týsdagur 3. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað var mikil fagnaður mill
um Led Zepplin-fjepparar, tá
G!Festivalurin boðaði frá, at
Robert Plant, sangarin í navn
frama Led Zeppelin skuldi
spæla á ársins G!Festivali.
Hann skuldi koma higar við
Suzi Dian og nýggja bólkinum
Saving Grace.
Men líka so stórt var skuffilsi,
tá G!Festivalurin fríggjadagin
boðaði frá, at Robert Plant
hevði avlýst føroyaferðina, tí
ágangurin var so stórur, og at
at Robert Plant hevði fingið
negativa umtalu frá umhvørv
isfelagskapinum Blue Planet
Society viðvíkjandi grindadrápi.
– Sikkin ein klovn! Tað er
tað fyrsta, sum kemur okkum
til hugs, tá ein tilkomin maður,
sum hevur vitjað bæði einaræð
islond, lond sum javnan kríggj
ast, og lond, sum til dømis drepa
stórhval til vinnuliga veiðu og
lond sum til dømis Spania, sum
pínir tarvar til deyðis bara til
stuttleika.
Og so kemur hann úr ein um
landi, sum Bretlandi, sum søg
uliga hevur ført nógv kríggj
og ger tað enn og hevur drip
ið nógv fólk. Hvat er hetta fyri
humbukk at hokna fyri einum
lítlum
ignorantfelagsskapi,
sum hevur gjørt sær sum mál
at gera Føroyum fortreð – helst
eisini bara til stuttleika ella
fyri at ríka seg upp og gera seg
upp sum Paul Watson og onnur
hopphøvd – uttan at hava nakra
virðing fyri veruleikanum.
Føroyingar mugu gevast við
at bukka undir fyri slíkum tápu
ligum ágangi. Vit eiga ikki at
lata okkum hetta lynda, og allir
Led Zeppelin-fjepparar í Før
oyum áttu at skrivað til Robert
Plant og fortalt honum, hvussu
tápuliga hann hevur uppført
seg í hesum máli, og at maður
in, sum var ein hetja, sum føroy
ingar vildu heilsa vælkomnum á
G!, nú er eygum føroyinga er ein
stórur klovnur, sum ikki torir
at hyggja G! fyrireikararnar í
eyguni og siga teimum, at hann
avlýsir ferðina. Sendir boðbera
við við boðunum, sum hann ikki
er maður fyri at bera sjálvur.
Vit kunnu altíð spyrja bretar,
hvussu nógv menniskju bretska
samfelagið hevur dripið, síðani
føroyska
samfelagið
framdi
seinasta deyðadómin í 1706.
Nei, tað kann ikki samanber
ast, plaga ignorantarnir at siga.
Vit meina tað...
Boykottið klovnin Robert
Plant og stuðlið G!Festivalinum
FRÁ HETJU TIL KLOVN
Framsýningin er
opin hósdagin,
fríggjadagin og
leygardagin
Talan er um fyrstu lista
framsýning í Perluni í
Tórsgøtu í Havn, tá fram
sýningin hjá Kára Svens
son, listamanni, letur upp
í morgin, hósdagin, klokk
an 16.
Tað eru ikki nýggir
málningar,
sum
Kári
Svensson sýnir fram, tí
allir eru 10 ár og eldri.
Kári Svenson sigur, at
hann í fleiri ár hevur savn
að málningar hjá sær sam
an, sum hava verið sýndir
aðrastaðni.
– Eg hava valt mær hes
ar at hava í atelierinum til
íblástur, so eg hava kunna
brúkt júst henda ávísa
málningin, til eg havi fing
ið tað burtur úr honum,
sum eg einaferð kundi fáa,
sigur Kári Svensson.
– Tá eg nú føli, at eg havi
fingið tað úr teimum, sum
eg kundi fáa, so hví ikki
stilla teir út enn einaferð
at vita, um onkur annar
kann fáa gleði av teimum,
sigur listamálarin.
Tað serliga við hesi
framsýningini er, at máln
ingarnir ikki hava nakran
fastan prís.
– Tað vil siga, at fólk
kunnu siga mær, hvat tey
vilja keypa ymsu máln
ingarnar fyri, so kann eg
siga ja ella nei, sigur Kári
Svensson.
– Hetta er ein slags upp
boðssøla, leggur hann aft
urat.
Kári Svensson sigur, at
hann roynir at fáa mynd
irnar at hanga saman – og
hesir lýsir tíðina, hann
hevði fyri 10 árum síðani.
– Allir málningarnir
hava sína søgu aftan fyri
seg, sigur hann og peikar
á ein ávísian málning við
einum landslag og tveim
um naknum kvinnum:
– Ein góður málaravin
ur var her og vitjaði, og vit
vóru suðuri í Vági, á Vágs
eiði. Meðan vit sita har, let
ur í honum: »Tú Kári, hetta
landslagið
hjá
tykkum
er øgiliga stórsligið, tað
minnir akkurát um tær
vakrastu
kvinnurnar«,
segði hann.
– Har fekk eg íblásturin
til handan málningin, sum
eg málaði beinleiðis úr
høvdinum – uttan modell,
greiðir Kári Svensson frá.
Hann sigur, at árstíðir
nar hava nógv at siga fyri
hann.
– Serliga heystið og vár
ið. Mær dámar ikki summ
arið. Tað sigur mær ikki
so nógv, og tí eru ongar
grønar myndir hjá mær.
Tað grøna er ov bombast
iskt til mín. Mær dámar
betur jørðlitirnir, heyst
litirnir og kontrastirnar,
sigur hann.
– Eg brúki eisini okkurt
annað, so sum at leggja
foto inn í myndirnar,
greiðir Kári frá, og vís
ir á eina mynd, har hann
hevur límað eina foto
mynd inn á málningin.
– Hetta er eitt lítið
blikkfang, sum skal vísa
víðari, hvat hendir við eini
slíkari mynd.
– Aðrar myndir byggi eg
upp við øðrum materiali,
sum til dømis hesa við
rustfríum
stáli,
greiðir
hann frá.
Hann hevur klistrað
eina tunna rustfrí stál
plátu á eina mynd.
– So málið eg ikki so
nógv omaná, so man sær
speglingina. Ein sovorð
in mynd er gjørd beint úr
høvdinum uttan at vera
eitt ávist stað, sigur hann.
Framsýningin
letur
upp hósdagin klokkan 16
og verður opin til klokkan
18. Fríggjadagin er opið frá
16 til 18 og leygardagin frá
14-18, so er framsýningin
liðug, sigur Kári Svensson.
Kári Svensson sýnir fram í Perluni í Tórsgøtu
Kári Svensson við einum av teimum stóru málningunum, sum hann vísir fram í Perluni í Tórsgøtu í Havn næstu dagarnar
Mynd: Álvur Haraldsen