mánadagur 2. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Upprunaliga skuldu Stórsteypa
dystirnir verða leygardagin á Tórs
vølli, men veðurforsøgnin var einki
serlig. FSF og Lions Club avgjørdu
at útseta dystirnar til sunnudagin.
Tað broytti lítið, tí veðurforsøgnin
var eins avbjóðandi sunnudagin
Nú hava FSF og Lions Club avgjørt,
at stórsteypadystirnir verða fluttir
til hesa vikuna. Dysturin hjá
monnum er nú fluttir til týskvøldið
3. mars, meðan kvinnurnar spæla
leygardagin 14. mars.
Í báðum føri eru tað KÍ og HB,
ið besta saman. Klaksvíkingar vun
nu føroyameistaraheitið fyri bæði
kvinnur og menn í 2019, meðan
HB vann kappingina um Løg
manssteypið, og steypakappingina
hjá kvinnum.
Stuðla lesi- og skriviveik
Hesin stóri fótbóltsdagurin á
Tórsvølli, sum skuldi verða leygar
dagin, snýr seg ikki bara um dystir
nar millum bestu kvinnu- og mans
liðini hjá KÍ og HB, men eisini um
at stuðla einum góðum endamáli.
Hesaferð hevur Lions Club gjørt
av, at allur ágóðin skal fara til
Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, og
tað ger hann saman við ágóðanum
frá tilsvarandi dystum hjá hond
bóltinum um Lionsbikarið, sum
vóru spældir í september mánaði.
Sostatt verður tað samlaði
ágóðin frá øllum fýra stórsteypa
dystunum í bæði hondbólti og fót
bólti, ið skal handast felagnum,
sum í ár hevur 19 ár á baki, og hesi
árini hevur felagið roynt at hjálpt
og lætt um hjá serliga børnum, ið
hava ilt við at lesa og skriva.
Foreldur og einamest mammur
tóku í 2001 stig til at seta felagið á
stovn, so nakað munagott kundi
gerast fyri tey børn, ið høvdu
trupulleikar. Foreldrini, ið sjálv
høvdu gjørt sær sínar dýrtkeyptu
royndir, funnu saman um felagið,
so teirra royndir kundu koma øðr
um til gleði og gagns.
Stórsteypadystirnir:
VEÐRIÐ ARGAR AFTUR
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tað er nógv fólk og felagsskapir, sum
hava uppiborið rós fyri sítt arbeiðið í
føroyskum ítrótti. Nógv av tí verður
gjørt uttan samsýning og tað er áhugin
og hjartað, sum er drívmegin.
Eitt samband, sum tykist fáa ótrúliga
nógv burturúr í mun til støddina, er
Flogbóltssambandið. Saman við eitt
nú Hondbóltssambandinum hava
tey seinnu árini lagt nógv fyri, fyri at
menna ítróttin tey umboða. Hetta kann
eisini sigast um onnur ítróttarsambod.
Eg hugsi onkuntíð um alla tað
orkuna Svimjisambandið leggur í sítt
virksemið.
Orsøkin til at eg komi inn á júst
Flogbóltssambandið í dag er, at stóra
steypafinaluvikuskiftið hevur verið
farna vikuskiftið. Tað hevur verið gjørt
nógv burturúr og sagt verður úr høllini
at alt spældi væl av. Tað gjørdi tað
eisini, tá Hondbóltssambandið skipaði
fyri sínum stóra steypavikuskifti fyri
tveimum vikum síðan.
Flogbóltssambandið megnar eisini at
fortelja eina søgu við á vegnum. Hesa
ferð er tað søgan um, at tað eru 125 ár
síðani, at flogbólturin sá dagsins ljós.
Í hesum sambandi verður verða eisini
frímerki gjørd og forsetin í evropesiska
Flogbóltssambandinum er á vitjan.
Tað krevur nógv at fáa eitt samband at
virka væl. Tað er sum við so nógvum
øðrum. Tað skal bara eitt sindur grenji
til, so eru øll ónøgd. Mín uppliving er, at
Flogbóltssambandið virkar væl og tey
leggja nógv fyri.
Tey skipa fyri Flogbørnum, sum skal
læra børnini at spæla flogbólt og
harvið stimbra áhugan fyri flogbólti.
Tey hava altjóða kappingar og duga
væl at fortelja søguna, tá tey eru á ferð.
Tey fáa eisini stórt rós, tá tey fyriskipa
altjóða kappingum í Føroyum. Tað
er faktist rímiliga afturgangandi fyri
føroyska ítróttarsambod. Tey fáa rós,
tá tey fyriskipa altjóða kappingum í
Føroyum.
Kanska skal tað bara verða
dagsins klumma? Rós til føroysku
ítróttarsambondini og tey, sum hjálpa
til!
trondur@sosialurin.fo
Flogbólts
sambandið aftur
uppiborið rós
Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7
Stórsteypadystir, menn:
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0