Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen 142 milljónir krónur í av­ lopið er alt ov lítið, nú tíð­ir­nar eru so góðar og arbeiði er til allar hendur. Tað sigur Búskapar­ ráðið í várfrágreiðingini, sum júst er l’gd fram. Bú­ skapar­ráðið skal leggja sína vár­frágreiðing fram 1. marts. -Við verandi kon­ junktur­støðu, við met­ lág­um arbeiðsloysi átti yvir­skotið á fíggjarlógini tí at verið væl størri fyri 2020, sigur ráðið. Umframt at arbeiði er til allar hendur, so er vøksturin metstórur og bú­skaparligi vøkstyurin er munandi størri enn ráðið upprunaliga hevði mett at hann fór at vera fyri 2019. Fyri einum ári var mett, at vøksturin í bú­skapi­ num fór at vera nakað yvir trý prosent. Seinni var mett at hann fór at verða góð seks prosent, men nú várfrágreiðingin er komin, vísir tað seg, at vøkst­urin í fjør í leypandi prís­um fer at vera níggju pro­sent. -Tað er serliga út­flutn­ ing­urin av aldum laksi, sum ávirkar hetta tal­ið. Nýggir mátar at ala upp­ á, har fiskurin verður ald­ur á landi til hann er yvir 500 gra, til støddar, tá ið hann verður settur á sjógv, ger at hann veksur skjótari og fellið er munandi minni, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum. Ov lítil nettoogn Nettoogn landskassans er í 2020 mett til eina slaka hálva milljard í min­ us. Tá mált verður eftir nettofíggjarogn uttan útbúnað hevur lands­ kass­in í krónum eina verri fíggjarstøðu í 2020 enn í 2007. Hetta er ein avbjóðing fyri førleika landskassans at halda eina støðuga út­reiðslu­ gongd í einum komandi lág­konjunkturi. Fíggjarogn lands­ kassans skal annaðhvørt vera so stór, at hallini kunnu berast uttan lán­ tøku, ella skal fíggjar­ støðan vera so mikið góð, at kredittvirðið er nóg gott til at læna til hallini í einum lágkonjunkturi. Í tíðarskeiðinum 2008 til 2015 økti landsstýrið skuld­ina við samanlagt 2,7 mia. kr. Í hesi tilgongd lækk­ aði met­ingar­fyri­tøk­an Moody’s kreditt­met­ ing­ina. Hetta merkir, at tað ikki var nóg­mik­ið, at netto­ognin hjá lands­ kassa­num var null í 2007, beint und­an fíggj­ar­ kreppu­ni í 2008, fyri at megna tey kom­andi árini við halli uttan at missa eitt stig í kreditt­met­ ingini. Við verandi kon­junk­ tur­støðu, við met­lág­um arbeiðsloysi átti yvir­ skot­ið á fíggjar­lóg­ini tí at verið væl størri fyri 2020, sigur Bú­skapar­ráðið. Nógv viðrákl Gongdin í føroyska bú­ skapinum seinastu árini hevur verið serlig vegna óvanliga nógv viðrák viðvíkjandi oljuprísum, uppsjóvar-, botnfiska- og laksaprísum. Í 2019 vaks útflutn­ ing­urin aftur, eftir at lítið fall hevði verið í útflutninginum í 2018. Tøkan í alivinnuni vísti seg at vera økt upp aftur meira enn áður mett í 2019 í mun til árið fyri. Hetta er ein av høvuðs­orsøkunum til, at vøkst­urin í BTÚ fyri árið 2019 er hægri, enn hvat mett var á heysti 2019. Aðrar orsøkir til økta vøksturin í BTÚ eru millum annað at meira var útflutt av makreli og sild enn áður mett, umframt at øktar nøgd­ ir av útfluttum toski og hýsu hava givið eitt positivt ískoyti til vøkst­ ur­in í BTÚ í 2019. Sama nøgd av laksi vænt­ast at verða útflutt í 2020 sum í 2019, og laksa­ prísurin væntast at vera støðugur í ár. Størri makrelkvota og økt veiða av botn­fiska­ sløgunum undir Føroyum saman við uppgangandi prísum á botnfiski, er við til at dríva vøksturin í BTÚ í 2020. Harafturat geva al­ menna og privata nýtsl­an positivt ískoyti til vøkst­ urin í BTÚ í ár. Búskaparráðið hevur sum nevnt saman við Hag­stovuni endurmett vøkst­urin í BTÚ í leyp­ andi prísum fyri 2019. Búskaparráðið metir vøksturin í 2019 at vera níggju prosent og í 2020 at verða sjey prosent. OV LÍTIÐ YVIRSKOT Á FÍGGJARLÓGINI Í ÁR Í várfrá­greið­ ingini finst Búskapar­ráðið at, at avlopið í fíggjar­lógini fyri 2020 er alt ov lítið, nú tíðirnar eru so góðar Í Føroyum gera vit bert BTÚ upp í leypandi prísum. Hetta merkir, at vit í Føroyum ikki kenna reala búskaparvøksturin, sum er árligi vøksturin í BTÚ í føstum prísum. Útrokningin í føstum prísum vísir reala búskaparvøksturin. Hesin gevur ábendingar um produktivitetsvøksturin í búskapinum. Vit noyðast tí at halda okkum til BTÚ í leypandi prísum, tá vit skulu meta um framtíðar búskapargongdina í tí stutta siktinum. At meta um framtíðar gongdina í BTÚ í leypandi prísum er truplari enn at meta um BTÚ-gongdina í føstum prísum. Harumframt hevur talið fyri vøksturin í BTÚ í leypandi prísum eitt avmarkað nýtsluvirði. Prísgongdir í uttanlandshandlinum (innflutningi og útflutningi) hava seinnu árini stórliga ávirkað uppgjørda BTÚ-ið í leypandi prísum. Lutføll millum ymiskt tilfar og framleiðslu í vinnugreinum eru meira støðug í føstum prísum. Tí eru nakrir samanhangir lættari at halda skil á í føstum prísum. Føroyski búskapurin sveiggjar nógv, tað er tí lættari at gera metingar við tjóðar­rokn­ skapinum í føstum prísum. At gera metingar av framtíðar prísgongdum í millum annað uttanlandshandlinum er sera trupult, og hetta ger eisini metingina av BTÚ-vøkstrinum í leyp­ andi prísum meira óvissa. Ein uppgerð av BTÚ-vøkstrinum í føstum prísum hevði gjørt tað møguligt at mett um trendin í búskapargongdini í langa siktinum og sveiggini rundan um hendan trend í stutta siktinum. Ein slík uppgerð hevði eisini minkað um óvissuna í metingunum, tí vit tá kundu sæð burtur frá prísbroytingum í m.a. uttanlandshandlinum. UPPGERÐ Í LEYPANDI PRÍSUM