Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór FSF kunnger nýtt toymi runt um Håkan Ericson, har eitt nú Magni Mohr verður fysiskur venjari og svenski Igor Ardoris verður mentalur venjari. Áki Egilsnes og Allan Norðberg leingja um sáttmálar sínar við íslendska hondbóltsfelagið, KA. Sonni Ragnar Nattestad kemur heimaftur til føroyskan fótbólt og skrivar undir sáttmála við B36. Vegna ódnarveður kring landið verður stórsteypadysturin í fótbólti útsettur tvær ferðir, frá leygardegi til sunnudag, og frá sunnudegi til týskvøld. 22 ára gamli Jákup L. Thomsen fær eftir eina røð av skaðum strikað sín sáttmála við FC Midtjylland. Jóan Símun Edmundsson og Bielefeld vinna 1-0 á Wehen og eru nú langt fremst í 2. Bundesliga. Við 23-18-sigri á VÍF hava menninir hjá KÍF veruliga spælt seg innaftur í stríðið um FM-hálvfinalurnar. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Helgi Winther Olsen Aldur: 39 Ítróttur: Fjallasúkkling Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Týsklandi 2. Libero 3. 24 4. Ægir 5. Leganés 6. Hvítarusslandi 7. Rúnason 8. Monika Biskopstø 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Úr hvørjum landi er nýggi hjálparvenjarin hjá HB, Kevin Schindler? 2 Hvussu eitur leikplássið hjá flogbóltsleika, sum ikki hevur sama lit á troyggjuni sum liðfelagarnir? 3 Christian Eriksen hevði troyggju nummar 23 í Tottenham. Hvat nummar hevur hann í Inter? 4 Hvussu eitur svimjifelagið í Klaksvík? 5 Danski fótbóltsspælarin, Martin Braithwaite, er nýliga skiftur til FC Barcelona úr hvørjum sponskum felagi? 6 Úr hvørjum landi er leikandi Mjølnir-venjarin, Alinka Ademenya? 7 Hvat stendur R fyri í Adrian R. Justinussen? 8 Hvussu eitur føroyski landsliðsmálverjin á myndini? Hey Helgi! Fáa tit vant fjallasúkkling í hesum tíðum? - Hey! Tað er eingin loyna, at veðrið hevur verið illfýsið síðani á jólum, men vit eru heppin at tað liggur væl fyri at venja í Havn. Tað ber altíð til at goyma seg í viðarlundum, um vindurin er harður, og regnklæðir og heita troyggju, so er fínasta slag. Myrkrið basa vit við góðum lyktum, og so eru jú ikki so nógvar forðingar eftir. Hvar venja tit, og hvussu ofta? - Vit gera nógv fyri at styrkja felagsskapin. Tríggjar ferðir um vikuna hava vit felagsvenjing í Havnini, har bæði roynd og nýggj súkkla saman. Fjallasúkkling er ein ítróttur, ið krevur fjølbroyttar førleikar, og venjararnir hjá okkum leggja tað til rættis, soleiðis at øll hava møguleika at mennast, hóast vit eru á ymiskum støði. Tey, ið venja miðvíst til kapping venja munandi meira, bæði á súkkluni og í styrkihølinum, men tað er breiddini vit sikta eftir við felagsvenjinginunum. Tit síggja okkum so at siga allastaðni í Havnini. Hvussu er undirtøkan fyri fjallasúkkling í Føroyum? - Tað er stuttligt at síggja, at tað alla tíðina leggjast nýggj afturat. Einaferð vóru tað tey sum súkklaðu á vegnum, sum kanska leit­ aðu sær á fjallasúkklu, tá ið tað ikki bar til at súkkla á vegn­um. Men nú eru tað í størri mun tey, ið veruliga ynskja at fjallasúkkla, ið leita í felagsskapin. Tað eru ógviliga ymiskar upplivingar og kulturir rundan um hesar súkklu­greinar. Har hendi nógv í fjør, og vit vænta at nógv meira hendir í ár, serliga tí at vit skipa tiltøkini væl og fyri breiddina. Hvussu eru líkindini fyri at fáa nýggja súkklubreyt? - Vit fóru í gongd við at byggja í 2019 og byggja støðugt víðari. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt 2020 til súkkluár í Havn, og tað er upplagt at útbyggja fjalla­súkklubreytirnar. Vit hava sjálvi fíggjað og bygt inntil víðari, og nú vóna vit at kunna søkja grunnar og fáa professionell at byggja saman við okkum. Hetta skal loftast saman við øllum hin­ um prátinum, sum er um gøtu­bygging og hvussu vit skipa okkum sum føroyingar í náttúruni. Hvørji tiltøk gleða tit tykkum serliga til í ár? - Vit hava fleiri tiltøk, sum vit eru forvitin eftir at royna. Har vera tveir størri felags­túrar, har vit so at siga, súkkla um dalar og fjøll. Tað verður avbjóðandi, men eisini sera stuttligt og spenn­andi. Kanska serliga hjá teimum, sum ikki hava súkkla so nógv í fjøllunum enn, at sleppa at uppliva hetta. Tað eigur at motivera til dag­ligu felagsvenjingarnar. Hjá teimum sum kappast, verða eisini nakrar fleiri lang­teinakappingar og so ikki minst fara vit at hava downhill tiltøk og kappingar. Tað verður garrvilt. "Fólkini, sum uppførdu seg soleiðis í dag, hava einki pláss á fótbóltsvøllum framyvir. So avgjørt einki!" - Karl-Heinze Rummenigge, Bayern-forseti, eftir at haturstekstir frá Bayern-fjepparum órógvaðu dystin ímóti Hoffenheim "Eg visti at Lovren vildi berjast ímóti mær allan dystin. Hann hugdi ikki so frætt at bóltinum tá fyrsta málið kom, so eg snýtti hann." - Troy Deeney, Watford-áleypari, um 1-0-málið í 3-0-sigrinum á Liverpool Leikarar hjá Bayern München og Hoffenheim savnast og vísa mótstøðu ímóti Bayern-fjepparum, sum órógvaðu dystin við bannarum við hatursorðum ímóti Hoffenheim-ríkmanninum, Dietmar Hopp. Dysturin, sum endaði 6-0 til Bayern München, bleiv avbrotin nakrar ferðir og endaði við at liðini bara spældu bóltin sínamillum.