týsdagur 3. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur í
P/F BankNordik 2020
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin hósdagin hin 26. mars 2020
kl. 17.00 í høvuðssæti bankans á Oknarvegi 5 í Tórshavn.
Fundarskrá
1.
Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í 2019
2.
Framløga av ársfrágreiðingini fyri 2019 til góðkenningar, undir hesum
ársroknskapur við grannskoðaraátekning
3.
Uppskot um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2019
a.
Uppskot frá partaeigara Kim Pedersen
b.
Uppskot nevndarinnar um nýtslu av avlopi sambært góðkenda
ársroknskapi fyri 2019
4.
Val av nevnd
a.
Nevndin mælir til val av seks aðalfundarvaldum nevndarlimum
b.
Val av nevndarlimum
5.
Val av uttanhýsis grannskoðan
6.
Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar fyri 2020
7.
Uppskot frá partaeigara Kim Pedersen
8.
Ymiskt
Viðv. punkti 1
Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í 2019
Nevndin mælir til, at aðalfundurin tekur frágreiðing nevndarinnar um virk-
semi bankans í 2019 til eftirtektar.
Viðv. punkti 2
Framløga av ársfrágreiðingini fyri 2019 til góðkenningar, undir hes-
um ársroknskapur við grannskoðaraátekning
Nevndin mælir til, at aðalfundurin góðkennir ársfrágreiðing bankans fyri
2019 [Annual Report 2019].
Viðv. punkti 3
Uppskot um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2019
3.a. Uppskot frá partaeigara Kim Pedersen
Í staðin fyri at útgjalda fráboðaða vinningsbýti fyri roknskaparárið 2019 verður -
vísandi til verandi lága lutfall millum kurs og innara virði - mælt til at samsvaran-
di upphædd verður nýtt til keyp av egnum partabrøvum. Treytast skal, at hetta
afturkeyp av egnum partabrøvum verður framt innan árslok 2020, og soleiðis
at hetta kann fremjast í samsvari við galdandi kapitalkrøv bankans. Harumframt
skal keypið av egnum partabrøvum fara fram til kursir, ið sambært nevndini eru
at meta sum lagaligir. Til onnur avgerð verður tikin, skulu keyptu partabrøvini
liggja í bankans egingoymslu.
Svar nevndarinnar:
Á aðalfundinum í 2019 fekk bankin longt verandi heimild til nevnd bankans at
keypa egin partabrøv, soleiðis at henda heimild er galdandi í tíðarskeiðnum fram
til 1. mars 2024. Talan er um eina rammuheimild. Sostatt skal bankin í hvørjum
einstøkum føri søkja Fíggjareftirlitið um loyvi til keyp av egnum partabrøvum
undir hesi rammu. BankNordik hevur sostatt ikki lógarheimild til at keypa egin
partabrøv uttan at Fíggjareftirlitið frammanundan hevur givið loyvi til tess.
Harumframt skulu afturkeyp av egnum partabrøvum fara fram í samsvari við
galdandi lóggávu á økinum.
Vísandi til galdandi lóggávu á økinum hevur bankin ikki lógarheimild til ella
møguleika fyri at brúka upphæddina, sum er í uppskoti at útgjalda sum vin-
ningsbýti fyri roknskaparárið 2019, til keyp av egnum partabrøvum innan árslok
2020. Tískil er ikki gjørligt at fremja hetta uppskot í verki.
BankNordik er tilvitaður um at nýta afturkeyp av egnum partabrøvum sum
ískoyti til rindan av vinningsbýti, og ynskir bankin í tann mun, tað við atliti til
lóggávu og kapitalstøðu bankans er gjørligt, at nýta keyp av egnum partabrøvum
sum ískoyti til rindan av vinningsbýti. Afturkeypini av egnum partabrøvum, sum
bankin hevur framt seinastu árini eru dømi um hetta. Ætlanir bankans um at
nýta afturkeyp av egnum partabrøvum, sum ískoyti til rindan av vinningsbýti eru
eisini orsøkin til, at bankin á aðalfundinum í 2019 fekk longt verandi heimild til
nevnd bankans at keypa egin partabrøv.
Nevndin tekur tískil ikki undir við hesum uppskoti.
3.b. Uppskot nevndarinnar
Ársúrslitið hjá BankNordik er 206,6 mió. kr.
Nevndin mælir til hesa nýtslu av avlopinum sambært góðkenda ársroknska-
pinum fyri 2019:
Útgoldnar sum vinningsbýti verða 7 kr. fyri hvørt partabræv á nominelt 20
kr., svarandi til í alt kr. 67.200.000 ella 32,5 % av ársúrslitinum.
Fluttar verða 139,4 mió. kr. til “Overført overskud”.
Víst verður annars til ársfrágreiðingina fyri 2019 á síðu 42.
Viðv. punkti 4
Val av nevnd
a.
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd
við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund.
Á innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 6 valevni uppstillað til
nevnd bankans.
Nevndin mælir til val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum.
b.
Stine Bosse og Kim Jacobsen hava boðað frá, at tey ikki taka við afturvali
til nevnd bankans. Barbara P. Vang, Jógvan Jespersen, Gunnar Nielsen
og John Henrik Holm hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd
bankans.
Bankin hevur móttikið uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992, Pro-
tector Forsikring ASA og P/F Tjaldur, sum mæla til nýval av Ben Arabo
og Hans Arna Bjarnason Thomsen til nevnd bankans.
Nevndin mælir til afturval av Barbaru P. Vang, Jógvani Jespersen, Gun-
nari Nielsen og John Henrik Holm, umframt til val av Ben Arabo og Hans
Arna Bjarnason Thomsen, til nevnd bankans.
Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir
hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu ban-
kans www.banknordik.fo
Viðv. punkti 5
Val av uttanhýsis grannskoðan
Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki P/F, og af-
turval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartnerselskab
sum uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. punkti 6
Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar fyri 2020
Nevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður óbroytt galdandi
fyri 2020.
Nevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til
nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki ban-
kans frá mars 2018 við støði í hesum satsum:
Grundsamsýning:
200.000 kr.
Nevndarformaður:
3 x grundsamsýning
Næstformaður:
2 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir
1 x grundsamsýning