týsdagur 3. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
Viðv. punkti 7
Uppskot frá partaeigara Kim Pedersen
Mælt verður til, at nevndin áðrenn komandi ársaðalfund bankans setur seg í sam-
band við nevndina í Grønlandsbankanum, við atliti til at kanna, um grundarlag er
fyri samanlegging ella øðrum sínámillum bindandi samstarvi millum BankNordik
og Grønlandsbankan á javnsettum grundarlagi.
Svar nevndarinnar:
Ein av høvuðsuppgávum nevndarinnar er at taka sær av yvirskipaðu strategisku
leiðslu bankans. Ein møgulig samanlegging ella sínámillum bindandi samstarv við
Grønlandsbankan er mett at vera eitt handlisligt strategiskt mál, ið hoyrir undir
virkis- og ábyrgdarøki nevndarinnar.
Nevndin tekur tískil ikki undir við hesum uppskoti.
Bílegging av atgongumerkjum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við part-
abrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrá-
setingardagin. Skrásetingardagurin er hósdagin hin 19. mars 2020.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at
luttaka, skal biðja um atgongumerki.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðu bankans www.banknordik.fo,
umvegis partaeigaraportalin á www.banknordik.com, ella á høvuðsskrivstovu
bankans á telefon 330 330.
Í sambandi við tilmelding umvegis partaeigaraportalin, verður elektroniskt
atgongumerki sent til ta teldupostadressu, ið partaeigarin hevur skrásett í
partaeigaraportalinum.
Partaeigarar skulu hava atgongumerki (elektroniskt ella útprent) við sær á
aðalfundin. Eisini ber til at heinta bíløgd atgongumerki við inngongdina til
aðalfundin, um samleikaprógv samstundis verður víst.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki er mánadagin hin 23. mars 2020 kl.
16.00.
Tá atgongumerki verða bíløgd, skal prógv førast fyri, at viðkomandi er par-
taeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða
atgongumerki útgivin, um ein í mesta lagi 5 daga gomul útskrift frá VP Secu-
rity A/S ella kontuførandi peningastovninum (depotstaðið), verður víst sum
skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan
um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað øðrum áðrenn skrásetin-
gardagin.
Atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir á aðalfundinum.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, kunnu geva fulltrú.
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, á partaeigaraportali bankans
www.banknordik.com, umframt á høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum
ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú til at møta og atkvøða
tygara vegna. Fulltrúin skal vera skrivlig, dagfest og móttikin á høvuðss-
krivstovu bankans á Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta
lagi mánadagin hin 23. mars 2020, kl. 16.00.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta
í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða brævat-
kvøðu, skal oyðublaðið vera høvuðsskrivstovu bankans á Oknarvegi 5, Post-
boks 3048, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 25. mars
2020 kl. 16.00.
Eisini ber til at greiða brævatkvøðu umvegis partaeigaraportalin á
www.banknordik.com í seinasta lagi mikudagin hin 25. mars 2020 kl. 16.00.
Ársroknskapurin 2019 og fundarskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2019 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt
fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum fara at liggja frammi á høvuðss-
krivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo í seinasta lagi
tríggjar vikur áðrenn aðalfundin.
Avgerðir, partapeningur, atkvøðurættur og
kontuførandi peningastovnur
Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
sambært § 9, stk. 2 í viðtøkum bankans.
Partapeningur bankans er kr. 192.000.000, býttur sundur í partabrøv upp á
kr. 20. Hvørt partabræv á kr. 20 gevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó eru
ávísar atkvøðuavmarkingar galdandi sambært § 8, stk. 3 í viðtøkum bankans.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við
partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur
skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika, áðrenn aðalfun-
durin verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og sum
ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumer-
ki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein
partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv
ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til
10 % av partapeninginum tilsamans.
Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran
part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu
konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri
meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum
ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður
fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri
enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan
so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku
og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta
lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti
umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er
umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av
quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði
greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partap-
eningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í
hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaei-
garar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi stovn til at útin-
na teirra fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik
Nevndin