigri á
Kyndil, hóast dysturin – Hoy
víkingum so líkt – gjørdist nak
að tepur at enda.
Dysturin var merktur av,
KÍF vann við enn einum øgiligum
verjuavrikið, meðan Neistin smurdi
StÍF av – Og so er bert eitt stig á
muni í hálvfinalustríðnum áðrenn
tríggjar teir seinastu dystirnar